týsdagur 17. august 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 153 - 17. AUGUST 1999
Bretski varauttanríkisráðharrin, Anthony Lloyd, sum herfyri var í Føroyum og skrivaði undir marknaavtaluna við
Bretland, er nú koyrdur úr starvi. Nýggju maður í hansara stað er John Battle
tíðindablaðið
myndini sæst á fundi við Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum
Tony Lloyd frá
Bretski varauttanríkisráð-
harrin, Tony Lloyd, sum
flestu føroyingar minnast
frá hátíðarligu undirskriv-
ingini av marknaavtaluni
millum Føroyar og Bretland
í nýggju hølunum í Tinga-
nesi, er ikki longur ráðharri.
Herfyri vórðu gjørdar fleiri
broytingar í bretsku arbeið-
arastjórnini. Ein broyting
var tann, at Tony Lloyd varð
koyrdur úr sessinum sum
ein av trimum varauttanrik-
isráðharrum.
Sambart bretska blaðnum
Guardian, so hevur Tony
Lloyd verið ein óheppin
ráðharri. Tá hann í fjør gav
frågreiding og svaraði
spurningum í eini tingnevnd
um våpnasølu til afríkanska
landið Sierre Leone, var
hann ikki nóg væl kunnaður
av sínum embætismonnum.
Síðani tå hevur hann verið
>a marked minister« skrivar
The Guardian. Seinni hevur
hann so eisini umrøtt ein
fyrrverandi konservativan
politikara meira positivt,
enn hansara egnu mettu
vera rætt.
Tony Lloyd kemur frá
Manchester økinum og hev-
ur umboðað Stretford síðani
1983. I andstødu var hann
talsmaður hjá Labour fyri
flutningi, arbeiðsmarknaði,
útbúving og umhvørvi. Tá
Arbeiðaraflokkurin kom
inn aftur í hitan, eftir at hava
verið úti í myrkurinum í
umleið 18 ár, varð Tony
Lloyd kosin varauttanríkis-
ráðharri við m.a. Felags-
marknaðinum sum målsøki
Tá marknaavtalan millum
Føroyar og Bretland kom
undir land fyri ikki so lang-
15 born
í skúla í
Sorvagi
Í Sørvågi fara børnini í 1. flokki nú
í skúla hvónn morgun klokkan átta
OLAvur Í BEitI
1. flokkur í Sørvågi:
Fimtan børn byrja í 1,
flokki í Sørvågs skúla í
ár, og var fyrsti skúla-
dagur hjá teimum í
gjár, mánadagin.
Sum nakað nýtt skal
|. flokkur í Sørvågi eis-
ini møta hvønn morgun
klokkan 8. Ein av or-
søkunum til hetta er, at
tað er høgligari hjá for-
eldrunum, sum hava ar-
beiði, at børnin byrja tíð-
liga í skúlanum.
1. flokkur, sum byrjaði í
Sørvågs Skúla í gjár. Tey
eru fimtan í tali - og fara
tey í skúla hvønn morgun
klokkan átta
Mynd: Andrass Henriksen
ari tíð síðani, varð Tony
Lloyd maðurin, sum bretar
sendu til Føroya at undir-
skriva avtaluna. Hann man
uttan iva vera tann hægsti
bretski politikarin, sum vitj-
að hevur i Føroyum nakr-
antíð.
Undir vitjan síni í Føroy-
um legði Tony Lloyd stóran
dent á framtíðar samvinn-
una millum Føroyar og
Bretland, og tað var eisini í
sambandi við hansara vitjan
her, at Anfinn Kallsberg,
løgmaður varð boðin á al-
menna vitjan í Bretlandi.
Tann vitjanin er ikki enda-
liga ásett men verður
einaferð í heyst.
John Battle
frá orkumálum
Ein annar bretskur ráðharri,
sum vit føroyingar eisini
„ fyrrverandi oljumálaráðharri, sum á
hava havt nakað við at gera,
er John Battle, sum hevur
verið orku- og oljumálaráð-
harri, síðani Labour kom
aftur í stjórn. John Battle er
nú vorðin varauttanríkisráð-
harri. John Battle hevur utt-
an iva havt sín lut í tí semju,
sum varð gjørd millum Før-
oyar og Bretland um mark-
ið. Tá altjóða oljuráðstevn-
an varð hildin í Stavanger í
fjór hittust Eyðun Elttør,
orkumálaráðharri og John
Battle at tosa um framtíðar
samvinnu á oljugkinum. Tá
varð marknatrætan eisini
havd á lofti.
Nýggjur bretskur orku-
málaráðharri er vald Helen
Liddell.
11
Nógv koyrdu
ov skjótt
Fleiri vóru tey, sum um vikuskiftið
fingu bót fyri at koyra ov skjótt, og
hjá onkrum hongur koyrikortið í
einum klónum tráði
væ
få he
JOHN JOHANNESSEN
Um vikuskiftid gjørdi
løgreglan i Havn ferðmát-
ingar å vegastrekkinum
nordanfyri Kalbakstunn-
ilin, og nógv vóru tey, ið
fingu bót fyri at koyra ov
skjótt. Eisini vóru nøkur,
ið koyrdu so mikið skjótt,
at koyrikortið hongum í
einum klónum tráð, sigur
Suni Vinter, leiðari á pol-
itistóðini í Havn.
Nakrar av ferðátingu-
num vórðu gjørdar eftir
dytsin millum HB og KI
sunnudagin, og vóru tað
nøkur av KI viðhaldsfólk-
unum, id høvdu eitt sind-
ur ov. stóran skund at
sleppa sær norður aftur at
bera boð um tepra sigurin.
Tað frættist, at einir fimm
bilførarar fingu bót, tí teir
skundaðu sær ov nógv at
náa ferjuna um Leirvíks-
fjørð.
Kemur ofta fyri
Suni Vinter sigur, at tað
kemur ofta fyri, at bilfør-
arar verða tiknir fyri at
koyra við eini ferð, ið
liggur omanfyri mest
loyvda markið, ið er 80
kilometrar um tíman. Eis-
ini kemur tað javnan fyri,
at ung fólk, ið ikki hava
aldur at koyra bil, verða
tikin fyri at koyra uttan
koyrikort, eins og tað
gjørdi um vikuskiftið.