Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 tíðindablaðið 214 Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal, samstarvsráðharrar í Íslandi og Føroyum á fundi í Tinganesi hósdagin Mynd: Jonhard Hammer Norrøna samstarvið viðkast vestureftir Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal, samstarvsráðharrar í Íslandi og Føroy- um eru samd um, at Norðurlandaráðið eigur í stórri mun at venda eygunum vestureftir fyri at fáa nærøkid hjá útnorðurlondunum við í norðurlendska samstarvið EIRIKUR LINDENSKOV — Ein fortreyt fyri, at norð- urlendska samstarvið skal virka er, at londini í útnorði samstarva - og toga sam- starvið í vestan. Hetta segði Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi á tíðindafundi hósdagin í sambandi við, at hann hevði vitjan av islendsku starvs- systir sin, Siv Fridleifs- dóttir. Hon hevur verið her á tríggja daga vitjan og fór heimaftur til Íslands í gjár. Siv Friðleifsdóttir heldur, at tað er av týdningi at lond- ini í útnorði standa saman mótvegis ES. Og júst ES heldur hon hevur fingið enn stórri týdning, nú trý av norðurløndunum eru limir í ES. ; Obeinleidis hevur hetta givið norðurlendska sam- starvinum stórri týdning, tí nú kunnu við >brúka< hend- an møguleika at fáa åvirkan í ES, heldur ungi íslendski ráðharrin. A fundi millum norður- lendsku samstarvsráðharr- arnar hevur Høgni Hoydal skotið upp, at samstarvið verður víðkað til eisini at umfata nærgkini fyri vestan, eitt nú Hetland, Oyrkney oyggjar, Skotland, Irland og Kanada. Hann heldur tað ikki vera rætt, at norðurlond bara hyggja eystureftir til gamla Sovjett og Baltalond Tey siga kortini bæði við ein munn, at tey skilja væl norðurlendska áhugan fyri eysturlondum, tí so ótrúliga stórar broytingar eru farnar fram har seinnu árini - Men tað er av stórum týdningi, at norðurlendska samstarvið ikki brotnar av um tvøran, heldur Høgni Hoydal, har skandinavisku londini toga ein veg, meðan londini í útnorði toga ein annan veg. Siv Friðleifsdóttir, sum eis- ini er islendskur umhvørv- isráðharri, er í løtuni eisini formaður í Norðurlendksa Ráðharraráðnum, tí Ísland í løtuni hevur leiðsluna har. Hon sigur, at ráðið hevur tikið sera væl í móti upp- skotinum hjá Høgna Hoydal um víðkaða samstarvið Hon sigur, at settur er ein vísmannabólkur, sum hevur fingið til uppgávu at greina út, hvussu samstarvið kann broytast næstu øldina. Bólk- urin hevur fingið eitt ár at greiða uppgávuna, og um- boðið úr Føroyum er Jóann- es Dalsgaard, deildarstjóri í undirsvísingar- og menta- málastýrinum Høgni Hoydal heldur, at føroyingar ikki fáa fulla nyttu av norðurlendska samstarvinum, fyrr enn vit eru sjålvstødugir limir í Norðurlandaráðnum. Hann staðfestir kortini, at vit hava fingið nógv burtur úr sam starvinum og nevnir Norð urlandahúsið og stuðulsskipanir Vóru vit sjålvstødugir limir høvdu vit eisini kunna latið heldur enn bara fingið og á tann hátt høvdu vit fingið stórri ábyrgd mótveg- is norðurlendska samstarv- inum, sum tí eisini hevøi fingið stórri áhuga millum føroyingar. Hann leggur eis- ini afturat, at tá høvdu vit eisini fingið fría atgongd til útbúgvingarsamstarvið i Norðurlondum. Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal eru samd um, at Føroyar og Ísland eiga at leggja sera stóran dent á havumhvørvi og royna at ávirka hini londini til soleiðis, at norðurlond kunnu ganga undan. — Havið er lívsgrundar- lagið hjá báðum londunum Havið og umhvørvid verður høvudsevnid í næstu old, heldur Siv Friðleifsdóttir. ymsar Fleiri kvinnur skulu hava ávirkan — Eitt land kann ikki kalla seg demokratiskt, um ikki bæði kynini hava somu politisku ávirkan, heldur íslendski um- hvørvis- og samstarvsráðharrin, Siv Friðleifsdóttir, sum eggjaði fóroysku politisku ungmannafelógunum at virka fyri javnstóðu EIRIKUR LINDENSKOV Siv Friðleifsdóttir er ein av trimum kvinnuligum ráð- harrum í 12-manna stjórnini hjá Dáviði Oddson. Hon er 37 ára gomul og varð vald á ting í 1995. Hon hevur fleiri ferðir verið í Føroyum áður, bæði sum batnmin- donleikari og sum virkin í ungdómsarbeiði. Hon gjørdist ráðharri umboðandi Framsóknarflokkin, tå Dåv- 10 Oddson skipadi nyggja stjórn eftir alþingsvalið i mei. Sum virkin í ungdóms- politikki í Íslandi lá tað henni á hjarta eisini at stríð- ast fyri javnstødu. Og áðr- enn valið varð útskrivað fyrr í ár eydnaðist tað henni at fáa uppskot samtykt í Al- þinginum um at seta eina nevnd við umboðum úr øll- um flokkum at virka fyri, at fleiri kvinnur í Íslandi fingu politiska ávirkan. — Tá valið varð útskrivað fóru vit í gongd við herferðina, tí eitt land er ikki rættuliga demokratiskt, um ikki bæði kynini eru eins væl umboðað, greiddi Siv Friðleifsdóttir frá á tíðinda- fundinum í Tinganesi hós- dagin, sum eisini var ein fundur við politisku ung- mannafelggini, sum Siv hevði ynskt at hitt. Hon segði, at í gamla Alþinginum vóru bert 25% kvinnur, og í stjórnini var bert ein kvinna og níggju menn. Fyri at fáa rættuliga tyngd í herferðina valdu tey at brúka tungar politikarar í blað- og sjónvarpslýsing- um. Tann eina plakatin vísti sjálvan forsætisráðharran, Dávið Oddson, sum sat á einum stóli - skóleysur, við einum høghæladum konu- fólkaskógvi í hondini. Og teksturin sigur: — Vit kunnu ikki ganga í hennara spor- um... Ein onnur plakat vísti for- mannin í Framsóknarflokk- inum, uttanríkisráðharran Haldur Asgrimson, sum st6d vid einum nylonsokki i hondini - og segði: — Tær síggja nógv, sum vit ikki síggja... Allir teir politisku leiðar- arnir í Íslandi vórðu á hend- an hátt brúktir í herferðini, sum varð sera nógv umrødd millum manna. Siv Friðleifsdóttir heldur, at herferðin gav úrslit, tí tal- ið av kvinnum í alþinginum vaks frá at vera 25% til at vera 35%. | ríkisstjórnini, sum skipað varð aftan á val- ið eru tríggjar kvinnur og níggju menn. Og seinni í valskeiðnum verður ein maður skiftur um við eina kvinnu, hevur formaður Framsóknarfloksin boðað frá. Siv Friðleifsdóttir legði kortini afturat, at tað sjálv- andi ikki ber til at gera somu herferðir í øllum londum, men við hesum vildi hon greiða umboðunum fyri politisku ungmannafeløgu- num frá, at um tey veruliga vilja gera slíkar broytingar, so ber tað vil. Hon helt tað ini tey ungu taka upp kjakið vera sera umráðandi at eis- um javnstødu, tí annars fáa vit ikki broytt hugburðin, segði hon. Siv Friðleifsdóttir heldur tað vera sera umráðandi, at tey ungu eisini taka lut í polit- iska kjakinum. Hon hevur sjálv verið virkin í ungdómspolitikki, og á vitjanini í Føroy- um hitti hon eftir egnum ynski umboð fyri politisku ungmannafeløgini Mynd: Jonhard hammer