týsdagur 17. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 153 - 17. AUGUST 1999
Statoil fær
tíðindablaðið
privatar eigarar
Nevndin í Statoil handar í dag virkandi norska oljumála-
ráðharranum, Anne Enger Lahnstein, eitt álit um hvussu
tey meina at norska oljuvinnan skal skipast í framtíðini. Í
hesum álitinum er eitt uppskot um at Statoil eigur at fáa
privatar eigarar
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Um fjúrtan dagar skal
Norsk Hydro koma við sín
um uppskoti. Hesi bæði ál
itini leggja grundarlagið fyri
eini kapping um, hvor sum
í framtíðini skal umsita tær
risastóru oljugoymslurnar á
havsins botni, sum norski
staturin eigur. Serfrødingar
meta, at her liggja virðir fyri
minst 500 milliardir krónur,
kanska heilt uppi 700 mill
tardir krónur.
Fad er ikki lætt at seta eitt
krónutal á virðini, sum
norski staturin eigur gjøgn-
um "Statens direkte økono-
miske engasjement”
(SDØE).
Tá Hydro og Statoil í juni
samdust um at slakta Saga
Petroleum var ein orsøk at
bædi oljufeløgini ynsktu at
tryggja sína stóðu í sam-
band við at myndugleikar-
nir nú arbeiða við at broyta
oljuvinnuskipanina. Tað er
lætt at ímynda sær, at tað
kann gerast eitt harðligt
stríð millum tað hálvstatliga
Norsk Hydro og statsolju-
felagið Statoil. Bæði feløg-
ini ynskja sær tey bestu pett-
ini, tá rovini skulu býtast.
Norska oljumálaráðið
skal leggja fram eitt uppskot
um framtíðar oljuvinnuna í
februar 2000. Um ikki Hy
dro og Statoil semjast um
eitt felags uppskot, so enda
hesi feløgini í einum lobby
kríggið, har tey vilja royna
at lokka politikararnar til at
velja síni uppskot. Um so
hendir, so er hetta einki ann-
að enn tað vanliga. Norsk
oljusøga hevur nógv dómur
har Hydro og Statoil hava
verið ósamd.
Privatar eigarar
Nevndin í Statoil hevur hev
ur ikki vilja sagt nakað ná
greiniligt um hvat sum
stendur í álitinum, men okk
urt er komið út. Nevndin er
samd um at Statoil eigur at
fáa privatar pengar inn sum
eigarar. Her er talan um ein
partvísa privatisering, og
nevnt hevur verið at
privatpersónar ellar
fyritøkur skulu kunna eiga
upp til 49 prosent av
partabrøvunum. Norsk
Hydro er í dag skipað við
49 prosent privatum íløgum
og 51 prosent statligum.
Um so er at Statoil broytir
sínar lógir, so fær hetta eis
ini ávirkan á SDØE, tí tað
er Statoil sum í dag umsitir
hetta. Sum er hava norskir
myndugleikar ikki møgu
leika at lata privatar fyritøk
ur fáa hendan møguleikan
Tiskil má SDØE-skipanin
broytast
Nevndin í Statoil vísir í
álitinum á fleiri møguleikar
fyri at loysa SDØE-knutin
Sambært norska blaðnum
Dagens Næringsliv eru
minst seks møguleikar
nevndir i álitinum. Hesir eru
1) at Statoil keypir SDØE
ella fær hesar ognirnar sum
partabrøv; 2) SDØE verður
skift millum Norsk Hydro
og Statoil å besat hått; 3)
hægsta bod fær møguleika
at halda eyguni vid SDØE i
framtidini. Hetta er ein
neyvan tann møguleikin
sum verður valdur, ti norsk-
ir myndugleikar kunnu ikki
bjóða út SDØE uttan at út-
lendsk feløg kunnu leggja
inn tilboð. Hetta er orsakað
av EBS-avtaluni: 4) Partar
av SDØE, ella møguliga alt
verður lagt út til sólu har
tann sum hevur hægsta boð
sleppur at keypa: 5) SDØE
heldur fram sum eitt um-
sitingarfelag ella sum ein
oljugrunnur; 6) SDØE er
PAPA BE? DGA
bert ein sovandi partur i
teimum ymsu oljuloyvinum
á norska landgrunninum
Stórtingið
seinasta orð
Tað verða stórtingspolitikk
ararnir sum 1 sermmasta enda
skulu avgera um Statoil
gerst partvíst privat, og um
so verður hvat gerast skal
við SDØE. Pengarnir sum
koma igjøgnum SDØE er
størsta inntøkukeldan til
norska oljugrunnin
Tollfria sølan ikki
Sum kunnugt var orðaskift-
ið undan ES-avgerðini at
steðga tollfría handlinum
sera drúgvt. Serliga bretar
og týskarar vóru ímóti ætl-
anini, meðan danska stjórn-
in var ein tann heitasta fyri
ætlanini at banna tollfría
handlinum.
Ikki tí, lokalt í Danmark
hildu fólk lítið um ætlanina,
og tað vóru serstakliga fak-
feløgini og teir kommunalu
myndugleikarnir í teimum
økjunum, sum í mong år
hava notið gott av ferjusam-
bandinum millum Danmark
og Týskland, sum royndu at
ávirka stjórnina. Hesi vistu
m.a., at eitt bann ímóti toll-
fría handlinum fór at hava
við sær, at so at siga alt
ferjusamband bleiv niður-
lagt, og at mong tí fóru at
missa sítt arbeiði.
Hetta hjálpti tó ikki.
Stjórnin í Keypmannahavn
stóð við sítt, og bannið kom
í gildi. Enn hevur hetta tó
ikki víst seg at hava havt
nakra stórvegis ávirkan, tí
bara heilt fá arbeiðspláss
eru horvin. Men ein sann-
roynd er tað, at tað er tí stóra
streyminum av ferðafólki
nú á hásumri fyri at takka,
at ES-avgerðin ikki hevur
havt ta væntaðu ávirkanina
enn.
Fleiri hundrað rúka
Tí bentdir alt á, at hetta
verður ein stokkut gleði hjá
teimum, sum vinna sítt dag-
liga breyð í hesiari vinnuni.
Einstók av reiðaríunum,
sum hava ferjur siglandi
millum danskar og týskarar
havnir, hava longu boðað
frá, at tey fara at siga nógv-
um fólki upp seinni í summ-
ar.
Eitt nú hava Scandlines
boðað frá, at millum 200 og
300 av teirra starvsfólkum
fara at fáa uppsagnarbræv
seinni, og Stena Lines hevur
givið 660 av teirra starvs-
fólkum boð um, at tey
kunnu vænta sær uppsøgn.
Tað hevur eisini víst seg,
at ES-avgerðin at banna
tollfría handlinum eisini fer
at raka aðrar vinnur. Fleiri
bussfeløg, sum hava livað
av at senda fullsettasr buss-
ar við ferjunum til Týsk-
land, fara eisini at kenna
sviðan av banninum. Tals-
menn hjá busseigarunum
hava sagt, at fleiir bussfeløg
fara á húsagang, tá summ-
arið fer at halla. Fyribils
hava busseigararnir roynt at
klára seg við at seta ferða-
seðlaprísirnar munandi nið-
ur, men heldur ikki tað hev-
ur víst seg at muna nakað
stórvegis.
Tí verða ætlandi nógvir
danskir bussar settir í næst-
um.
Privat kunnu eisini leita eftir olju
NOREG: Fyri fyrstu ferð
nakrantíð hevur ein
privatpersónur í Noregi
fingið loyvi at leita eftir olju
undir havbotninum. Talan
er um Arne Lund, sum er
prestur í Sarpsborg. Í vikuni
gjørdu mynduleikarnir av at
geva onum loyvi at leita
eftir olju úti fyri Meløy í
Nordland.
Sjálvur sigur presturin seg
hava eina kenslu av, at olja
er á hesum leiðum, og tær
jarðfróðiligu fyritreytirnar
eru eisini til staðar, sigur
hann. Tað hava seismiskar
kanningar víst. Sambært
loyvinum kann Arne Lund
bora 200 metrar niður á
tveimum leiðum, men
dýpið má ikki vera oman
fyri 25 metrar.
Vilja varð-
kravt arbeiðspláss enn veita breta-
drotning
AUSTRALIA: Tidliga í
november skulu veljarar-
nir i Australia taka stødu
til spurningin, um landið
skal skipast sum lýðveld-
ið og samstundis loysast
frá bretsku krúnuni. Men
fyribils er einki, sum
bendir á, at australiumenn
hava hug at kvetta sein-
asta sambandið við gamla
hjálandið.
Ein menninakanning,
sum bleiv almannakunn-
gjørd í vikuni, at 50 pro-
sent av veljarunum fara
at atkvøda ímóti lýðveld-
isuppskotinum, sam-
stundis sum 40 prosent
taka við at loysa frá
bretsku krúnuni. Saman-
borið við eina tilsvarandi
kanning fyrr í ár er und-
irtókan fyri lýðveldinum
minkað fýra prosent,
meðan Elisabeth II hev-
ur mist eitt prosent av
sinum studuli.
Ur Canberra verður
sagt, at undirtøkan fyri
Australia sum lýðveldi
hevur ongantíð verið so
lítil sum nú, eftir at
myndugleikarnir fyri
einum ári síðani sam-
tyktu at leggja spurning-
in fyri fólkið.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo