Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 153 - 17. AUGUST 1999 tíðindablaðið rå Renn avstað, tú skalt í skúla... I gjár var ein stórur dagur hjá nógvum fóroyskum bórnum. Tey vóru fyri fyrstu ferð í skúla ORÐOG MYNDIR JONHARD HAMMER Fyrsti skúladagur er ein stórur dagur hjá børnunum. I gjár vóru 770 børn, sum leitaðu inn um skúlagott fyri fyrstu ferð. Hetta er eitt sindur minni enn undanfar- in ár. Ørsøkin til, at tað eru færri børn er ikki greið, onkur vil verða við at kreppan hevur skuldina. Í gjáramorgunin var Sos- talurin á vitjan í Hoyvíkar skúla. Har komu foreldur við børnum sínum, ið skuldu byrja í fyrsta flokki. Børnini vóru sera spent at sleppa í skúla, og høvdu tey tað til felags, at øll høvdu fingið nýggja skúlatasku. Eitt sum undirritaði legði til merkis, var at tað vóru ikki nógvar heima- bundnar troyggur, sum tað var vanligt fyrr. Sjálvandi var tað onkur sum hevði fingið eina vakra troyggju, men tað vóru nógv sum vóru í Adidas klæðum. Børnini vóru sera vekur at líta á, og tær var ein rørandi stund, tá ið skúlastjórin bjóðaði børnunum væl- komnum í skúlan. Fototól- ini blitsaðu nógv, tí at for- eidrini vildu hava eina mynd av hesum stóra degi. so Hoyvikar skuli veksur Skulin i Hoyvik er tann, sum hevur flestar næmingar í fyrsta flokki tilsamans 61 næmingar. Seinasta ár vóru tað 48 næmingar í fyrsta flokki, so hetta er ein stórur vøkstur. Av ti at tað eru so nógvir næmingar verður skúlin noyddur, at hava Um vøksturin av næmingum heldur framm, koma vit at tríggjar fyrstuflokkar í ár. Fyrsti skúladagur er altíð ein stórur dagur hjá einum skúlastjóra, sigur Petur Dahl, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Nýggjar avbjóðingar eru fyri framman, og skúlin vil altíð royna at geva næm- ingunum so góða frálæru sum gjørligt. Skúlin í Hoyvík er ein væl útgjørdur skúli, so at fyritreytirnar skuldu verið góðar til at giv- ið eina góða frålæru, sigur hann Um veksturin av næm- ingum heldur framm, koma vit at hava at hølistrup- ulleikar í framtíðini, sigur Petur Dahl. Næsta ár sær tað út til, at tað verða líka nógvir næm- ingar, sum skulu í skúla, og tå hava vit ikki hølir til tríggjar fyrstu flokkar. Petur Dahl sigur, at býráði er kunnað um støðuna, og hann væntar, at tey fara at finna eina skilagóða loysn. Orsøkin til, at tað koma so nógvir næmingar í skúla í Hoyvík er tann, at næstan oll bygging, sum er farin fram í Havnini seinastu ár- ini, er uppí Hoyvíkini, sigur Petur Dahl, sum hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla síðani 1978. hava at hólistrupulleikar í framtíðini, sigur Petur Dahl, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla Fyrsti skúladagur er ein stórur dagur hjá bórnunum. Í gjár vóru 770 børn, sum leitaðu inn um skúlagott fyri fyrstu ferð Hesi skulu ganga í 1. á Hoyvikar skúla N. Finsensgøta 25 - FO 110 Tórshavn - Tlf/fax: 32 03 32