hósdagur 19. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Møller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Ár ókarskolvafi:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76;
Jón Kristian Vang | 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 —
Sp/f Sosialurin | e-mail: post & sosialurin.fo |
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin 3
Grannar og
samstarv
Oddagrein
UMFRAMT samstarvið millum Norðurlond
finst eisini eitt serstakt samstarv millum
londini í Norðuratlantshavi, betri kent undir
heitinum „Utnorðursamstarvið“. Nú eru
politikarar, vinnulívsfólk og listarfólk eisini
farin at tosa um eitt annað samstarv her
um okkara leiðir, og tað er millum tey
mongu smáu oyggjasamfeløgini, sum
finnast i Norduratlantshavi og her i nånd.
ANSAST má sjálvandi eftir, at hetta orðið
samstarv ikki verður so nógv brúkt, at tað
rætt og slætt kemur inflatión í tað, at tað
missur sína meining. Hinvegin ræður
eisini um at geva hesum hugtaki innihald,
og til tess skal bæði vit og vilji til. Men tað
kunnu eisini verða kringumstoður, sum
tvinga ein til at prioritera nettup samstarv
og samvinnu millum javnsettar partar.
DALKINGIN av høvunum er nakað, sum
foroyingar, íslendingar, grønlendingar,
het-lendingar, orknoyingar oo. eiga at
kenna sum eina hóttan móti okkara til-
verugrundarlagi. Framkomnu ídnaðar-
londini hyggja ikki eftir, hvat vit skulu liva
av, tá tey seta gongd á framleiðslutólini
og koyra í stórum nøgdum av vanda-
miklum evnum út á sjógv ella út í luftina.
Og tað eru heldur ikki tey, sum fylgja við,
hvar hesi eiturevni enda, tí tey raka ikki
tey í fyrstu syftu.
VIT, sum í mongum fult og heilt eru bundin
at tí, sum havið gevur, verða tey, ið
dálkingin rakar. Og bert vit kunnu gera
vart við hesa. Men so smá vit eru megna
vit tað ikki nóg væl, og tí ræður um at
standa saman og savna allar góðar kreftir
í stríðnum móti dálkingini frá nútímans
idnadarsamfeløgunum. | hesum sam-
bandi skulu vit eisini ynskja íslendska
umhvervismálaráðharranum vælkomum
til Foroya. Og í hesum sambandi skulu
vit eisini minna á ferð løgmans í Hetlandi
umframt ynskini um at fáa knýtt storri
samstarv millum Hetland og Orknoyggjar
og Feroyar og onnur oyggjasamfelag í
Norðuratlantshavi, sum í mongum hava
sama tilverugrundarlag.
IKKI minst nú tá oljuleitingin forkar seg
longur og longur vestureftir og nærkast
Feroyum (eisini Grønland eigur at havast
í huga) er tað umráðandi at taka umhvørv-
isspurningin í storsta álvara. Tað er tí í
Viðmerking:
Loysingarsamgongan
diktatorisk!
Sera hugstoytt var at síggja
ein varaløgmann, bræn-
eggjadan i Degi og Viku
17.08.1999 siga, at sam-
gongan (Tjóðveldis-, Fólka-
og Sjálvstýrisflokkurin)
ætlar at fara niður til Dan-
markar at samráðast um
okkara ríkisrættarligu við-
urskiftir um ein góðan mán-
að - har teir skulu loysa For-
oyar frá Danmark. Ríkisfel-
agsskaps hugaðir føroying-
ar verða hildnir uttanfyri
allar samráðingar og ávirk-
an. Hetta tykist mær at vera
sera diktatoriskur framferð-
arháttur, ið ikki boðar frá
góðum.
Meira framkomið demo-
krati í Føroyum fyri 50 ár-
um síðani enn ídag
Fyri umleið 50 árum síð-
ani, vóru allir flokkar á Før-
oya Logtingi niðri og sam-
ráddust um ríkisrættarligu
vidurskiftini. Tað kann ikki
sigast annað enn, at meira
demokratiskt lyndi var til
staðar i føroyskum politikki
fyri 50 árum síðani enn
galdandi er á Føroya Løg-
tingi idag, har áleið helvtin
at føroysku veljaranum fær
munnkurv frá varaløg-
manni, við at takað samráð-
ingarrættin frá hesum.
Men stendur fólkaflokk-
urin við løgmanni á odda
aftanfyri = varaløgmansins
framferð? Kann ein "smal-
ur” politiskur meiriluti fara
fram á slíkan hátt í hesum
sera álvarsama spurningi.
Ríkisfelagsskapssinnaðir
politikkarar eiga at taka
hendur saman:
Um so er, tykist mær, at
teir politikkarar i Føroyum,
ið ætla broytingar innan rík-
isfelagsskapin eiga at taka
hendur saman og biðja um
fund við donsku stjórnina
um framtíðar viðurskifti
Føroya.
Tí tað er púra greitt, at
Tjóðveldisflokkurin = við
varaløgmanni á odda als
ikki hevur politiskan áhuga,
ella er førur fyri at umboða
ríkisfelagsskapsveljarar i
Føroyum. Hesar veljarar
skulu vit sjålvir umboda.
Og um Høgni Hoydal og
samgongan ikki vil tað, so
meti eg, at vit sjálvir eru
noyddir at nýta tey rættind-
ini veljarin hevur givið okk-
um. Hann og samgongan
skulu so ikki sleppa at
traðka demokratiið undir
fótum.
Folkaatkvødan:
Hendan kundi so havt tvey
uppskot, ið veljarin kundi
tikið stóðu til. Eitt loysing-
aruppskot frá samgonguni,
og eitt uppskot um viður-
skiftini innan ríkisfelags-
skapin.
Takað seg úr Uttan-
landsneyndini?
Eisini er spurningurin, um
ríkisfelagsskapssinnaðu
flokkarnir eiga at taka seg
úr uttanlandanevndini í hes-
um máli, har hon helst
verður misnýtt, fyri at sam-
gongan kann hava eitt pol-
itisk alibi mótvegis stjórn-
ini.
Tað er greitt, at núverandi
meiriluti sera lætt kann ger-
ast til ein minniluta, tá íð
kostnaðurin og mistu rætt-
indini gerast hvørjum mans-
barni í Føroyum greið.
Og ein ajourførdur Rik-
isfelagsskapurin tí er tann
nógv besta loysnin fyri
flestu føroyingar - bæði nú
og í framtíðini.
17.08.99
Marjus Dam,
løgtingsmadur
EB-dagar á Eiði
Um vikuskiftið verður skip-
að fyri EB-døgum á Eiði.
Hetta er ikki eitt nýtt tiltak,
men tað hevur kortini ikki
verið skránni seinnu árini.
Fríggjadagur 21/8-99
kl. 19.00
kl. 19.00
kl. 20.00
kl. 21.00
í Eiðis kirkju
Leygardagur 21/8-99
kl. 08.30 - 11.00
kl. 11.00
kl. 12.00
kl. 13.00
kl. 13.00
kl. 14.30
kl. 15.00
kl. 15.00
kl. 15.00
Byrjað verður í annað-
kvold klokkan 19 við Triat-
hlon-kapping av Vátanesi.
Síðan verður krokkkapping
og brotssparkkapping á
Triathlon-kapping av Vátanesi
Krokk-kapping á Mølini
Brotsspark-kapping á Molini
Gudstænasta við Martin R. Javobsen
Fótbóltur smápiltakapping
Fótbóltur smádreingir EB/Str. - MB
Kajak niðri á Vatni
Fótbóltur EB - NSÍ
Ponyríðing á Mølini
Setan við Knút Vesturdal á Mølini
Fótbóltur 2. deild menn EB/Str. - MB
Matsøla í EB-húsinum
Framsýning av EB-myndum 0.ø. í
EB-húsinum
kl. 15.00 - 18.00
Látrið er opið
Mølini og klokkan 21 verð-
ur gudstænasta, har Martin
Restorff Jacobsen fer at
prædika í Eiðis kirkju.
Leygardagin verður byrj-
að klokkan hålvgum níggju
við fótbóltskapping fyri
smápiltar. Skráin ananrs er
hendan:
Vaglinum
kl. 20.00 - 21.00 Barnadiskotek í EB-húsinum
kl. 22.00 Felagssangur á Vaglinum
kl. 23.00 Dansur við Bacon í EB-húsinum
Sunnudagur 22/8-99
kl. 14.00 - 18.00
kl. 15.30
Látrið er opið
Dunnuspæl í EB-húsinum
+
Kunngjørt verdur fyri ætt og vinum, at elskadi
maður, pápi, abbi, langabbi og bróður okkara,
ARNE MOHR
í Vági
andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi, týsmorgunin 17.
august, 79 ára gamal.
á ; y i 4 Jarðarferðin verður úr Vágs Kirkju leygardagin
tokum tíma, at eitt samstarv verður tikið kl. 16.00 Hoppiborg í bygdini i kl. 13.00. FUE
upp eisini á umhvørvisøkinum, ið eisini kl. 17.00 Fótbóltur 5. deild menn EB - IF u
fevnir um partar av Bretlandi og Kanada - kl. 17.00 Køkutombola í EB-húsinum Familjunnar vegna
og nú eisini oyggjasamfeløgini ut fyri kl. 17.00 Barnatombola í EB-húsinum Simona
lt. Á 4 kl. 18.00 Hondbóltskanping - old bov: ey, ið vilja minnast Arna við blómum ella kransi, kunna
um fiskivinnu og oljuvinnu. øm bå = appins * lå boys & old gleða vid at lata eina peningagåvu til eldrasambýlið í
Sosialuri girls - á Skúlaplássinum Vági, ið hevur konto í peningastovnunum her suðuri.
siaturin kl. 19.00 Utimøti vid Brødrasamkomuni å