Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 151 - 13. AUGUST 1999 tíðindablaðið - 88 ára gamli Johan Marius Olsen gleðir seg til at sleppa í foðingardag hjá heimbygd- int Ord og myndir: Jonhard Hammer Um vikuskiftid hevur bygd- in Hellur 150 åra fødingar- dag. Tað verður nógv gjørt burturúr hesum degi. Leyg- ardagin verður skipað fyri einum stórum håtidarhaldi, har m.a ein minnisvarði, sum listamadurin Frits Jo- hannesen hevur gjørt verður avdúkaður Fyri 10 árum síðani, flutti Jóhann Marius Olsen av Hellunum til dóttrina í Fuglafirið. Jóhann Marius er 88 ára gamal, og er sostatt = elsti maður av Hellinum, hann býr í dag á bústovni- numVesturstova í Fuglafir- ið. Honum dámar sera væl at búgva har. Fólkini sum arbeiða her eru sera vinar- lig, og hetta er eitt nýtt hús so umstødunar kunnu ikki vera betri. Av tí at bústovnurin ligg- ur so ovaliga i bygdini, er útsýnið sera gott ein sær alla bryggjuna, Pollin og handil- in hjá Pidda har ein landaði í ungum dógum, sigur Jó- hann Marius. Hann er føddur á Hellun- um og var sonur til Mariu, sum var ættað av Hellunum. Pápi hansara var úr Gøtu og æt Oli. Hann bleiv vanliga nevndur Gøtu-Oli. Tey fingu fyra børn. Ein systir hansara doyði, sum tvey ára gomul av kykhosta, hon æt Johanna Maria, og er Jó- hann Marius uppkallaður eftir henni. Hinar systranar vóru Lena og Hansina. Jóhann Marius giftist við Monu, sum var ættað av Hellunum, hon doyði fyri seks árum síðani. Tey fingu saman 2 børn, og seinri hava tey fingið sjey abba børn og tvey langabbabørn. Tá Jóhann Marius var barn búðu tað nógv fólk á Hellunum. Hann greiðir frá, tá hann fór í skúla vóru tað 20 skulabørn og 80 vaksin fólk, sum búðu í bygdini. Tá vóru Hellurnar ein stór bygd, og har hendi nakað. Tá Jóhann Marius byrjaði í skúlanum, var eingin skúli á Hellunum. Skúlagongdin var í tveimun privathúsum, men nøkur ár seinri kom skúlin á Hellunum. Bernini hjálptu til Jóhann Marius greiðir frá, at sum børn spældu tey nógv úti. Tað var serliga í bønum, og dreingirnir høvdu sjálvandi tokka til havid, so teir løgdu ofta leiðina oman í fjørduna. Men tað var ikki bara spæl, tá eg var barn hjálptu vit nógv foreldrum okkara við tí dagliga arbeiðinum. Vit bóru torv, tóku eplir upp og hjålptu til f hoyna, greiðir Jóhann Marius frå. Nogvir konfirmantar av Hellunum Tá Jóhann Marius konfir- mertist vóru tað fýra kon- firmantar av Hellum, tveir dreingir og tvær gentur. Hetta var sera nógv tí van- ligt vóru tað ikki meir enn ein konfirmantur av Hellun um. Konfirmantarnir av Hellunum konfirmeraðust saman við Fuglfirðingum, og var konfirmatiénin i Fuglafirið Tann eina a gentunum livir enn, hon eit ur Jana Jensen, og býr í dag á Láargarði. Sjómaður alt sítt lív Eins og dreingir flest tá gjørdist Jóhann Marius sjó- maður. Tá róðu menninir út frá Hellunum. Teir landaðu fiskin í Fuglafirið hjá Pidda. Fiskurin bleiv skorin til flak og saltaður og síðani turk- aður. Jóhann Marius hevur ikki bara róð út. Nei, hann hevur mangan toskin drigið i Usyni úr Vesturstovu er sera å Sudurlandinum og i Grøn- landi, har hann hevur verid næstan ein mansaldur. »Alt mitt liv havi eg verid sjómaður, og tað eri eg glaður fyri, eg havi haft góða heilsu ikki verið sjúk- ur fyrrenn nú<, sigur tann sera fryntligi Hellumaðurin við Sosialin Trúgvur lesari hjá Sosialinum At Jóhann Marius man vera ein tann trúgvasti lesarin hjá Sosialinum, er einki at í vast í. Hann hevur hildið blaðið síðani 1930, og hann heldur at tað er eitt sera gott blað. Nu, tá ið sjónin er farin at bila, so lesa starvsfólkini fyri honum, tær eru so fittar, sigur hann smílandi. Altíð valt javnarðarflokkin Jóhann Marius hevur altíð verið áhugaður í politikki. Hann hevur stuðlað Javn- aðarflokkin síðani hann var stovnaður. Grundin til tað er, at hann hvorki er sam- bandsmaður ella tjóðveldis- maður. Hann heldur lítið um, at vit skulu taka loys- ing, og sigur at hann stemmadi nei á fólkaat- kvøduni i 1946. Tann tingmadurin sum Jóhann Marius hevur dámt best er gøtumadurin Jákup Frederik Øregaard, hann var ein sera góður maður fyri Føroyar. Hann hugsaði nógv um sjómennninar, og tað skal ein politikkari gera. Gleðir seg til fødingardagin Jóhann Marius gleðir seg til leygardagin. Tå fer hann aftur til heimbygdina hjå sær at halda fødingardag Hetta er ein stórur dagur hjá bygdini, og hann vónar at tað koma nógv fólk til Hell urnar, so hann kann hitta skyldfólk og onnur sum hava tilknýti til bygdina. gott. Hann sær havnarlag- ið, Pollin og handilin hjá Pidda Méex CLUB AN Tá tú keypir títt fyrsta INEX-ur, fært tú eitt flott penalarhús, ein stutt- ligan kúlu- penn og eina tímatalvu AVMARKAÐ NØGD! Vit hava ein hop av flott um skula urum í nogvum fogrum lítum Eisini hava vit nøkur ur við teimum fittu Hugo-trøllunum SMS - Tel 31 98 20 / 31 06 06