hósdagur 13. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 8 - 13. januar 2005
TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum hevur ætlanir
um at fremja broytingar í
Fólkaskúlalógini við gildi
frá 1. august 2006 at rokna.
Høvuðsbroytingarnar eru
hesar:
Byrjanarundirvísingin í
enskum verður flutt niður í
3. flokk.
Setanin av lærarum verð-
ur løgd út til skúlaleiðar-ar-
nar.
Skúlastýrisvalini verða
hildin samstundis sum bý-
/bygdaráðsvalini.
Viðvíkjandi enskum
Broytingarnar í enskum
snúgva seg um at flyta
ensktundirvísingina niður í
3. og 4. flokk. Enska málið
er ein týdningarmikil sam-
skiftislykil
í
alheims-
gerðingini. Harafturat eru
flestu børn kunnug við
enskt mál, áðrenn tey fara í
skúla. Tað kann tí tykjast
nakað rangvørgt, at tey ikki
fáa undirvísing í enskum,
fyrr enn tey eru komin í 5.
flokk.
Í flestu norðurlendsku
grannalondum okkara byrj-
ar ensktundirvísingin fyrr
enn her hjá okkum. Eitt al-
ment orðaskifti hevur júst
verið, um næmingar fólka-
skúlans eiga at byrja fyrr
við enskum.
Sum er, byrja næming-
arnir at læra danskt í 3.
flokki. Hildið verður ikki,
at tað fer at ørkymla frá-
læruna í donskum ella
føroyskum,
um
byrjað
verður við enskum í 3.
flokki við 1 undirvísingar-
tíma um vikuna. Ætlanin er
at hava 2 undirvísing-
artímar um vikuna í 4.
flokki.
Viðvíkjandi setan av
lærarum
Við at leggja ábyrgdina av
setan út til skúlaleiðaran,
fer starvssetan í fólkaskúl-
um fram á sama hátt sum í
flestu øðrum skúlum og
stovnum. Bæði út frá fyri-
sitingarligum og leiðslu-
politiskum sjónarmiðum er
tað rættari, at tað er skúla-
leiðarin, sum er setanar-
myndugleiki,
tí
hann
frammanundan hevur á-
byrgdina av størsta partin-
um av setanartilgongdini
og av dagligu arbeiðs-
viðurskiftunum hjá starvs-
fólki skúlans.
Viðvíkjandi skúla-
stýrisvalunum
Broytingarnar viðvíkjandi
skúlastýrisvalinum
eru
mest av praktiskum slagi.
Tað er sera tíðarkrevjandi
at skipa fyri sjálvstøðugum
skúlastýrisvali, harumframt
er eisini eykakostnaður
tengdur at valinum, tá ið
tað ikki er samstundis, sum
valið til kommunustýrini.
Tó er vert at viðmerkja, at
tað eru ikki somu veljarar
til kommunu?stýrisvalini
sum til skúlastýrisvalini.
Treytin, fyri at vera val-
bærur og at kunna velja til
skúlastýrið, er, at viðkom-
andi eigur børn í skúlanum.
Skipanarliga skuldi hetta
ikki kunnað forðað fyri, at
valini eru samstundis.
Ætlan
landsstýrisman-
sins er, at lógaruppskotið
skal leggjast fyri Tingið í
hesi
tingsetuni
sigur
Mentamálaráðið í tíðinda-
skrivinum.
Broytingar í fólkaskúlalógini
TÍÐINDASKRIV
Tvær kvinnur hava tikið
við sum forkvinnur í
býráðsnevndum í Havn,
og tvær aftrat taka við
komandi dagarnar.
Katrin Dahl Jakobsen
úr Javnaðarflokkinum
varð týsdagin vald til
formann í sosialu nevnd.
Næstformaður
varð
valdur Jógvan Arge úr
Tjóðveldisflokkinum.
Hinir limirnir í sosialu
nevnd eru Elin Linden-
skov úr Javnaðarflokk-
inum. Jan Christiansen
úr Fólkaflokkinum og
Beate L. Samuelsen úr
Sambandsflokkinum.
Løtu
seinni
varð
fundur settur í teknisku
nevnd. Hon skipaði seg
við Marini Katrinu Frý-
dal úr Tjóðveldisflokk-
inum sum formanni og
Katrini Dahl Jakobsen
úr Javnaðarflokkinum
sum næstformanni.
Hinir limirnir í tekn-
isku nevnd eru Leivur
Hansen úr Tjóðveldis-
flokkinum,
Sjúrður
Olsen úr fólkaflokkinum
og Høgni Mikkelsen úr
Sambandsflokkinum.
Mikudagin
verður
Hildur Eyðunsdóttir úr
Tjóðveldisflokkinum
vald til forkvinnu í
mentamálanevndini, og
hósdagin skipar heilsu-
og umhvørvisnevndin
seg við Elini Linden-
skov úr Javnaðarflokk-
inum sum forkvinnu.
Fýra forkvinnur í Havn
TÍÐINDASKRIV
Jensina Olsen letur upp
listaframsýning í Menta-
málaráðnum hósdagin
13. januar 2005, kl.
15.00 - 17.00. Framsýn-
ingin er opin mánadag
til hósdag kl. 08.00 -
16.00, fríggjadag kl.
08.00 - 15.00.
Jensina Olsen er 34 ár,
og hevur nomið sær út-
búgving innan myndlist
á Billed-skolen í Keyp-
mannahavn.
Hon sýndi fyrstu ferð
fram á Ólavsøku í 1999,
og hevur síðan verið við
á Ólavsøkuframsýn-ing-
ini í Listaskálanum á
hvørjum ári. Várið 2004
var hon fyrstu ferð við á
Várframsýningini
í
Listaskálanum, har hon
sýndi fram 17 olju-
málningar, undir felags-
heitinum
"Býarbrot",
sum var ein installatión
við íblástri av Keyp-
mannahavn.
Annars
hevur hon havt framsýn-
ingar í Keypmannahavn,
saman við øðrum lista-
fólkum, td. Birkerød
kunstforening, Norður-
bryggjuni og Kunst-
foreningen Humlen.
Jensina
arbeiðir
ávikavist við olju, akryl
og akvarell. Ofta er in-
stallatiónstankin við í
hennara arbeiði.
Til hesa framsýning í
Mentamálaráðnum hev-
ur hon akvarellir og
oljumálningar
við.
Íblástur til myndirnar er
nakað so einkult sum tá
nakað møtist. Tvey ting
kunnu møtast og útloysa
eitt triðja innan í okkum,
sum ikki sæst. Framsýn-
ingin ber heitið "Aftur-
skin".
Framsýningin
í
Mentamálaráðnum
er
opin til 23. mars 2005
og øll eru vælkomin.
Jensina Olsen fram-
sýning í Mentamála-
ráðnum
Lesið
-so eru tit við!