Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lokalt ítróttar- galla í Runavík Í komandi mánað verður skipað fyri ítróttargallakvøldi fyri ítróttarfólkun- um í Runavík ÍTRÓTTARTILTAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Endamálið við veitsluni er at samansjóða tey mongu og virknu ítrótt- arfólkini í Runavík, har nógv virksemi er innan eitt nú fótbólt, fimleik, kappróður og hondbólt. Øll kommunan næsta ár Tað eru ikki bert sjálv ítróttarfólkini, ið eru vælkomin til tiltakið, men eisini tey mongu, ið trúfast fylgja við teimum íðkandi viku- skifti eftir vikuskifti. Fyrireikararnir siga eisini, at tað er umráð- andi ikki at gloyma tey mongu, ið á ein ella annan hátt rætta ítrótt- inum í býnum eina hjálpandi hond, og tey eru sjálvsagt eisini væl- komin á gallakvøld- inum. Í ár er tiltakið einans ætlað teimum ítróttar- feløgum, ið húsast í Runavíkar býi, men komandi ár er ætlanin at víðka um tiltakið, so at øll feløg, ið eru heima- hoyrandi í Runavíkar kommunu, kunnu verða við í tiltakinum. Tey, ið hava áhuga í at verða við til galla- kvøldið, kunnu keypa sær atgongumerki á kunningarstovuni í Runavík. Kappingin um hvar Oyggjaleikirnir skulu verða ár 2009 stendur millum tvey oyggja- samfeløg, nevnliga Áland og Ynys Mon, men avgerðin fellur ikki fyrr enn í summar OYGGJALEIKIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Meðan føroysku ítróttar- fólkini í hesum døgum fyri- reika seg til oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar, eru leiðslurnar innan ítróttina á ávíkavist Álandsoyggjun- um og Ynys Mon við at fyrireika seg til at verða vertir fyri leikunum um fýra ár. Saaremaa tók seg aftur Upprunaliga vóru tað trý oyggjasamfeløg, sum vildu verða vertir fyri leikunum í 2009, men estiska oyggin Saaremaa tók seg aftur her- fyri. Umboð fyri aðal- stjórnina í oyggjaleikunum vóru og vitjaðu á Saaremaa og vóru væl nøgd við tað, ið tey sóu, men á estisku oynni hava tey nú tikið seg aftur sum møguligir vertir leikunum í 2009. Sostatt eru tað nú bert Áland og Ynys Mon, ið eru inni í myndini til at gerast vertir, og herfyri vóru um- boð fyri aðalstjórnina og vitjaðu hesar báðar oyggja- bólkar til tess at gera ein meting av umstøðunum. Formaðurin í aðalstjórnini, Bo Frykenstam, sigur, at tey vóru imponeraði av umstøðunum á báðum støðum, og samstundis løgdu tey til merkis, at bæði á Álandi og á Ynys Mon vóru bæði ítróttarfólk og myndugleikar sera áhug- aðir í at gerast vertir fyri leikunum. Um tað verður Áland ella Ynys Mon, ið skal hýsa leikunum í 2009, verður endaliga avgjørt í sambandi við oyggjaleikirnar í Het- landi í summar. Grikska oyggin Rhodos er vertur fyri oyggjaleikunum í 2007. Evnaríku havnar- menninir, sum í fjør vóru á Argjum, skulu í ár vera við í kapp- ingini um plássini á liðnum, sum í fjør tók øll á bóli og vann bronsu SKÁLA FYRIREIKINGAR Jóannes Hansen Síðsta leygardag fóru skálamenn undir fyrireik- ingarnar til nýggja kapp- ingarárið. Talan verður iva- leyst um stóra avbjóðing. Í fjør roknaði eingin við teimum, men tað fara øll hini liðini at hava alla orsøk til at gera í ár. Johan Nielsen og hansara menn dugdu í fjør væl at fáa nyttu burturúr, at tað tók sína tíð, áðrenn hini lið- ini í fjør so at siga raknaðu við og funnu út av, at Skála var meiri enn liðið, sum tey bæði undanfarnu árini hevði stríðst fyri at varð- veita plássið í deildini. Inn- til gott og væl hálv kapp- ingin var av, vóru teir oddalið. Síðstu umførini hilnaðist tað ikki so væl, men teir vunnu bronsu- merkini, og tá ið lítla vónbrotið hevði lagt seg um, at tað kortini ikki eydnaðist at vinna FM, so vóru og eru skálamenn stak væl nøgdir við árið í fjør. At tað fram ímóti kapp- ingarenda ikki hilnaðist so væl, sum tað hevði gjørt nógvu tey fyrstu umførini komst partvís av, at hini fel- øgini eftir summarsteðgin á ongan hátt undirmettu Skála. Hin orsøkin var tann, at tað rakti serliga meint, tá ið lyklaspælarar vóru skaddir ella leikbann- aðir. Ikki minst at liðfor- maðurin, Pauli G. Hansen, ongantíð eftir summar- steðgin var førur fyri at leggja alla orku í. Spælarahópurin var ikki nóg breiður í fjør, og tað bæði hava teir gjørt nakað við og ætla sær at gera meiri við á Skála. Havnarmenn á Skála Formellu spurningarnir eru ikki heilt komnir upp á pláss enn, men Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála Ítróttarfelag, váttar, at alt bendir á, at Bjarni Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen skulu spæla við Skála í ár. Teir hava verið við í øllum venjingunum, sum hava verið á Skála higartil í ár. At talan er um tveir sera evnaríkar spælar- ar hevur leingi verið eyð- sýnt. Teir eru báðir upp- vaksnir í HB. Har tóktist tað at vera eitt sindur strilt- ið at sleppa framat hjá teimum, og í fjør vóru teir á 2. deildarliðnum hjá AB. Tað eydnaðist ikki hjá AB í fjør at vinna sær sessin í bestu deildini, sum neyvan er so langt burtur. Johan Nielsen, venjarin hjá Skála, veit alt um dygd- irnar hjá teimum báðum, og nú fáa teir møguleika í fremstu deildini at vísa, hvør dugur er í teimum. Á Skála verður roknað við, at Pætur Dam Jacobsen skal styrkja um verjuna og miðvøllin, og at Bjarni Jørgensen skal styrkja um framrættaða partin av liðnum. Leita framvegis Hans Jákup Andreasen sig- ur, at teir á Skála eru sera fegnir um, at tað á henda hátt hevur eydnast at styrkja um liðið. Men hann leggur afturat, at teir arbeiða framvegis við at styrkja um liðið. – Dusan Jaic, sum var miðverji í fjør, er farin til Íslands at royna seg, og málverjin, Igor Bjarni Kostic, er eisini farin av landinum. Vit høvdu fegnir viljað havt ein royndan miðverja og ein royndan málverja at hjálpa okkum. Um tað fer at eydnast, dugi eg ikki at siga, men tað er torførari nú at fáa út- lendskar spælarar henda vegin, enn tað framman- undan hevur verið. Tveir útlendingar, Iulian Florescu og Nenad Stan- kovic, vóru á Skála í fjør, og tað verða teir eisini í ár. 24 spælarar luttaka í venjingunum á Skála. Burtursæð frá útlendsku spælarunum er miðal- aldurin ikki serliga høgur. Alexandur Johansen er 26, og hann er elsti føroyski spælarin. – Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at okkara egnu ungu eisini verða hildnir framat. Einir seks av teimum, sum venja við, eru blaðungir. Teir skulu fyrst og fremst vera við til at manna unglingaliðið, men sjálvandi mennast teir av at venja saman við teimum vaksnu, sigur Skála for- maðurin. Síðani í fjør er álops- spælarin Bogi Gregersen skurðviðgjørdur í liðbandi í øklaknútinum. Tað hevur tikið seg væl upp, og Bogi er førur fyri at venja saman við hinum, sum stríðast um plássini á besta liðnum. Bjarni og Pætur á veg til Skála Áland og Ynys Mon vilja hava oyggjaleikirnar 2009 Bjarni Jørgensen, v.m. á myndini, fer saman við vinmanninum Pætur Dam Jacobsen helst at spæla við Skála í 1. deild komandi kappingarár.