hósdagur 13. januar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • hósdagur • 13. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi trýr upp á tað
Fyri fyrstu ferð í fleiri
ár kennir føroyski
álopsspælarin í FCK
seg at vera eins væl
fyri og liðfelagarnir,
nú teir í eina viku
hava verið í holtur við
krevjandi fysisku
vetrarvenjingina
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Fyri føroyska áhugan í
superliguni og serliga fyri
álopstyngdina á landsliðn-
um er tað týdningarmikið,
at tað tykist ganga, sum tað
skal hjá Toda Jónsson.
Hann tekur ein dag í senn.
Og hann er væl nøgdur við,
hvussu tað hevur tikið seg
upp fyrstu vikuna, eftir at
FCK er farið undir fyrireik-
ingarnar til seinna partin av
hesum kappingarárinum.
– Fleiri av undanfarnu ár-
unum hevur tað verið so-
leiðis, at eg havi ikki verið
førur fyri at luttaka á jøvn-
um føti við hinar, tá ið vit
eru farnir undir tungu vetr-
arvenjingina. Tað hevur
havt við sær, at tá ið hinir
hava pussað formin av í
sjálvum spælinum, so havi
eg ikki verið likamliga so
væl fyri, sum teir hava
verið. Soleiðis er tað ikki
nú, og tað eri eg sjálvandi
fegin um, sigur Todi Jóns-
son úr Keypmannahavn.
Todi fer í vár at spæla
fyri fótbóltsframtíðini, og
tískil kemur tað sjálvandi
serliga væl við, at tað nú
tykist ganga betri, enn tað
leingi hevur gjørt. Sátt-
málaskeiðið í FCK verður
liðugt síðst í juni, og tað er
rættuliga avgerandi fyri
møguleikarnar eftir summ-
arfrítíðina, hvussu tað fer at
hilnast í vár.
– Tað eru fleiri lið í venj-
ingini. Fyrsta treytin er, at
tú ert væl fyri likamliga.
Hesum arbeiða vit við hes-
ar fyrstu vikurnar. Vit venja
partvís á Frederiksberg, har
vit vanliga halda til, og so
venja vit í Top Danmark
høllini í Ballerup. Tá ið
fyrstu tungu venjingarnar
eru av, fer serligur dentur at
verða lagdur á teknisku og
taktisku venjingina. Fyri
bóltførleikan og fatanina av
spælinum hevur tað alt at
siga, at tú ert væl fyri lik-
amliga, so tað ræður um
bæði at ansa sær sjálvum
og at leggja nógv fyri nú,
og eg eri fegin um, at tað
ber mær til at vera við,
staðfestir Todi Jónsson.
Fyrsti
týdningarmikli
dysturin hjá FCK verður
sunnudagin 13. februar. Tá
skulu teir í Parkini spæla
móti Tromsø í Royalu
kappingini. Fyrsti steypa-
dysturin verður sunnudagin
6. mars, tá ið FCK skal
spæla í Parkini móti Frem-
ad Amager.
Seinni í hesum mánað-
inum skal FCK uttanlands á
venjingarlegu, og um tað
fer at veita eins væl við hjá
Toda tá, sum tað higartil
hevur gjørt, so er eingin ivi
um, at hann verður við á
ferðini. FCK skal í døgun-
um frá 27. januar og til 6.
februar venja í La Manga í
Spania. Á ferðini skal liðið
spæla tveir venjingardystir,
og tá fara fyrstu ábending-
arnar at fáast um, hvørjar
spælarar venjarin, Hans
Backe, serliga ætlar sær at
hava millum teir fyrstu
ellivu. 31. januar skal FCK
spæla móti norska Våle-
renga, og 4. februar verður
mótstøðuliðið í spanska
várinum
Lokomotiv
Moskva.
– Eg havi verið nógv
burturfrá orsaka av skað-
um, og eg eri millum teir
elstu her í FCK. Men eg
kenni tað soleiðis, at eg eigi
at vera førur fyri at spæla á
hesum støðinum í tvey ella
trý ár afturat. Treytin er
sjálvandi, at skaðarnir ikki
fara at plága. Eg taki ein
dag í senn, staðfestir Todi,
sum framvegis er eins mál-
rættaður, sum hann altíð
hevur verið.
Leygardagin klokkan
13 verður rógvara-
fundur í neystinum
hjá Klaksvíkar Róðr-
arfelag, har greitt
verður frá ætlanum,
sponsoravtalum og
øðrum í sambandi
við komandi kapp-
ingarár
TÍÐINDASKRIV
Nú byrja fyrireikingarnar
til komandi kappingarár
innan kappróður av álvara.
Leygardag klokkan 13
verður rógvarafundur í
neystinum hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Greitt verður frá ætlan-
um felagsins fyri kapping-
arárið 2005, sponsoravtal-
um og øðrum viðurskiftum
við. Felagið stendur í
vøkstri, og hevur fingið
nógvar limir afturat sein-
asta hálva árið. Hetta
kemst serliga av góðu um-
støðunum at venja innan-
dura. Eisini hevur felagið
tikið upp samstarv við
rennifelagið Treysti, sum
gevur góðar møguleikar.
Ein av trupulleikunum
hjá felagnum, sum hava
stungið seg upp seinasta ár-
ið, er útfyllingin við Sand-
in. Men hesin trupulleikin
varð loystur herfyri á fundi
millum nevndina hjá fel-
agnum
og
Klaksvíkar
kommunu. Avtalað varð, at
kommunan skal lata ein
drátt
gera
yvir
móti
Biskopstø. Tann drátturin
skal eftir ætlan vera klárur í
hesum mánaðinum. Tað
fegnast nevndin í felagnum
um, tí nú felagið stendur í
vøkstri, er tað sera umráð-
andi, at umstøðurnar kunnu
vera so góðar sum til ber.
Bátarnir hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag eru fimm í
tali? umframt gomlu Fíp-
una Føgru, sum í dag eitur
Snípan og mest verður nýtt
til at læra fólk upp við.
Teir fimm bátarnir geva
pláss fyri átta manningum
til FM róðrarar, sum eru
sjey í tali. Hvussu er statt
við manningunum er eisini
ætlanin at fáa upp á pláss á
fundinum leygardagin. Tí-
skil eru øll, sum hava
áhuga fyri kappróðri, væl-
komin á fund leygardagin.
Fleiri bátar skulu
mannast
Seinastu árini hava bæði
barnamanningar og old
girls manningar eisini ver-
ið ein fastur partur av
Klaksvíkar Róðrarfelag.
Soleiðis kann eisini verða
aftur í ár. Tann eina old
girls manningin hevur nú
nøkur ár á baki, og verða
tær helst aftur á síggja í fel-
agnum komandi kappinga-
rár.
Barnamanningarnar
kunnu vera fýra í tali. Tvær
gentu og dreingjamanning-
ar, sum koma at rógva við
ávíkavist Fípuni Føgru og
Teklu, sum bæði eru fimm
mannafør.
Tað eru manningar, sum
hava víst dreingja- og
genturóðrinum í FM kapp-
ingini áhuga, men tað er
onki til hindurs fyri, at
onnur áhugað ikki kunnu
koma upp á tal, tí enn eru
allar manningarnar ikki
endaliga komnar upp á
pláss. Páll Fangi við kvinn-
um er um at vera mannað-
ur, meðan tað kanska er
heldur óvist við monnun-
um. Nevið Reyða manglar
framvegis fólk og Klaks-
víkingur er ikki mannaður.
Sum sagt, hevur tú hug at
rógva í summar, er tað at
møta í róðrarneystinum
leygardagin klokkan 13.00
Rógvarafundur í Klaksvíkar Róðrarfelag
Todi Jónsson er sera spentur upp á at fara undir kappingina aftur, og hann sigur tað verða nógv ár síðani, at hann hevur verið so
væl fyri í uppstartinum eftir vetrarsteðgin