hósdagur 13. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 8 - 13. januar 2005
Lýtt og vátt
í januar
Bæði í Danmark og
Noregi eru fólk á einum
máli um,. at januar-
veðrið hevur ikki verið,
sum tað plagar at vera.
Í Danmark hava tey
sett nýtt hitamet. að
hendi fyrradagin, tá ein
veðurstøð í Sønderborg
máldi 12,4 hitastig, og
so lýtt hevur tað ikki
verið í Danmark hesa
ársins tíð, síðani farið
varð undir at máta hitan,
sigur danska veðurstov-
an. Samstundis vísa
danskir fulgafrøðingar
á, at fulgar, sum fyrr
plagdu at vera sunnan
fyri um veturin, eru nú í
Danmark alt árið.
Í Noregi hevur januar
eisini verið sjáldsama
lýggjur. Á veðurstovuni
siga tey, at meðalhitin
tíggju teir fyrstu dagar-
nar í ár var sum mið-
skeiðis í apríl onnur ár.
Á Avalbard hevur tað
verið uppaftur lýggjari.
Har hevur hitin verið
sum í mei mánað undan-
farin ár. Í Noregi læra
fólk seg um, at tað hevur
verið nógv meiri vindur
í ár, enn vanligt hevur
verið, og harafturat hev-
ur tað eisini regnað nógv
verri enn fyrr.
Persson fyri
skotum
Í Svøríki samdust teir
politisku flokkarnir um
at binda frið aftan á
flóðalduna í Suðurasia,
sum eftir øllum at døma
hevur
kostað
fleiri
hundrað svium lívið,
men nú er friðurin úti.
Nú leggur andstøðan
eftir stjórnini. Sagt verð-
ur, at stjórnin var alt ov
sein at taka neyðug stig,
tá tíðindini um flóð-
alduna frættust. Summir
andstøðupolitikarar vilja
vera við, at Gøran Pers-
son, forsætisráðharri, og
Laila Freivalds, uttan-
ríkisráðharri, drálaðu ov
leingi við at seta bjarg-
ingararbeiðið í verk. Eitt
nú verður víst á, at part-
ar av svensku tilbúgv-
ingini vóru til reiðar at
hjálpa longu stutt eftir
sjálva flóðalduna, men
at tey noyddust at bíða
eftir neyðugum loyvi frá
stjórnini.
- Gøran Persson vil
sleppa at ráða, men hann
vil ikki hava ábyrgdina.
Hann hevur einki ímóti
at standa á brúnni, tá tað
gongur væl, men ikki tá
mótvindur er, sigur for-
maðurin hjá kristiligu
demokratnunm, Gøran
Hægglund.
Byggja færri
skip
Sjálvt um norsk farma-
skipareiðaríir bíløgdu
nógv nýggj skip í fjør,
vóru bíleggingarnar lut-
falsliga fáar samanborið
við, hvussu stóran part
av heimsflotanum norð-
menn eiga.
Sambært Aftenposten
bíløgdu norsk reiðaríir
90 nýbygningar upp á
tilsamans 2,4 milliónir
tons í 2004. Byggikost-
naðurin er ímillum 19
og 20 milliardir norskar
krónur. Sambært blað-
num eiga norðmenn
fimm prosent av heims-
flotanum,
men
tær
norsku bíleggingarnar
svara bara til trý prosent
av øllum bíløgdum ný-
bygningum í fjør.
Herbert Kristoffersen
hjá reiðarafelagnum sig-
ur við Aftenposten, at
tað eru tey óvissu við-
urskiftini í Noregi, sum
gera, at reiðaríini aftra
seg við at bíleggja fleiri
skip.
Eitt
nú
hava
politikararnir lyndi til at
broyta skattareglurnar
alt ov ofta, sigur hann.
Men Herbert Kristoffer-
sen sigur seg eisini hava
varhugan av, at yvir-
høvur er byggihugurin
ikki so stórur, sum hann
hevur verið.
Ongan hita
í kulda
Illveður í norðasta part-
inum av amerkanska
statinum Alaska hevur
havt við sær, at ein bygd
hevur mist bæði streym-
in og hitan. Samstundis
hevur illveðrið elvt til
ógvusligan kulda har á
leiðini, og í gjár frysti 30
stig. Tann nógvi vind-
urin gjørdi, at tað kend-
ist sum heili 56 kulda-
stig, sigur CNN.
Heilsumyndugleikar-
nir hava ávarað um, at
tann nógvi kuldin kann
vera vandamikil fyri tey
umleið 300 fólkini í
bygdini Kaltovik, men
myndugleikarnir siga, at
teir fáa einki gjørt, fyrr
enn veðrið er batnað.
Tað eru fleiri hundrað
kilometrar til næsta bý,
sum eitur Barrow, og
fleiri royndir at sleppa til
Kaltovik við tyrlu eru
miseydnaðar, tí vindurin
hevur verið ov nógvur.
Borgarstjórin í Kalto-
vik hevur sagt, at batnar
veðrið ikki, fer at at lýsa
bygina
í
undantaks-
støðu, tí tann nógvi
kuldin hevur gjørt, at
vatnveitingin er fryst, og
skilið er tað sama í
kloakkunum,
sigur
hann.
UTTAN ÚR HEIMI
Vandin fyri, at ein
náttúruvanlukka skal
raka ein av heimsins
størstu býum, er
størstur í Tokyo, Los
Angeles og San
Fransisco
VANLUKKUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndugleikarnir í stórbý-
um sum Tokyo, Los Ange-
les og San Fransisco eiga at
gera eina neyvan tilbúgv-
ingarætlan sum skjótast, so
fólk fáa greit at vita, hvat
tey skulu gera, verður bý
urin fyri einari náttúruvan-
lukku.
Tað
sigur
heimsins
størsta
tryggingarfelag,
Munich Re, í einari nýggj-
ari frágreiðing. Har stendur
at lesa, at vandin er størstur
í Tokyo, tí vandi er fyri, at
býurin kann verða raktur av
bæði jarðskjálvta, gosi,
tropiskum
ódnnum,
tsunami-flóðaldum
og
vatnflóð. Sambært Munich
Re er vandin næstan fýra
ferðir størri í Tokyo enn í
San Fransisco og sjey ferðir
størri enn í Los Angeles.
Tann nýggja frágreið-
ingin verður løgd fyri ein
ST-fund í Kobe í Japan
seinni í mánaðinum. Í 1995
var ein harður jarðskjálvti í
Kobe. Hann kostaði 6.000
mannalív og gjørdi skaða
fyri meiri enn 100 milli-
ardir dollarar.
Munich Re sigur, at ein
tílík vanlukka fer at krevja
munandi fleiri mannalív,
rakar hon ein av hinum
stórbýunum. Í Tokyo búgva
35 milliónir fólk og í Los
Angeles 9,9 milliónir.
Gongst eftir ætlan, fer
heimsins størsta
ferðamannaflogfar í
rutuflúigving um eitt
ár
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Týsdagin í næstu viku eru
umleið 5.000 fólk boðin til
franska býin Tolouse at
hyggja at nýggja risaflog-
farinum hjá Airbus-verk-
smiðjuni.
Airbus 380 er í tveimum
hæddum og hevur pláss fyri
555 ferðafólkum. Flogfarið
hevur helvtina størri gólv-
vídd enn jumbojetflogfarið
hjá
amerikonsku
verk-
smiðjuni Boeing, sum í løt-
uni er heimsins størsta
ferðamannaflogfar, og tað
tekur 39 prosent fleiri
ferðafólk.
Enn hevur Airbus 380
ikki verið í luftini, og tær
fyrstu royndarflúgvingar-
nar verða ikki fyrr enn í
heyst. Kortini er áhugin
stórur, og fleiri flogfeløg
hava longu bílagt nøkur av
teimum nýggju risaflog-
førunum. Eitt nú hevur
avstralska ferlagið Qantas
bílagt 12 Airbus 380.
Í USA er Boeing í øðini
um, at Airbus-verksmiðjan
fær stóran stuðul frá ES,
men svarið úr Bruxelles er,
at Boeing fær eisini stóran
stuðul
úr
amerikanska
ríkiskassanum.
Irakski forsætis-
ráðharrin ásannar
nú, at tað ber ikki til
at halda val í øllum
landinum.
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 30. januar verður
tjóðartingsval í Irak, men
allir irakar sleppa ikki á val.
Stjórnin í Bagdad hevur
higartil hildið uppá, at
ófriðurin skuldi ikki ávirka
valið, men í gjár segði Iyad
Allawi, forsætisráðharri, at
tað ber ikki til at halda val í
teimum ófriðarligastu økj-
unum.
Fyrradagin doyðu 25 fólk
í tveimum bumbuatsóknum
í Irak, og mótstøðumenn
hava hótt við at herða
ófriðin, so hvørt sum val-
dagurin nærkast. Enda-
málið er at ræða fólk frá at
fara á val.
Ikki øll sleppa á val
Vandamest at búgva í Tokyo
Tekur 555 ferðafólk
Risaflogfarið Airbus 380 uttan fyri verksmiðjuna í Tolouse týsdagin. Næsta ár verður tað sett í rutuflúgving
Mynd: Reuters