hósdagur 13. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 8 - 13. januar 2005
TINGHELLUDEBATT
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Um eitt nú
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
havi eg frá trongskygdum
og øðrum víðgongdum
fingið at vita, at eg burdi
"skamma meg". Hetta, tí at
eg – við at arbeiða ímóti
homofobi – virki fyri rætt-
indi teirra samkyndu; tí at
eg javnseti mannalív sosum
álvarsliga brekað børn og
einstaklingar langt inni í
Alzheimer við apur; tí at eg
– av samvitsku-, búskapar-
ligum- og mentanarávum –
virki fyri at fáa fleiri ikki-
føroyingar til landið; tí at
eg tali fyri eini rúsevnis-
løggildan, har státurin trok-
ar av "tað privata" av
narkomarknaðinum við at
bjóða út rúsevnið ókeypis;
tí at eg seti spurnartekin við
Kyoto-sáttmálan og, yvir-
høvur, hví vit sýnast nógv
fúsari at spandera eina
asins rúgvu av peningi
uppá eina – serliga fyri
fólk, ið knossast og stríðast
fyri dagligt breyð – látur-
liga viðarlund í Mikronesia
heldur enn at bjarga og
betra lívið hjá túsundtals av
medmenniskjum; tí at eg
finnist at føroyskum prest-
um fyri at vera alt annað
enn samfelagsliga nærlagd-
ir og fyri at vera ópolitiskir
og, tessvegna, órógvandi
týdningsleysir; tí at eg finn-
ist at Vatikaninum og átali,
at Móðir Teresa – verandi
ein sadistiskur, víðgongdur
kristin, ein umberari fyri
nøkrum av heimsins mest
avskræmiligu harðræðis-
stýrum og tilvitaður njótari
av fíggjarsviki – gjørdist til
halgimenni og tí at eg – við
at arbeiða ímóti Stalin-um-
berarum og Che-fjepparum
– virki fyri vælfyrireikað-
um, altjóða-stýrdum uppí-
leggingum inn í harð-ræð-
islond sum til dømis Ke-
kenia og Kuba við seinna-
meiri demokratisering.
Tó at skendskt og æru-
skemmandi orðalag, and-
veik boð um "hvør eg í
veruleikanum eri, hvar eg
komi frá" saman við rasist-
iskum, homofobiskum og
líknandi, táputryggjaðum
viðmerkingum verða strik-
að, trúgvi eg enn á rættin til
fullkomiligt
talufrælsi.
Samsvarandi haldi eg eisini
tað vera í lagi hjá Óla
Breckmann í ÚF undan
síðsta løtingsvali at borð-
reiða
við
rasistiskum,
homofobiskum og líknandi
trongskygdum úttalilsum –
eg haldi ikki at Óli Breck-
mann átti at verið blakaður
út úr landinum fyri hetta!
Eisini hevði eg hildið tað
verið í lagi hjá Yusuf al-
Qaradwi – ein ultra-íhalds-
sinnaður
"muslimskur"
klerkur búsitandi í Eng-
landi – at komið til Føroya
og greitt frá hví hann
heldur, at júst forkvinnan í
Friðarboganum átti at verið
førd upp á takið á Føroya
Tele og, a la Fidel, skump-
að út av tí... ella bara stein-
að til deyiðis uttanfyri
flokshølini hjá Fólkaflokk-
inum (ímeðan gardinurnar
liva).
Talufrælsið má nevniliga
uppírokna frælsið at koma
við barnsligum, fúlum, illa-
vorðnum og andstyggilig-
um úttalilsum. Ella er tað
púrur uppspuni – eitt frælsi
aftanfyri
fongsulsmúrar.
Um tú ikki verjir frælsið
hjá teimum, tú roknar fyri
einki, íðan, tá hevur tú
heldur ikki veruligt álit og
trýrt tú ikki á frælsið.
Har eru tvær orsøkir til
hví talufrælsi – og, í aðrar
mátar, framsagnir av yms-
um slag – í einhvørjum frí-
lyntum samfelagi eigur at
verjast. Vesturlendsk sam-
feløg eru tøknisliga og in-
tellektuelt samansett tí at
tey eru grundað á megin-
reglurnar í upplýsingartíð-
ini frá 18. øld. Ein av teim
meira týðandi meginregl-
unum er at hugskot eiga
verða frítt kjakað. Góð
hugskot – tey, ið fáa eitt-
hvørt at rigga ella lýsa
veruleikan nágreiniligari –
fáa undirtøku, og vánalig
hugskot vera fyri ósigri, og
vrakað, um grundgevingar.
Nei, tað riggar ikki altíð;
men breiði sannleikin í
hugskotunum hevur verið
sjálvt grundarlagið fyri tí
menning, vit nú í longri tíð
hava notið – og sum er hví
einræðissamfeløg, ið jú
kúga og steðga talufrrælsi,
verða verandi fangað í
armóð.
Í sjálvum sær hevði tað
kanska ikki verið so galið
at sensurera trongskygdar
meiningar, eitt fjákut hug-
skot – at bannað Gerhardi
Lognberg, við Ginusøgum
og hvønndagsligari homo-
fobi í huga, nakrantíð aftur
at úttala seg um mentan, ið
ikki uppíroknar jólamenn
og postkassar. Men at taka
til at múlabinda fólk, vit
ikki dáma, er einki frægari
enn at fylla dieselmotorin í
okkara vóngóðu menning
við bensini; ella taka til
"positivitet" og "alterna-
tivan heilivág" so at lekja
krabba, tá ið ‘kemo’ og
geisling er einasta alterna-
tivið. Vit skapa, rætt og
slætt, ein rakstrarmátt ímóti
sensuri, ið verður óvanliga
torførur at steðga; og
frælsi, ið er óskiftiligt,
gerst tá skiftiligt.
Tað, at talufrælsi við
jøvnum millumbili hevur
tørv á at verða vart – oftani
í samband við at menn-
iskjaligir analfabetar sosum
Jean-Marie le Pen, Móses
[sic] Hansen og vísindaligi
analfabeturin,
Charles
Windsor, av ørvitisligum
felagsskapum og londum
verða bodnir til onnur øki í
Evropu at tala teirra søk –
vísir hvussu fátækt talu-
frælsi-hugtakið í grundini
hevur verið sementað í
hugsanarháttinum hjá okk-
um.
Í Amerika
verjir
vinstrasinnaða American
Civil Liberties Union í heil-
um
grundlógartryggjaða
rættin hjá neo-nasistum og
øðrum fasistiskum bólkum,
eisini andligum svaklingum
og fidusmakarum, at tala
og mótmæla; felagsskap-
urin skilur, at borgara-
rættindi kunna ikki skerast í
flísar og kortini standa
uppi.
Við eitt nú hesum í huga
– um føroyingar vilja eitt
liberalt fólkaræði, og ikki
eitt státs- ella fyritøku-
fólkaræði – muga vit
‘klausulera’, leggja treyt
við eina komandi føroyska
grundlóg, sum við ótví-
skiljandi orðum tryggjar
talufrælsi;
júst
sum
í
Amerika og sum repu-
blikanarir í Bretlandi í
løtuni virka fyri
(www.Charter88.org.uk).
Jenis av Rana og aðrir
glansbílæts-fikseraðir pro-
ísraelittar kundu lært av
slíkari atgongu til veruligt
talufrælsi sum teir leypa á
føroyskar fjølmiðlar fyri at
vera "pro-palestinskir" og tí
ikki "óheftir" – tað er bara
tað, at uttan so tú heil-
hjartaður tekur undir við
teirra sjúkliga sjónarmiði,
verður tú markaður, ikki
bara
"pro-palestinskur",
men "anti-ísraelitti". Og tað
er júst í hesum, talufrælsi
ger seg galdandi: Jenis av
Rana fær loyvi at tala fyri
rættleikanum í at senda
eina ‘nydeliga’ krússara-
rakett inn í eina 1-kamars
íbúð stappað av "ósekum"
børnum í gongd við at eta
tomatsuppu og, muslimsk-
um børnum líkt, smásparka
hvønnannan undir borðin-
um... fyri síðani at fáa at
vita – av mær – at eingin
rættleiki er í slíkum. Mín
rættleiki fær undirtøku,
hansara verður vrakaður.
Og tess skjótari hasin
‘nydeligi’ Gunnar Mikkel-
sen gevst at leita sær inn í
fasistiskar bulir sum tann
hjá Felagið Føroyar-Ísrael
at upptraðka, skjótari doyr
misplaseraða samkenslan
hjá alt ov nógvum føroy-
ingum við ísraelskan uttan-
ríkispolitikk.
Hatta var so, sum so, hin
meginregluliga grundgev-
ingin fyri at vera ímóti
sensuri. Men har er eisini
ein praktisk ein: einki ger
eitt hugskot meira atdrátt-
armikið enn at banna tað.
Um vit banna Torbirni
Jacobsen nakrantíð aftur at
mæla orð, banna sangbólk-
inum Salt nakrantíð aftur at
geva út fløgu og banna
Peturi Jensen og bispi at
gera tað, teir nú einaferð
eru í holt við, verða tey øll,
hvør í sínum lagi, ‘kult-
figurar’. Nei, so nógv tann
besti mátin at skapa upp-
aftur størri iva um hasi við
ivasomum morali og bú-
nýtis-mentan, er at lata fólk
hoyra tey.
Í Englandi tosa vinstra-
sum høgrasinnað nú um at
hindra
áðurnevnda
al-
Qaradwi aftur at mæla orð í
almennum høpi fyri at vilja
oyðileggja fyrimyndarliga
sambandið millum bretskar
muslimar og "hini", aðrir
minnilutar uppíroknaðir.
Men hetta hevði – og
áðrenn tey í teim mest
militantu samkomunum í
Føroyum høvdu klárað at
kála eina ‘nydeliga’ te-
termokannu – gjørt "mus-
limska" klerkin til hetju-
offur, ein kult-figur. Nei,
lat hann tosa. Heldur
kanska nakar, veruliga, av
álvara
–
undantakandi
svaklingar
í
omanfyri-
nevndu samkomum – at al-
Qaradwi’sa hugskot, sum
telja eitt inniligt hatur ímóti
Pokemon "tí at Pokemon
promoverar ‘the unholy
notion of evolution", klára
at standa ímóti skynsemis-
ligari orðgongu? Hvussu
kann tann ovurhondsstóri
parturin av bretskum mus-
limum, og onnur vaksin,
vaksin upp í tøknifrøðisliga
framkomnum samfeløgum,
gera annað enn gnisa?
Har er annars ein ør-
grynna av altjóða – og tí
ymisháttaðum – dømum
um hví veruligt talufrælsi
er, ikki bara týðandi, men
avgerandi fyri eitthvørt
samfelag viljandi menning
á øllum økjum. Undir
Shah’inum bannaði iranski
státurin øll týðilig tekn um
islam.
Avleiðingin:
‘ekstremisma’ vant upp á
seg til islamo-fasistar um
síðir tóku við landsins
leiðslu. Í Turkalandi, har
muslimar av øllum slag
hava verið givnir munandi
frælsi, hevur militant islam
verið væl minni umtókt.
Islamo-fasisma
er
eitt
virus, ið veksur í eini ment-
an, har muslimar kenna seg
jagstraðir. Lat muslimar
hoyra, hvat hr. al-Qaradwi
hevur at siga, og bert heilt
fá fara at fylkjast um hann;
banna hann, og heilt nógv
fara at hava samhuga við
honum. Bestu heiliráðini
fyri fanatismu, líka frá
islamo-fasismu
til
tey
sjúkliga ovfarakátu í før-
oyskum sertrúarbólkum, er
upplýsingartíðin:
fræls
samfeløg við víðopnari
ósemju enda við færri
fanatikarum, tá ið saman-
um kemur.
Í Føroyum, við hampu-
ligum talufrælsi, eru – við-
gangandi – ógvusliga nógv
fólk heft at sertrúarbólkum;
men hetta tilskrivi eg
natúrligum tornæmi sum
úrlsit av innannøring og
skortandi
sjálvsáliti
–
óneyðugari innannøring,
um bara vit opnaðu landið
hjá
ikki-føroyingum
at
ávirka
okkara
stirvna
sosial-lív,
ið
einamest
vendir seg til keðiligu
"familjuna" ella villa og
ósofistikeraða unglingin.
Men
takkað
veri
upplýsingartíðini – og tað
er nakað hjá okkum øðrum
at ugga seg við – høvdu
uppaftur
fleiri
skrætt
kristni-fasismu í seg.
Men hvar eru okkara
prestar... hvar eru tit? Væl-
vitandi, at fólk ikki ganga í
kirkju sum fyrr – tí eisini
har eru okkara prestar
nyttuleysir
og
óáhuga-
verdir! – hví í Guds garði
brúka teir ikki, ja, "Morg-
unlesturin" í ÚF at tosa um
verulig
fyribrigdi,
her
heima og úti í verð, sæð frá
einum kristiligum – og,
sum eitt fráber, ikki kristni-
fasistiskum – sjónarhorni;
hví brúka teir ikki tillutaða
talufrælsið at royna at
mynda, og tí betra, okkara
gerandisdag... sæð frá ein-
um
kristiligum
sjónar-
horni? Eg vil tó líka nevna,
skoyta uppí: herfyri var eg
til eina so einastandandi –
ja, kann eg siga tað? –
vakra jarðarferð; og hetta
lutvíst vegna prestin og
hansara frælslyntu harm-
isku og, yvirhøvur, trúliga
nærlagdu stýring av tí
partinum av gravlegging-
ini, ið fyrigongur í kirkjuni.
(Slíkt arbeiði hevur lønar-
hækkan uppiborna av tí at
tað er tí aðramáta frágera
góðu fólkakirkjuni, við tess
einfalda og ófjákuta stíli,
verdugt.)
Eisini eiga vit at minnast
leiklutin satt talufrælsi
hevði sum tað stillaði ófrið-
in í Norðurírlandi. Ímeðan
Margaret Thatcher táttaði í
mótvegis Sinn Fein og allur
heimurin var hindraður at
hoyra hvat Gerry Adams
hevði at siga, fór limatalið
hjá IRA uppfrá.
Tað er bert í einum føri,
talufrælsi skal bannast; og
tað er tá ið onkur bein-
leiðis, blatant og hóttandi
spyr eftir ógvusligheitum
og
harðligum
gerðum.
Yusuf
al-Qaradwi,
til
dømis, má sleppa at siga, at
samkynd eiga at drepast:
men hann eigur ikki fáa
loyvi til at standa uttanfyri
húsini hjá forkvinnuni í
Friðarboganum og spyrja
eftir hansara homofobisku
kórdreingjum um at drepa
hana nær sum helst hon
kemur undan kavi. Hvussu
vamlisligar hansara við-
merkingar enn eru – harí-
millum tær har hann talar
fyri at "fara eftir" vanligum
ísraelskum borgarum – er
einki av tí, hann higartil
hevur sagt í almennum
høpi, hesum útumfarandi;
og tí er einki til grund-gev-
ingar fyri at sensurera
hann.
Lógir smíðaðar við tí í
hyggju at kroysa saman
rættin til veruligt talufrælsi
– "veruligt" verandi sum
júst lýst – eru ætlaðar
menniskjum við kroystum
heilakapasiteti og minni
vitbornum, minni sofisti-
keraðum haturi. Allar aðrar
frágreiðingar
eru
smá-
borgaraligar, smíðaðar at
taka sær av hvønndags-lig-
um "ærumeiðingum" so-
leiðis sum tær nú einaferð, í
ymsum líki, finna dagin.
Og, soleiðis at skilja, at
sjálvt
um
onkur
kvøldsvævdur – nærum "av
misgáum" – traðkar inn í
sjálvt tað mest óseka al-
mannaeygað, er viðkom-
andi ‘up for grabs’. Tað
snýr seg nevniliga um
apsalutta ábyrging.
So lat homofobar, xeno-
fobar, kristni-fasistar, Che-
umberarar og óvitbornar
umberarar fyri massamord-
arar yvirhøvur – tí massa-
mordarar kunna saktans
vera vinstravendir og tað er
ikki neyðugt at koma upp á
miljónina fyri at gerast ein
– og hasi, ið enn ikki hava
fatað munin á "mannalív"
og "menniskja", og tí
heldur ikki hava lykilin til
foturtøkumálið og onnur
siðfrøðilig mál, endiliga
tosa; lat tey greiða mær frá,
hví tey halda meg vera
"arrogantan", "ómenniskja-
ligan",
"umhvørvisfígg-
inda", "nørd" og [ja, bíða
við, á jú!] "óføroyskur",
sjálvandi. Summa summ-
arum,
hví
eg
burdi
"skamma" meg. Men eg
sigi bara: "Lat tey koma til
mín!"
Hinvegin, lat meg so
(hava møguleikan at) svara
aftur; at fara inn í gronina á
teimum, um hetta tænir
einum ávísum endamáli og
um aftursvarið til eitthvørt,
eg havi skrivað, er nóg
áhugavert. Jú, tað kann
larma, og tað kann vera
skitið, og tað kann vera
óhugaligt, men tað eitur
frælsi.
Talufrælsi er ikki bara fyri fitt fólk