Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GK NR. 154 - 18. AUGUST 1999 tidindabladid 15 Uni er noyddur at berjast í Islandi Fótbóltur: Føroyski álopsmaðurin, sum í kvold spælir landsdyst nummar 25, í Leiftri heldur tað vera heilt nátúrligt, at flestu íslendsku lands- liðsspælararnir koma úr útlendskum landskappingum Tríggir av teimum åtjan før- oysku spælarunum eru dag- liga í íslendsku fótbólts- kappingini. Ein teirra er Uni Arge, og fyri hann kennist tað sum um tað krevst eitt sindur meiri av honum í ís- lendsku landskappingini, enn tad gjørdi, tå hann plagdi at vera i HB ålopi- num: I Íslandi kenni eg tað soleiðis, at hvor dystur og hvort álop er eitt stríð, har tú ert noyddur so at siga at kríggjast um bóltin og leggja nógv fyri. Hetta sam- an við nógvu venjingini og ikki minst nógvu hvildini ger, at fyritreytirnar eru til staðar fyri persónligari menning sum fótbóltsspæl- ari. Stórur áhugi Uni Arge veit ikki so nógv at siga um Íslendsku lands- liðsspælararnar, tí tað eru so sera fáir, sum hann sær til dagliga. Flestu landsliðs- spælararnir eu í útlenskum feløgum, men føroyski landsliðsmaðurin = heldur ikki, at fatanin í Íslandi er, at landsliðsvenjarin ikki hevur áhuga í spæarunum heima á landi, og hóast talið av landsliðsspælarum er rættuliga avmarkað í heim- ligu kappingini, so fylgir fólkið væl við: - Ahugin fyri fótbólti er stórur, og sjálvt um teinarnir eru langir, sum skulu leggj- ast afturum, so eru tað altíð fleiri, sum ferðast við feløg- unum ul utidystir. Tá vit spæla í Ólafsfirði móti fel- øgum úr Reykjavík og tá vit spæla í hovuðsstaðnum. fylgja áskoðarar við, sjálvt um tað tekur einar fimm seks tímar at koyra í bili. Íslendingar skilja væl, at flestu landsliðsspælararnir koma úr útlendkum feløg- um. Tað er stórur áhugi í útlenskum feløgum fyri ís- lendskum spælarum, sum sammett við nógvar aðrar hava verið bíligir at keypa. Sjónvarpið vísir brot úr nógvum dystum, og ofta verður sent beinleiðis, so tað er rímuliga lætt at gera vart vit seg sjálvan, og tosið um, hver møguliga verður seldur hvar, fyllir nógv í fjølmidlunum. Tað eru sjálvandi teir bestu spælar- arnir, sum verða seldir, og tí er tað eisini ein sjálv- fylgja, at tað eru teir, sum manna landsliðið, heldur Uni Arge, sum ikki enn hev- ur tosað við Leiftur um møguleikar fyri at halda fram í íslendskum fótbólti komandi ár. Silvurbrúdleyp Í kvold spælir Uni Arge fyri 25. ferð á landsliðnum. Uni Arge er 17. føroyski fót- bóltsspælarin, sum heldur silvurbrúdleyp saman við landsliðnum. Tað er merkisvert, at síð- ani hann 5. august í 1992 spældi allar 90 minuttirnar í sínum fyrsta landsdysti, sum var móti Israel á Svangaskarði, hevur álops- maðurin bara tvær aðrar ferðir spælt alla tíðina. Uni Arge er við fimm málum næstbesti málskjútt- in á landsliðnum, og í kvold skal hann kappast við Jákup á Borg um eitt pláss undir liðini á Toda Jónsson. jh Uni Arge, sum spælir sin landsdyst nummar 25 i kvøld, er næstbesti målskjuttin å landsliðnum. Hann hevur skotið fimm mál 60 dystir í ellivu ár Fótbóltur: 66 spælarar hava higartil fingið møguleikan á landsliðnum, og í kvøld hava fýra spælarar møguleika at á landsliðnum fyri fyrstu ferð spæla á Tá landsliðið í kveld fyri fyrstu ferð gongur inn á Torsvøll til altjóða skrásetta uppgávu, verður tað 60. ferðin, at landsliðið skal í eldin, síðani fyrsta dystin, sum var í Akranesi móti Íslandi 24. august 1988. Bara ein spælari, sum var við ta ferðina, er framvegis á landsliðnum. Tað er Jens Martin Knudsen, sum hevur metið í tali á landsdystum. Dysturin í kvøld verður tann 46. hjá málverjanum, sum man halda seg hava farið mangan meiri brattan á landsliðnum enn tann í kvold. Higartil eru 131 mál farin igjøgnum hjá lands- liðsveteraninum, ið ikki hevur verið í málinum tveir teir síðstu dystirnar. Síðst Jens Martin var í landsliðs- málinum var í málleysa dystinum móti Andorra 3. mars í ár. Higartil eru 66 spælarar skrásettir í í landsdystum síð- ani 1988. Tann, sum hevur fingið styttstu leiktíðina av øllum, er Poul F. Joensen úr TB. Tá Ísland 8. august í 1990 vann 3-2 í Gundadali loyn TB maðurin tveir teir síðstu minuttirnar Kára Reynheim av. Hetta var fyrsti landsdysturin hjá Poul F. Joensen, sum ikki hevur verið á liðnum síðani. Landsliðið hevur higartil spælt 20HM undankapping- ardystir, 25 EM undankapp- ingardystir og 14 vinardyst- ir. Føroyingar hava vunnið sjey ferðir, tapt 44 ferðir hevur verið javnt. Mál- munurin er 37-166. Føroy- ingar hava vunnið tveir vin- ardystir. fyrru ferðina var á graslíkinum í Gundadali 14. apríl í 1989, tá Torkil Niel- sen skoraði einasta málið, og seinna ferðin var í Tartu í Estlandi 6. august 1997, tá Jan Allan Miller og Jens Erik Rasmussen vóru mál- skjúttar. Higartil hava 66 spælarar fingið møguleikan á lands- liðnum. Hóast talan er um vinardyst, so fer Allan Sim- onsen neyvan at gera nógv- ar royndir móti Íslandi, men tað er møguleiki fyri, at fýra spælarar í kv øld kunnu spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hesir eru Sun- vard Joensen, Fróði Benja- minsen, Rógvi Jacobsen og Arnold Joensen. jh Beinleiðis í | SvF Sjónvarp Føroyar hevur gjørt avtalu við týsku fyri- tøkuna UFA, sum eigur rættindini til føroyskar lands- dystir, um at senda dystin millum Føroyar og Island. Dysturin byrjar í kvøld klokkan 19.00 og verður sendur beinleiðis í SVF.