leygardagur 14. august 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24 tíðindablaðið NR. 151 - 13. AUGUST 1999
FØDINGAR KIRKJUR &
SAMKOMUR
S. juli ingu Birna Abraham- 8. august fingu EmilyAnnog Gudstænastur 11. sunnudag eftir Trinitatis Betel, Vågur
sen, Fuglafjørdur, og Jan
Berg Jørgensen, Glyvrar, eina
dóttir. Hon var 53 cm long
og vigaði 3434 gr
Henry å Reynatrød, Leirvik,
ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3925 gr.
8. august fingu Esther og
Sveinur Thomasen, Miðvág-
ur, ein son. Hann var 56 cm.
langur og vigaði 3900 gr.
30. juli fingu Maria Kristina
Sørensen, og Halgir Dahl
Olsen, Argir, ein son. Hann
var 53 cm. langur og vigaði
3250 g1 9. august fingu Anna Mari
Bjartalíð og Jóhann Petur
Jakobsen, Klaksvík, eina
dóttir. Hon var 46 cm. long
og vigaði 1980 gr
2. august fingu Rúna og Heð-
im Lamhauge, Tromsø,
Noregi, ein son. Hann var 59
cm. langur og vigaði 4425 gr
10. august fingu Elisabeth å
Myrini, Torshavn, og Jógv
an G. Muller, Vestmanna, ein
son. Hann var 54 cm. langur,
og vigaði 4000 gr
3. august fingu Guro og Rúni
H. úr Arantsstovu, Klaksvík.
ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3350 gr
3. august fingu Marianna og
Jógvan Johannesen. Klaks-
vík, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4200 gr
10. august fingu, Unn Lind
Rasmussen og Anfinn
Matras, Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm. langur og
vigaði 3900 gr.
7. august fingu Miriam og
Dan Mikkelsen. Klaksvík, 12. august fingu, Mia Pet-
eina dóttir. Hon var 50 cm. ersen og Dánial Hansen,
long. og vigaði 3200 gr Midvågur, ein son. Hann var
55 cm. langur og vigaði 3750
7. august fingu Sanna á gr
Løgmansbø og Ingi Joensen.
Miðvágur, eina dóttir. Hon
var 55 cm. long og vigaði
4100
ANDLÅT
6. august:
Hans Olåvus Lisberg, Fåmjin, vanliga nevndur Hanse-
mann, 74 åra gamal
Hans Klyver, Nordragøtu, ættaður úr Porkeri, 73 ára
gamal
8. august
Elma Gaard, fødd Thomsen, ættað ,ur Vági, búsitandi
á Tveroyri, 65 ára gomul.
10. august:
Poul Sofus Joensen, vanliga nevndur Bei, Klaksvík. 77
ára gamal.
Dánjal Pól Jacobsen, Klaksvík, 70 ára gamal.
11. august:
Gunhild Dalsgaard, fødd Poulsen, Skálavík, 93 ára
gomul.
Jóhann Gaard Joensen, ættaður av Skipanesi, búsitandi
í Tórshavn, 54 ára gamal.
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri Steinhólm
Kaldbak: kl. 12, Bjarni Bæk
Høsvik: kl. 11,
Hvalvik: kl. 12, Marjun Bæk
Glyvrar: kl. 11 altargongd, Jónsvein Bech
Skála: kl. 11, Jógvan Fridriksson
Eiði: kl. 10.40 skriftamål, kl. 11 messa, (nygg
kirkjuklokka verdur vigd) Hans J. Joensen biskupur og
Emil Olsen
Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10
Christianskirkjan kl. 11,
Nordoya Røktarheim: kl. 14.30, Niels Pauli Danielsen
Kirkja: Kl. 12, Jåkup R. Hansen
Leiti: kl. 11,
Sumba: kl. 12 altargangur, Elsa Funding
Tórshavnar Hvitusunnusamkoma
Sunnumorgunin kl. 11 morgunmøti.
Kl. 18 Evangeliskt moti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið i Havn
Sunnukvøld kl. 18: YM-møti vid Herluf og Tove Heine-
sen. Innsavnan til Ytrimissión.
Bibliutimi tyskvøldid kl. 20 vid Sverra Kass. Evni
Jákupsbrævið kp. 3.
Ebenezer
Sunnudag kl. 18. Evangeliskt meti. Kl. 21 útimeti.
Mánadag kl. 20. Bønarmøti
Frelsunarherurin
Leygardag kl. 11. Utimøti í Gongugøtuni um viðrar.
Sunnudag kl. 11.00. Morgunmøti v/Esther Danielsdóttir
og Wouter van Gooswillingen. Kl. 18. Møti v majorene
Erna og Njål Djurhuus.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin Sunnudagsskúli kl. 13. Sunnukvøldid meti
kl. 19.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 11 meti og sunnudagsskúli. Hvort sunnu-
kvold kl. 20-21 eru vit at hoyra á Atlantic Radio.
Kirkju og Missiónshúsið á Argjum
Sunnukvoldið kl. 18: Møti við Kristiani á Reynatrød.
Innsavnan
Keldan í Skálafirði
Leygardagin 14. aug. kl. 21. Opið hús.
Sunnudagin meti kl. 19 við Dagunn og Kaj Olsen.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnukvøldid kl. 18. verður móti við Andreas Andreas-
sen presti. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunnudagin breyðbróting kl. 11, Evangeliskur fundur kl.
18, Ragnar Niclasen talar. Utifundur kl. 21
(Um viðrar) ,
Mánadagin bønarmøti kl. 20. Onsdagin uppbygg.fundur
kl. 20.
Samkoman Sion, Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt meti kl.
18.00.
Telefonandaktin svarar å 373777.
Læknavaktir
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 14. august: Hálvdan Simonsen,
tlf. 441490
Sunnudagin 15. august: Magnus á Stongum, tif. 423006
Nordoyggjar:
Leygardagin 14. aug. og sunnudagin 15. aug.: Tom
Jainsson, tlf. 455451
Vågar: tlf. 332413
Suduroy (nordur):
Tlf. 371560
Suduroy (sudur):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13—14. Tlf. 314544.
i dag 14. aug. fyllir Steinvør Joensen, Klaksvik, 75
år.
Fødingardagurin verður hildin saman vid børn-
unum.
80 år
f dag fyllir Jógvan Johannesen, ættaður úr Hval-
vík, búsitandi í Havn, 80 ár.
Dagurin verður hildin Adriasvej 7, 2300 Kø-
benhavn S.
Eitt ljós á
gótu míni
At hoyra Harranum til
Ti eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær
sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit
dovggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvort vit liva ella
doyggja, hoyra vit Harranum til. «
Róm. 14,7—-9:
Ti at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi
verða harri bæði yvir deyðum og livandi
Paulus apostul er í hesum orðum og aðrastaðni sannførdur
um, at Jesus Kristus er tilverunnar harri. Hetta er hitt fyrsta, vit
megu undirstrika og leggja áherðslu á, nú vit lesa hesi orð. Ein
er Harrin yvir øllum, ein er, sum ræður øllum, og eg eri undirgivin
hesum harra himna og jarðar. Eg eri ikki mín egin, ei heldur er
tað ein blind lagna, sum ræður, og ikki er tað tilvildarligar
hendingar, sum meta mær, eg veit hvør hann er, sum hevur tikið
meg inn at sær, og sum skipar fyri lívslagnu m ni, og sum eisini
hevur tilmålt mær mítt dagatal á fold, og han neigur allan mátt á
himni og á jørð
Viðgangast må at ikki er altíð so lætt at halda fast við hesa
uppfatan og hesa trúgv; serstakliga tá ið vit ikki skilja tað sum
hendir okkum og ikki kunna finna nakað hopi i tí. sum berst á —
sum t.d. tá ið sjúka rámar okkum ella deyðin tekur ein av okkara
kæru frá okkum ella tekur okkum sjálv burtur í bestu árum. Ofta
tykist tað at vera aðrar maktir, sum valda og onnur kunnu siga:
Hvar er Guð, hann leit á Guð, hann bjargi honum og ein sjálvur
er spyrjandi. Men trúgvin lítur seg upp til Guðs og væntar alt gott
frá honum og ekennir seg í tryggum, góðum hondum. hóast allan
mótburð og ágang og alt hetta ófatiliga; tí Harrin eigur alt vald,
sum týðiliga sýndi seg við uppreisn hansara frá deyðum.
Hesum Harra tilhoyra vit annadhvørt vit so liva ella doyggja,
leggur Paulus afturat, og hetta er tað næsta vit draga fram. Vit
hoyra hesum Harra til, sum doyði og reis upp fyri okkum og
harvið hevur sýnt okkum sín kærleika. Deyðin er ein sterk makt
hin síðsti figgindin, sum hann verður nevndur; men bæði í
lívinum og í deyðanum hoyra vit Harranum til, og einki, heldur
ikki deyðin kann skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi.
Hann er harri bæði yvir deyðum og livandi. Hin sami Harri, su
eg tilhoyrdi og tænti í lívinum, tilhoyri eg í deyðanum — og tí
kann hin kristni siga: Deyði, hvar er broddur tín?
Í trúnni á hann eru vit komin at hoyra honum til, tí hann
hjevur skapt okkum, hann hevur keypt okkum leysan og endur-
loyst okkum og hann hevur doypt okkum og nevnt okkum við
navni og sett sítt ognarmerki á okkum. Hann hevur alla tíðina
sýnt okkum sína umsorgan og verið um okkum, so vit altíð skulu
vera hjá honum og um vit ikki fråskriva okkum hansara kærleika
í hugmóð og vantrúgv, so skulu vit um ævir vera hjá honum.
Hetta ber so tað í sær, sum Paulus síðani sigur: »at eingin av
okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí um vit
liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit
Harranum. Vit eru ikki okkara egnu og vit hava fingið nakað at
liva fyri og doyggja fyri. Júst fingið av Harra okkara. Fingið
lívið sjálvt, fingið menniskju at liva lívið saman við, fingið eina
tænastu fyri land og fólk og fyri Harran og medmenniskju.
Lívið er ein tænasta, ein vitnisburður og soleiðis verður deyðin
eisini, tá ið vit hoyra Harranum til. Henda trúgvin á Guð og á
Jesus, sum Harran, gevur lívinum eitt ríkt innihald og sendir
sínar geislar inn í deyðans stund. Vit hoyra honum til og tí liva
vit og virka vit við øllum teimum evnum Guð gav og í trúskapi
til tgann dagin, hann kallar okkum heim.
Hetta er at vera í kirkju. Kirkja er eitt grikskt orð upprunaliga,
sum merkir tað sum hoyrir Harranum til, og verður sipað mest
til tey, sum eru doypt at hoyra honum til.
Høgni Poulsen