fríggjadagur 20. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 156 - 20. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Rentustuðulin verður ikki
strikaður eftir einum degi
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður vid fíggjarmálum í eini viðmerk-
ing til orðadráttin, sum stóðst av tosinum um at gera broytingar í rentustuð-
ulsskipanini
É
I Fíggjarmálastýrinum verður hugsað um at gera eitthvørt vid rentustuðulin. Tað er fatan fíggjarmálaráðharrans, at
hann ikki fer í rættar lummar og at sosialurin ójavni er í rentustuðulsskipanini, men tað tykist sum fer tað at vera
torført at fáa hin samgonguflokkin at ganga við til at taka skipanina av
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki alt samstarv,
sum gongur sum smurt,
minni enn so. Onkuntíð er
kuril á, sum kann vera tor-
fórur at loysa, serliga tá
partarnir, sum skulu loysa
knútin eru so ymiskir á máli
um hver trupulleikin er.
Í vikuni segði Karsten
Hansen, landsstýrismaður
við fíggjarmálum við Sosi-
alin og við Útvarpið, at tað
er ein góður spurningur, um
ikki tíðin er farin frá rentu-
stuðulsskipanini. Eftir hans-
ara meting er tað eitt iva-
mál, um stuðulin kemur
teimum réttu til góðar.
Landsstýrismaðurin heldur
nevniliga, at sum rentustuð-
ulsskipanin virkar í løtuni,
so dýrkar hon óneyðugt um
húsini, og kemur seljaran-
- Fólkaflokkurin góðtekur ikki, at rentustuðulin verður
um til gagns, heldur enn
keyparanum.
I fyrrakvøldid segði for-
maður Fólkafloksins við
Útvarpið, at hansara flokkur
ikki fór at taka undir við eini
broyting av rentustuðuls-
skipanini. Skuldi Fólka-
flokkurin taka undir við
uppskotinum, so skal skatt-
urin lækka tilsvarandi, segði
Oli Breckmann.
Ikki avtakast í einum
Men her er Karsten Hansen
ikki samdur við samgongu-
felaga sín. Løtan er ikki
tann rætta at fara at tosa um
skattalækkingar nú, sigur
hann.
Eg haldi fast við spurn-
ingarnar um rentustuðuls-
skipanin virkar eftir vild, og
eg haldi fast við, at vit eiga
at taka hana upp til viðgerð-
avtikin, sigur Oli Breckmann, formaður. Um flokkurin
skal vera við til slíkt, so krevur hann, at ein skattalækk-
ing verður latin ístaðin ...
ar. Orsøkirnar eru, at eg
haldi tað ikki vera rætt, at
landskassin skal vera við til
at dýrka prísirnar á sethús-
um. Tað eru vit í løtuni. Og
av tí sama, so endar pen-
ingurin í skeivum lummum,
sigur Karsten Hansen.
Men eg havi ikki tosað
um at rentustuðulsskipanin
skuldi avtakast í einum,
eggur hann afturat
Landsstýrismaðurin legg-
ur dent á, at hann kundi
lugsað sær, at ein »avtrapp-
ingarskipan« var gjørd, sum
bar so í bandi, at tey, sum
nava keypt hús ikki vera
revsad. Við øðrum orðum
eggur hann upp til at skip-
anin skal avtakast yvir eitt
áramál.
Men er skipanin, sum hon
er nú, ikki meira sosialt Ó-
rættvist. Nú fáa oll rentu-
stuðul, eisini tey, sum ikki
hava hann fyri neyðini.
Jú, tað er rætt. Skipanin
var broytt í krepputíðini, tá
nógv fólk vóru arbeiðsleys.
Tey fingu einki gagn av
rentufrádráttinum, men við
broytingini til rentustuðul
fingu tað aftur, sum tey
høvdu mist.
Men samstundis fingu
eisini tey, sum annars mistu
rentufrádráttin vegna hóga
inntóku, fyrimun av skip-
anini, er tað meira rættvíst?
— Nei, tað er júst ein part-
ur av trupulleikanum, men
tað sær ikki æut til at Oli
Beckmann hevur áhugað í
tí, sigur Karsten Hansen
Løtan ikki rett
til skattalætta
Hinvegin hevur Karsten
Hansen eitt skot til Óla
Breckmann og Bjarna Djur-
holm um skattalættar.
— Teir hava hver í sínum
lagi lagt meg undir at bróta
samgonguskjalið, av tí at
eingin skattalætti er veittur
enn. Teir hugsa bara ikki
um, at tað kann vera bú-
skapinum til óbótaligan
skaða, at veita skattalætta
júst nú, sigur Karsten Han-
sen.
Hann vísir á, at nógv ferð
er á búskapinum í løtuni, og
… men vid at hygga í síni
pappir heldur Karsten
Hansen seg siggja, at
løtan er ikki røtt til at
geva skattalætta. Til tess
er vandin fyri ovurhiting
av búskapinum ov stórur
tað skal ikki so nógv til, at
ferðin gerst í meira lagi, um
fólk fáa fleiri pengar til
nýtslu.
Tað hugsa teir eftir øll-
um at dóma ikki um. Teirra
fatan er, at bara skatturin
gerst lægri, so fær lands-
kassin fleiri inntøkur, og
meiri hugsa teir ikki um tað,
sigur Karsten Hansen
Annars vísir landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
á, at ein skattalætti í veru-
leikanum er latin. Barnafrá-
drátturin var hækkaður, og
hann kom barnafamiljunum
til góðar, sigur hann.
Men tað er eftir øllum
at dóma ikki nóg mikið, teir
vilja hava meira, sigur
Karsten Hansen at enda
YOU'VE GOT MAIL
HR
ENEMY OF THE STATE
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel. 314770
Statoilstødin i Kollafirdi tel. 421083
Statoilstødin i Saltangarå tel. 449133
Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
O STATOIL
stødirnar kring landið