týsdagur 17. august 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið 5052 17
NR: 146 - 23. JUNI 1999
Gøtumenn
fáa góða
hjálp frá
motstødu-
monnum
Fótbóltur: Try av
teimum fimm sjálv-
málunum, sum eru
gjørd í kappingini í
år, hava mótstøðu-
menn gjørt fyri
gøtumenn
nm sjålvmål eru skrásett í
andskappingini eftir tolv umfør
ravert er, at í trimum forum
ru tað mótstøðulið hjá GI, ið
skoraðu ímóti sínum egnu mál-
monnum — eitt nú í Vági, har VB-
liðskiparin, Eyðun Jacobsen, var
so óheppin at senda bóltin í netið
hjá Bjarna Johansen, og sostatt
KOMU SUM á odda 2-1
Í næstseinasta umfarinum var
tað HB midverjin, Hans á Lag, ið
sjålvmål Sarpigerði i
Gøtu. og i S.umfari javnaði NSÍ
1 Sjúrður ] acobse
gjørdi
til 1-1 fyn
um hesi bæði
eciøg
Sjálvi higaI I ár em
fallin s 1
|. umfar: Sumba-B36 (1-6)
Jpaso é Biberdzic. Sumba fyrr
B36 til 1-1
5. umfar: IF-B68 (2-4) Erling
Joensen, IF fyri B68 til 0-3
5. umfar: NSI-GI (1-1) Sjúrður
Jacobsen, NSI fyri GI til 1-1
11. umfar: GI-HB (1-2) Hans å
Lag, HB fyri GÍ til 1-2.
12. umfar: VB-GI (1-3) Eyðun
Jacobsen, VB fyri GI til 1-2.
Tað vóru i hvussu er tvey mål
afturat í hesi kappingini, ið líktust
nógv sjálvmáli. Bæði hesi málini
vóru skorað í Gundadali, ávíkavíst
av Jacobi Eli Olsen hjá HB og
Michaeli í Lágabe hjá VB. Men
dómararnir i hesum dystunum
gjørdu av at meta hesi málini sum
mál hjá Jákupi á Borg og Øssuri
Hansen, og soleiðis stendur tað í
dómaraseðlum frá teimum dyst-
unum.
Tí meta vit heldur ikki hesi
málini sum sjálvmál, men tað
hevdi verið eitt sindur keðiligt fyri
hagtølum, Jákup á Borg og til
dømis John Petersen í endanum
av kappingini vóru javnir á
málsjúttaralistanum, ella um
Jákup hevði skorað eitt mál meira.
Men hetta er helst ikki nakað, sum
Jákup og John hugsa um í løtuni,
tí teirra mál er fyrst og fremst at
vinna gull í kappingini, og so
kunnu teir aftaná at finna útav,
hver teirra verður fremstur, og
hver verður næstfremstur millum
málskjúttar.
Sum stødan er nú, býta teir báðir
tað fyrsta plássið á máltalvuni
millum sín og eisini Kurt Mørk-
øre, men klaksvíkingurin fær ikki
nakað mál afturat í ár, tí hann fer
av landinum at spæla í Noregi.
Alt kann henda í fótbólti, nú
seks umfør eru eftir at spæla, men
tað er sera sannlíkt, at antin Jákup
á Borg ella John Petersen enda
sum toppskorari í ár.
Sum kunnugt, gjørdist John í
1994 tann besti málskjúttin í við
21 málum, og í tjør endaði Jákup
fremstur við einum máli færri.
ie
Breiddin kann fara
at gerast avgerandi
Fótbóltur: Í fýra av teimum fimm dystunum fór útiliðið við øllum, og tað boðar frá stødug-
um avrikum, at í øllum fimm førunum vann tað liðið, sum á stðutalvuni undan vikuskifti-
num var omanfy ri
Tveir triðingar av landskappingini
eru farnir afturum, og tólvta um-
farið broytti ikki serliga nógv
uppá støðuna. Í teimum fimm
dystunum vunnu øll tey fimm lið-
int, ið á stødutalvuni vóru oman-
fyri motstødulidini, og tað sigur
eitt sindur um, at talan er um stød-
ug avrik, at fýra av teimum fimm
sigrunum vóru vunnir á útivolli.
Einasti heimasigurin var á gras-
inum á Svangaskarði, har B68
kortini brúkti langa tíð at fáa úr-
tøku burturúr greiðu leikligu yvir-
vágini
Tad plagar at vera eyðkenni fyri
lið. sum eru betri fyri enn mót-
stødulidini ella sum hava meiri
undanvind enn hini, at tær tøttu
uppgerðirnar síðstu løtuna koppa
til teirra fyrimun, og soleiðis var
tað eisini hesa ferð. NSI lá undir
2-0 a Sandi, og fimm minuttir
undan leikloki bendi einki á, at
teir skuldu fáa oll stigini, men teir
megnaðu at skora sigursmálið í
evstu lotu. Sjálvandi harmast
sandoyingar um hetta, ti sigurin,
sum var undir borðinum, hevði
havt við sær, at teir høvdu verið
rættuliga leysir av botninum, áðr-
enn teir komandi sunnudag skulu
suður til Sumbiar. —
At tað eydnast NSI at fáa try
stig heyði við sær, at teir í Runavík
av álvara blanda seg í kappingina
um altjóða luttøku. Hesa ferð
løgdu teir HB afturum seg, og nú
eru teir å Intertoto Cup plåssinum,
sum teir í síðsta umfari í fjør mistu
á Svangaskarði. NSI lá annars
nógv tann størsta partin av kapp-
ingarårinum í fjør til luttøku i
Europa Cup, og nú kann tað fara
at visa seg, at gongdin verður tann
øvugta soleidis at skilja, at teir
arbeiða seg upp.
Tað hevur NSI i hvussu so er
møguleikar til, tí teir eiga dystir á
móti øllum trimum liðunum, ið
eru omanfyri teir á stødutalvuni.
Sunnudagin kemur HB til Runa-
víkar. Um HB tapir, so mugu teir
metast at vera foknir í kappingini
um Europa Cup, og ein heima-
sigur fer av álvara at styrkja
møguleikarnar hjá NSI fyri altjóða
luttøku, men takið verður stórt, tí
annan sunnudag skal NSI til Gøtu,
og so koma klaksvíkingar at vitja.
Í síðsta umfarinum skal NSI spæla
á heimavelli móti B36, og tå kann
nógv fara at standa uppá spæl,
sjálvt um tað skal hilnast ógvuliga
væl hjá NSI tey komandi viku-
skiftini, um teir ta ferðina skulu
spæla um FM.
Toppurin
Tað er framvegis soleiðis, at Kl
og B36 eru bestu boðini uppá FM.
Felags fyri bæði liðini er, at tey
komu burturúr vikuskiftinum við
gøllum stigunum og at uppgåvan
var torfør. Bæði liðini høvdu
strævnar altjóða dystir frá
hóskvoldinum í kroppinum, og
B36 menninir vóru móðir av ferð-
ini í Turkalandi, har teir høvdu
fingið búkilsku í ferðagóðsið til
hús aftur.
At B36 vann í Fuglafirði sigur
ikki so lítið um IF, men tað boðar
eisini frá, at breiddin hjá B36 er
stór, og hetta kann fara at vísa seg
sera týdningarmikið næstu vikur-
nar. Klaksvíkingar plaga at siga,
at teir trívast væl í Gundadali, og
har hava teir eisini ofta vunnið,
men hóast teir hava fingið fleiri
javnleikir á útivelli móti HB tey
seinnu árini, so er tað ein sann-
roynd, at teir hava ikki vunnið í
landskappingini á útivglli móti
HB síðani í fyrsta umfarinum í
1986, tá teir flaggdagin vunnu 1-
0.
Men hóast góða avrikið og kær-
komnu stigini, so halda teir í KÍ
neyvan, at teir komu snikkaleysir
úr Gundadali. Teir vistu framman-
undan, at hetta var síðsti dysturin
hjá Kurt Mørkøre, og tað er fram-
vegis ein stórur spurningur,
hvussu teir skulu seta liðið, tá teir
sunnudagin fáa vitjan av Gl og
aftur skulu út í lyklastríð um FM
heitið. Og so var tað steinur oman
á byrðu, at John Ryan varð skadd-
ur og neyvan verður við komandi
sunnudag.
Í KI fara teir sjálvandi at taka
allar uppgávurnar í stórum álvara,
men lykladystirnir á torføru FM
gøtuni mugu umframt GÍ á á heima-
velli metast at vera NSÍ í Runavík
og B36 í Gundadali. Hjá B36
verða torførastu uppgávurnar, um-
framt klaksvíkingar í næstsíðsta
umfari, GI í Gøtu, NSI í Runavík
og so tann allar tyngsta uppgávan,
tá teir 12. september eiga heima-
dyst móti HB!
Botnurin
Sumbingar eru framvegis niðast,
og komandi vikuskifti sær út til at
fara at verða ógvuliga avgerandi
Sumba og B36 stríðast í hver
sínum enda av stigatalvuni
fyri teirra lagnu. Umframt at teir
sjálvir taka ímóti B71, so skal ÍF,
ið er næsta liðið omanfyri teir,
spæla á heimavelli móti VB.
Sumbingar skulu hava stig og
sigrar fyri at sleppa av aftasta
plássinum, og á pappírinum tykj-
ast tað bara at vera tveir møgu-
leikar. Annar er nú sunnudagin
móti sandoyingum, og hin er í
síðsta umfarinum móti VB í Vági.
Hinar uppgåvurnar síggja øgiligar
út hjá Sumba: úti móti HB, heima
móti GÍ, úti móti KÍ og heima
móti NSÍ.
jh
Frålikt mál bjargaði eitt stig
2. deild menn:
LIF-GI 3-3 (1-2)
LIF var aftanfyri 3-2, tå dysturin
móti GÍ í Gøtu var um at verða
liðugur. Men við einum frálíkum
skoti eydnaðist tað LÍF at javna í
seinastu lotu.
Stødan, sum gav útjavnandi
málið, byrjaði við einum frísparki,
sum varð sent inn í brotsteigin hjá
GI. Gøtumadur stútaði bóltin út
úr brotsteiginum, men millum
miðjuna og brotsteigin tók Arni
Jacobsen ímóti. Hann smekkaði
til fyrstu ferð, og bólturin dúkkaði
niður í málhorni, og lorvíkingar
fegnast um vakra málið, sum gav
teimum uppibornan javnleik.
Dysturin var iki 10 minuttir
gamal, tå LÍF hevði lagt seg á
odda. Bólturin datt niður uttan fyri
brotsteigin hjá GI, har legði top-
skjúttin hjá lorvíkingum, Mirek
Gil, bóltin til rættis og sendi hann
í málið við einum góðum skoti.
Tað var annars heimaliðið, sum
hevði meira spæla fyrra hålvleik,
og tað var tí fult uppiborið, at
veteranurin Símun Petur Justinus-
sen javnaði, tá okkurt um 20 min-
uttir vóru spældir. Bólturin var
stungin fram um LIF-verjuna, sum
lå langt frammi å vøllinum, og so
hevdi Símun Petur mest sum alla
hålvuna at renna å, og hann skor-
aði eisini upp á møguleikan.
10 minuttir fyri hålvleik gjørdist
tað 2-1 til Gl, tå Erland Tvørfoss
skoraði annað vikuskiftið á rað.
Uppspælið var gott, úr síðu í síðu,
og síðani legði Tummas Magnus-
sen bóltin fyri føturnar á Erlandi,
sum útnyttaði møguleikan til fuln-
ar.
Í seinna hálvleiki komu gestirnir
rættiliga fyri seg, og teir stýrdu
hendingunum alla tíðina. Men teir
javnaðu ikki, fyrr enn eitt korter
var eftir at spæla. GÍ-verjuspælari
gjørdi óneyðugt frispark móti Jon-
Ad Høgnesen, sum var á veg út
úr brotsteiginum, og tá Tomek
Resel fekk møguleikan úr ellivu
metrum sveik hann ikki.
Hóast LÍF stýrdi dystinum í
seinna hálvleiki, kom heimaliðið
fram um aftur, tá lítil tíð var eftir
at spæla. Eftir hornaspark og eitt
sindur aftur og fram, fekk brasiliu-
maðurin Moises skot á, men á veg
í mál tók LÍF-miðvallarin Poul
Suni Dam hondina til hjálpar, og
so var brotsspark og Poul Suni var
útvístur. Símun Petur Justinussen
skoraði til 3-2.
Í seinastu løtu eydnadist tað tó
LÍF at javna við frálíka málinum
hjá Árna Jacobsen, og tað var væl
uppiborið, at teir fingu í minsta
lagi eitt stig við sær. Gøtumenn
fegnaðust um, at teir fingu javn-
leik, men tvey av hinum botnlið-
unum fingu eisini stig, og tí nytt-
aði javnleikurin lítið.
GÍ hevur í fyrru hålvu havt
nógvar ungar spælarar á liðnum,
men nú royndir spælarar sum Er-
land Tvørfoss, Símun Petur Just-
inussen, Janus Rasmussen, Svend
Olsen og Tummas Magnussen
spæla við, tykist bjargingarroynd-
in hjá liðnum eitt sindur meiri
sannlík. ek
F
see