hósdagur 13. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 8 - 13. januar 2005
- Jenis av Rana hevur
eftir øllum at døma
trupult at skilja mill-
um persónlig áhuga-
mál og proffessionelt
arbeiði. Sjálvandi er
ikki talan um eina
journalist rasu, sum
ger alt eins, sigur
Øssur Winthereig,
tíðindaleiðari í
Sjónvarpi Føroya
FØROYSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Jenis av Rana og aðrir
politikarar
við
honum
royna at trýsta sína heims-
fatan yvir á okkara fakøkið.
Heimsfatanin hjá politik-
arum er bygd á, at øll fólk
einans arbeiða fyri promo-
vera seg sjálvan, men hesa
heimsfatan hevur tíðinda-
flutningur ikki. Vit hava
fleiri mál, sum vit royna at
uppfylla. Millum hesi eru
upplýsing, fjølbroytni, við-
gerð av týðandu málum og
undirhald.
Tíðindaleiðarin í Sjón-
varpi Føroya, Øssur Winth-
ereig, er ein av royndastu
tíðindamonnum í Føroyum.
Hann er alt annað enn
samdur við sjónamiðunum
hjá formanni Miðfloksins,
Jenisi av Rana, sum í
Sosialinum týsdagin legði
stóran part av tíðindafólk-
unum í Føroyum undir at
viðgera evni úr einum
einstakum sjónarhorni-tí
persónliga hjá tíðindafólk-
inum.
Hetta
uppáhald
bygdi hann á einstáttaðu
viðgerðina av sonevndum
etiskum málum og uttan-
ríkispolitiskum evnum sum
Ísrael og George Bush.
– Jenis av Rana hevur
eftir øllum at døma trupult
at skilja millum persónlig
áhugamál og proffessionelt
arbeiði. Sjálvandi er ikki
talan um eina journalist
rasu, sum ger alt eins.
Tvørturímóti vísa tíðinda-
sendingarnar í útvarpi og
sjónvarpi,
hvussu
stórt
fjølbroytni er, vísir Øssur
Winthereig.
Subjektivur
journalistikkur
– Tað er í alt ov stóran mun
persónligi sjónarmiðini hjá
fjølmiðlafólkinum, sum ger
av, hvussu málini verða lýst
og viðgjørd, og tað er
skaðiligt fyri demokratiið,
tá hugsað verður um, at tað
eru fjølmiðlafólkini, sum
velja og vraka, hvørji tíð-
indi, tey vilja bera fram,
sigur Jenis av Rana
Í greinini týsdagin gjørdi
formaður Miðfloksins vart
við, at føroysk tíðindafólk
skaða og eru ein forðan fyri
fólkaræði í Føroyum, tí tey
eftir hansara tykki velja og
vraka tíðindini eftir persón-
ligari og politiskari sann-
føring, og ikki óheftum
metingum.
Øssur Winthereig hevur
ongantíð dult fyri, at hann
hevur hoyrt til vinstravong-
in í Føroyum. Hann var
virkin á vinstravonginum í
sjeytiárunum, og hann still-
aði eisini upp til fólka-
tingsvalið í 1994 fyri
Verkamannafylkingina.
Hevur tín politiska sann-
føring ongantíð ávirkað tíni
val sum tíðindamaður?
– Vit eru øll menniskju
av kjøti og blóði, sum velja
og vraka tíðindi hvønn dag.
Okkara val vera tikin eftir
einum
proffessionellum
hugburði og ikki eftir per-
sónligari sannføring, sum
passar inn í onkra yvirskip-
aða politiska skipan. Men
stendur valið millum at
verja tann, sum stendur
veikast ella um at fara á
onkra ráðstevnu hjá onkr-
um, skal tað ikki vera nak-
að dulsmál, at eg velji tað
fyrra, svarar Øssur Winth-
ereig.
Í greinini í Sosialinum í
gjár vísti Jenis av Rana
eisini á, at hann metti, at
borgarar, sum vera noyddir
at rinda sjónvarps- og út-
varpsgjald,
eiga
kunna
krevja, at viðgerðin av mál-
um ikki verður litað av per-
sónligu sannføringini hjá
tíðindafólkunum.
– Tað er einki, sum eitur
objektivur tíðindaflutning-
ur. Tíðindaflutningur er
subjektivur. Summi halda
kanska tað ber til at gera
objektivivan journalistikk
og stremba eftir tí, men tað
haldi eg ikki, og eg strembi
ikki eftir tí.Tá tú ert eitt
menniskja av kjøti og blóði,
sum daliga situr og velur
tíðindi, slepst ikki undan, at
tú ert subjektivur. Hetta
merkir kortini ikki, at tú
velir subjektivt eftir per-
sónligari ella politiskar
sannføring, men hinvegin
eftir sakligum og professio-
nellum kriterium. Eg haldi
tað nógv týdningarmiklari
at vera sakligur enn ob-jek-
tivur, vísir tíðindaleiðarin í
Sjónvarpi Føroya á.
Professionellu kriteriini,
sum Øssur sipar til eru
millum annað, at øll skulu
sleppa til orðanna, men
hetta nýtist ikki at vera
samstundis, sum Jenis av
Rana krevur, umframt at
tíðindini hava týdning fyri
borgararnar.
Ongan týdning
Øssur Winthereig heldur
ikki tað hevur nakran týdn-
ing, hvørja politiska sann-
føring tíðindafólk hava, tí
kravið hjá borgaranum má
fyrst og fremst vera, at
handverki hjá tíðindaflutn-
inginum er í lagi.
– Eg haldi snøgt sagt ikki
tað hevur nakran týdning
fyri tíðindaflutningin um
tíðindafólk velja til vinstru
ella høgru. Tað ræður fyrst
og fremst um dygdina á tí
journalistiska arbeiði, sum
verður gjørt. Eg kann finn-
ast at journalistiska ar-
beiðnum, um vit eitt nu ikki
lata allar keldur sleppa til
orðanna ella ikki kanna
okkara upplýsingar nóg
væl, men tað hevur einki
við politisku sannføringina
hjá tíðindafólkinum at gera.
Eg haldi tað er líkamikið
hvørja politiska sannføring
starvsfólkini á SvF, ÚF,
Dimmalætting ella Sosial-
inum hava, tí tað sum hevur
týdning er um handverkið
er í ordan, heldur hann.
Vanta klagustovn
Tíðindaleiðarin í Sjónvarpi
Føroya heldur tað er menn-
andi við atfinningum uttan-
ífrá og einum kjaki um før-
oysku fjølmiðlarnar, men
hann heldur tað er snøgt
sagt burturvið at leggja
føroyskar journalistarnar
undir meir ella minni við at
mótarbeiða
demokratii-
num, sum Jenis av av Rana
vil vera við.
Øssur Winthereig vísir á í
hesum sambandi, at tað er
sera óheppið, at hvørki ein
hyggjari ella lurtari í dag
hevur møguleika til at
klaga yvir viðgerð í al-
mennu fjølmiðlunum.
– Í løtuni ber til at senda
eina klagu til stovnin, men
tað er ikki góður siður, at
ein stovnur skal viðgera
eina klagu um seg sjálvan.
Úr tí kemur sjáldan nakað
gott burturúr. Tað er tí um-
ráðandi, at vit sum skjótast
fáa eitt fjølmiðlaráð, sum tú
kanst klaga til, og sum
hevur somikið av trúvirði,
at ikki bara almennu, men
eisini privatu fjølmiðlarnir,
lurta eftir einum fjølmiðla-
ráði, sigur Øssur Winther-
eig at enda.
Proffesionalisman køvir
privatu sannføringina
-Eg haldi snøgt sagt ikki tað hevur
nakran týdning fyri tíðindaflutningin
um tíðindafólk velja til vinstru ella
høgru. Tað ræður fyrst og fremst um
dygdina á tí journalistiska arbeiði, sum
verður gjørt.
Mynd: Jens Kr. Vang