leygardagur 14. august 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 151 - 13. AUGUST 1999
tíðindablaðið
17
B36 bjargaði foroyska heiðrinum
Fótbóltur: Lagt er upp til stórdyst, tá
Ankaragiicii annan hósdag fer at
spæla í Gundadali
Tá HB fyrr í summar tapti
stórt í Haka staðfestu vit, at
føroyskur liðfótbóltur als
ikki hevur rokkið tað altjóða
stødid, sum landsliðið ferð
eftir ferð hetta seinasta árið
hevur rokkið. Utsøgnin varð
staðfest, tá KÍ tapti stórt á
Svangaskarði = tíðliga í
fyrrakvøldid, men seinni á
kvøldi undirstrikaði B36, at
allir reglar hava síni undan-
tok.
Undir ikki serliga føroy-
skum vidurskiftum í turk-
iska høvudsstadnum eydn-
aðist tað Tomislav Sivic og
hansara monnum at fáa eitt
so mikið gott úrslit móti
Ankaragicii, at tað má met-
ast sum meiri enn 50
prosents møguleiki fyri, at
B36 verður við í hattinum,
tá lutur annan fríggjadag
verður kastaður um, hvussu
liðini skulu metast í fyrsta
veruliga umfarinum í UEFA
Cup.
I blaðnum í fyrradagin
segði Tomislav Sivic, at
hann vónaði, at nógvu
landsliðsspælararnir á lið-
num hjá honum fóru at
borga fyri, at teir kundu
sleppa úr Turkalandi við
einum úrsliti, sum kundi
brúkast til nakað á heima-
volli, og soleiðis var tað
eisini.
Ég eri sera fegin um
avrikið, sum mínir spælarar
hava framt í kvøld. Um tað
skuldi eydnast okkum at
sleppa til hús aftur við ein-
um ursliti, sum í samantalda
roknskapinum kann fara at
vísa seg at hava verið gott,
so var tað alneyðugt. at allir
spælararnir góvu alt tað, teir
høvdu í sær, og samstundis
spældu skilagott, og tað
gjørdu teir, segði ein ovur-
fegin Tomislav Sivic, sum
avgjørt heldur møguleikan
vera til staðar fyri, at hans-
ara lið fer at megna at spæla
seg víðari.
Heimaliðið fekk mál
longu tá tólv minuttir vóru
farnir, men B36 menninir
hóraðu undan trýstinum, og
teir megnaðu í einum álopi
at spæla seg til dupultan
møguleika. John Petersen
legði innfyri, og Øssur Han-
sen snittaði móti málinum,
bólturin kom út frá aftur og
fór upp í loft, og bæði Jákup
á Borg og Øssur Hansen
vóru framvið, men tíverri
spurdist einki burturúr.
Eitt mál á útivelli hevði
havt sera stóran týdning, tí
um tað í samlaða roknskap-
inum eftir seinna dystin fer
at standa á jøvnum, so verða
tað málini, ið eru skotin á
útivolli, sum fara at gera av,
hvat liðið sleppur víðari í
kappingini.
Tí verður takið hjá B36 á
heimavelli í fyrsta lagið at
skora eitt mál og samstundis
at binda heilt fyri í verju-
partinum. Um tað eydnast
mótstøðuliðnum at skora,
so skal B36 skora tríggjar
ferðir fyri at koma víðari í
kappingini.
B36 fekk framúr gott
úrslit í Turkalandi
hóskveldið
Men Tomislav Sivic og
allir hinir við mongu altjóða
royndunum vita alt um
hetta, og vit mugu bara stað-
festa, at síðani B36 í 1992
tapti 1-0 á útivelli í Luxem-
burg hevur einki føroyskt
lið verið tættari við at spæla
seg víðari í Europa Cup, enn
B36 er nú. Megna teir í árs-
talsfelagnnum uppgåvuna,
sum teir heilt vist fara at fåa
studul til frå øllum ti før-
oyska fótbóltsheiminum, so
verður talan um søguskriv-
ing.
Í gjár ferðaðist B36 um-
vegis Ístanbul úr Ankara og
til Keypmannahavnar, og í
dag koma teir aftur til Før-
HB kann koma afturiaftur
Fótbóltur: Tony Paris ásannar, at hansara menn verða ikki í toppform, tá teir í morgin fara í Gundadal
Klaksvíkingar slikkadu i
gjár sárini eftir stórtapið
móti Grazer AK. Onkrir
spælarar vóru eitt sindur
eymir, men tað varð roknað
við, at allir vera tøkir, tá teir
í morgin skulu spæla í
Gundadali:
— Vit savnast leygardagin,
og tá fara vit at leggja hós-
kveldið burtur og venda
hugsanunum móti Gunda-
dali og HB. Vit stúra ikki
fyri uppgávuni, men eg skal
ásanna, at tað er sera stutt
tíð frá einum strævnum al-
tjóða dysti hóskvgld og so
til eina stóra uppgávu í
landskappingini sunnudag,
men vit fara at gera okkara
besta, og so rokna vit við,
at Kurt Mørkøre fer at geva
okkum eina orduliga farvæl
gávu, sigur venjarin hjá KÍ,
Tony Paris.
I HB eru allir spælararnir
tøkir, sum í Gøtu vóru við
til at styrkja um bjargingar-
línuna til toppin, og teir
rokna við nógvum áskoð-
arum.
Fyrr í summar spældu
hesir báðir javnaldrarnir
málleyst í Klaksvík, meðan
HB vann fyrru semifinaluna
í steypakappingini í Klaks-
vík, og KÍ vann í Gunda-
dali. Tað vil við øðrum orð-
um siga, at heimavøllur og
útivøllur hevur ikki so stór-
an týdning, tá hesi bæði
mest vinnandi feløgini í før-
oyskum fótbólti tørna sam-
an.
HB skal vinna fyri at
varðveita møguleikan fyri
FM og Europa Cup, meðan
klaksvíkingar kunnu loyva
sær at spæla javnt, men
sambært Tony Paris fara teir
í Gundadal eftir trimum
stigum.
Vágbingar sperdir
Vágbingar vístu eitt tað
vánaligasta fótbóltsavrikið
yvirhøvur í ár, tá teir fyri
einari viku síðani taptu móti
B36 í Gundadali.
— Har var einki skil á, og
í morgin mugu vit syrgja
fyri at hava ein heilt ødrvisi
hugburð. Stødan er hættislig
í botninum. Tað vísir seg at
ganga illa á utivølli hjá okk-
um. Á heimavelli fingu vit
jaynleik móti HB, og móti
GI fara vit eftir øllum stig-
unum, sigur spælandi venj-
arin hjá VB, Krzysztof Pop-
czynski, sum sjálvur slepp-
ur at spæla móti gøtumonn-
um. Hann var leikbannaður
síðsta leygardag. Magni
Mohr varð útvístur móti
B36, og hann er leikbann-
aður í morgin.
Gøtumenn fáa einki
burturúr kæruni, sum teir
sendu FSF fyrr í vikuni, og
tað vil siga tað sama sum at
Sunvard Joensen verður
ikki í málinum í morgin. Tá
vit frættu úr Gøtu var ikki
greitt, hvert tað verður
Henning Jarnskor ella
Mortan Joensen, sum plagar
at verja málið í 2. deild, ið
fer at standa millum stólp-
arnar hjá GI í morgin. Í
venjingini hesa vikuna hev-
ur Henning Jarnskor verið
málverji, men Johan Niel-
sen hevur ivast í, um hann
skal ofra ein av stuðuls-
spælarunum úti á vøllinum.
Burtursæð frá Sunvardi
Joensen eru llir hinir gøtu-
menninir eru tøkir. ,
Fyrr í summar vann GI
3-1 á heimavelli móti VB. Í
fjør vann VB 3-1 á heima-
vølli móti GI, sum — um teir
vinna í morgin — hava
møguleika at blanda seg aft-
ur í toppstríðið annan
sunnudag, tá teir skulu til
Klaksvíkar.
B71-NSI
Sandingar, sum seinasta
vikuskiftið stóðu seg væl í
Klaksvík, hóast teir taptu,
fáa sunnudagin vitjan av
NSI, sum framvegis er við
í kappingini um heiðurs-
merki og pláss í Europa.
B71 fer at stilla við næst-
an tí sama liðnum, sum
spældi seinast. Peter Ritter
og Bjørn Thorsteinsson
fingu báðir skaðar undir
venjing áðrenn dystin móti
KÍ, men nú hava báðir vant
aftur. Torbjørn Jensen, sum
hevur spælt lítið í ár orsaka
av skæðum, spældi ein
hálvleik í Klaksvík, men tá
fekk hann ein snudd bein-
anvegin, og hann er ivasam-
ur sunnudagin.
Stinni verjuspælarin frá
stóru tíðini hjá B71 síðst í
80'unum og nakað upp í
90'ini, Ib Mohr Olsen, er
komin heimaftur. Hann
hevur verið uttanlands í
nøkur ár, men skal nú búgva
í Sandoynni. Hann hevur
longu verið og vant, og tað
er einki at ivast í, at hann
verður styrkur í verjupart-
inum — um ikki sunnudagin,
so seinni í ár.
NSI hevur allar mans tøk-
ar. Einki leikbann órógvar,
og kapping er tí um fleiri
av plássunum. Seinast byrj-
aði Johnny Skibenæs á vøll-
inum fyri fyrstu ferð í ár,
men hann noyddist út við
einum skaða. Hann verður
helst klårur til vikuskiftid,
men spurningurin er, um
hann byrjar inni aftur hesa-
ferð.
Arnfinn Langgaard var
ein av teimum, sum byrjaði
á beinkinum seinast, men
veteranurin stríðist fyri ein-
um plássi í byrjanaruppstill-
ingini, og tað fer kanska at
lukkast honum sunnudagin.
ÍF-B36 ;
Fleiri av spælarunum hjå IF
hava skaðar at stríðast við i
løtuni, og talan er um spæl-
arar, sum spæla hvørjaferd,
um teir eru klárir.
Aslakur Petersen, Roy
Róin, Ken Bærendsen og
Eyðálvur Petersen hava allir
verið nervaðir av skæðum í
vikuni. Teir hava verið á
vøllinum, men eingin hevur
fingið vant við fullari ferð.
Í Fuglafirðu halda tey, at
møguleiki er fyri, at Aslak-
ur og Roy spæla, meðan tað
er meira ivasamt, hvussu
tað verður við Ken og Eyð-
álvur, sum varð skaddur
undir upphitingini í Sumba
seinasta vikuskiftið. ,
Tað kemur væl við hjá IF,
at Torstein Joensen nú aftur
kann spæla, eftir at hann sat
uttanfyri við leikbanni sein-
ast. Og væntandi verður
Rúni Petersen aftur við í
hópinum.
Um onkrir av teimum
ivasomu spælarunum ikki
fáa verið við, eru tað fleiri
sum kappast um plássini, og
Piotr Krakowski, venjari,
hevur eisini roynt ymsar
nýggjar spælarar í ár.
B36 koma til Foroya í
dag, og teir hava havt
strævna ferð suðri í hitanum
í Turkalandi, tí er tað ikki
sannlíkt, at teir verða á
toppinum í morgin, men
sterka B36-liðið hevur so
nógvar royndir og stóra
breidd, at teir verða ringir
at taka hjá heimaliðnum.
B36 stillar við teimum
monnunum, sum hava spælt
alt árið, og teir fimm lands-
liðsspælararnir hjá felag-
num, verða álitini nú B36
roynir at toga seg inn á KÍ
aftur.
B68-Sumba
B68-venjarin Bjørn Krog
hevur tikid ein nyggjan
mann við í hópinum hjá sær
til dystin móti Sumba. Tað
er ungi Kristian Poulsen,
sum í fjør var við á U16
landsliðnum. Ungi spælarin
oya. Í morgin skulu teir av
nýggjum seta seg upp til
eina á pappírinum nógv
minni uppgávu enn hana,
sum teir hava greitt í vikuni,
men tað verður ikki minni
týdningarmikil dystur, tá
teir í B36 skulu til Fugla-
firðar!
hevur ikki áður spælt i 1
deild, og tí fær hann kanska
møguleikan at royna seg
fyri fyrstu ferð í 1. deild
sunnudagin
Eisini verjuspælarin Ed-
mund Jacobsen, sum áður
hevur spælt nógv í 1. deild,
er útikin til dystin sunnu-
dagin. Edmund hevur ikki
vant fyrr í ár, men nú er
hann komin í gongd. og tað
er góður styrkur at fáa —
ikki minst nú Oleif Joensen
ikki venur við somu ferð
sum undan summarsteðgin.
Brasiliumaðurin Lucio er
ikki vid í hópinum. Hann
hevur verið skaddur, og er
ikki klárur at spæla á 1.
deildarliðnum enn.
B68 fekk ein undir vang-
an frá NSI seinasta viku-
skiftið, men hesaferð ætla
teir at vinna. Bæði tí tað
hevði beint burtur allan iva,
tá hugsað um aftastu pláss-
ini í deildini, og tí liðið so
hevur eitt sindur av sam-
band við tey betru liðini í
deildini.
Sumba fekk javnleik móti
IF á heimavelli seinasta
vikuskiftid, og tað var
nakað minni, enn teir høvdu
brúk fyri. Tí verður dysturin
á Toftum í morgin ein av-
gerandi dystur fyri lagnuna
hjá felagnum í 1. deild. Nú
skulu nøkur stig til fyri at
halda liðið í deildini, og
móti B68 halda sumbingar
er ein møguleiki at fáa okk-
urt burtur úr.
jh/ek