Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 tíðindablaðið laluri; 17 ————— "—IF—Þ——iiiciiiicsioannnnnnnnnennennnnnanaaaaaaaaa Ze TI sama hotelli sum hinir, tå bólkurin var á turne, og lan Gillan avdúkar, at fleiri av tekstunum, hann skrivaði um hetta mundið vóru duldar ákoyringar móti sermerkta guitarleik- aranum — eitt nú lagið "Smooth Dancer". "Eg må viðganga, at eg ynskti ongantíð at fara úr bólkinum, men eg kendi á mær at Deep Purple var vorðin ein maskina, sum ongin okkara heyði tam- arhald á...og tá eg segði sum var við management- ið, var tað einasta teir spurdu, um eg kundu fara til Japan við bólkinum, áðrenn eg segði endaliga farvæl. Tað gekk eg við til. Men ongantíð varð eg spurdur, um kanska tað heyði verið gott við einum steðgi hjá okkum øll um...” Sigur ein ikki sørt vón- brotin Gillan um ta tíðina Vegirnir hjá Deep Purp le og Gillan skiltust sostatt eftir konsertferðina í Japan í 1972. Og nú skuldu ganga tíggju ár, áðrenn tað, id tey flestu meta vera uppruna manningina í Deep Purple (hóast tað ikki er so) aftur spældu saman — í Deep Purple Rainbow og Whitesnake høvdu meginpartin av Purple manningini undir sinum veingjum — og Gill- an, hann hevði sin egna bólk. Hann var eisini eitt stutt tíðarbil limur í Black Sabbat. Løgin jólafundur Restina av sjeytiårunum var øskukalt millum Blackmore og Gillan. T6 so, eitt undantak var, tå tað ringdi á hurðina hjá Gillan um jóltíðir seint í sjeytiårunum. “Tað var rættiliga seint á kvøldi, eg fór út í durin, lat hurðina upp og stardi út í myrkrið. Tað kavaði. Og har, nakrar metrar burturi, stóð guitarleikarin undir sínum fjákutta hatti." “Hvat vilt tú?" Spurdi Gillan. “Eg leiti eftir einum sangara," svaraði Black- more. "1dan, kom innar", segði Gillan. “Hevur tú nakað ímóti, at eg taki gentu mína inn við?" Spurdi Blackmore. “Hvar er hon?" Spurdi Gillan aftur. Og so fekk hann at vita frá Blackmore, at hann goymdi unnustu sína, tí hann var bangin fyri at Gillan fór at sláa seg! Tað stutta av tí langa var, at Blackmore vildi hava Gillan upp í Rain- bow. “Nei takk." Segði Gill- an, og spurdi Ritchie, um hann vildi gerast limur í The lan Gillan Band. Men Blackmore segði “Nei, nei lan. Tú gert alt galið — tú skuldi spælt á teimum stóru støðunum." Hesin heldur løgni jóla- fundurin endaði við, at Ritchie Blackmore spældi vid lan Gillan tvey kvold í Marquee í London. Saman aftur Bæði Gillan og Blackmore skuldu tó skjótt aftur hitt- ast. Í 1982 byrjaði prátið um at endurstovna Deep Purple rættiliga at taka dik å seg. I 83 gjørdu Black- more, Gillan, Lord, Paice og Glover av at royna aftur. Tað mundi annars enda við ongum, tí Ritchie Blackmore upprunaliga kravdi at fáa 50% av øll- um inntøkunum. So kundu hinir byta restina teirra millum. Men Blackmore bakkadi, og håbærsliga Purple skútan varð aftur sjósett. I juli 84 fór Deep Purple í studio at innspæla "Per- fect Strangers”. lan Gillan minnist hetta sum eina harmoniska tid vid vinar- lagi og skapandi måtti. Samstundis kundi lan Gillan tó stadfesta, at mannalyndid hjå hvørjum einstakum broytist ikki. Gillan sjålvur rådyrkadi framvegis alkohol, lan Paice var framhaldandi tann einasti, id hevdi skil å pengum og Blackmore — ja, hann var framvegis tann seri, svartklæddi vid tí ótrúliga kappingarlyndi- num. Hetta vísti seg, tá teir spældu bólt og Blackmore skipaði so fyri, at hann altíð var á tí betra hånum, og fekk allar at spæla inntil hansara lið skoraði sigursmálið — ongantíð betur um Ritchie hevur síðsta fótin á! Hver teirra so var skurk- urin — ella hetjan — so endaði tað við, at Gillan fekk sekkin frá Deep Purple aftan á plátuna “The House of The Blue Light". Samstarvið hesa tíðina var at kalla ómøgu- ligt. Eitt nú okraði Ritchie Blackmore ikki fyri lag- num “Mitzi Dupree" — hann noktaði at spæla guitar á tí, so tað tú hoyrir á plátuni er sambært Gill- Deep Purple sum teir síggja út í dag uttan Blackmore og Steve Morse an demo-upptøkan! Aðrenn hetta upplivdi Gillan, hvussu Blackmore eitt kvøldid á turné kom stunandi inn í hansara umklæðingarrúm og sans- aleysur blakaði spagetti í andlitið á sær. Orsøkin var, at onkur hevur oyst ketsjupp á spagettiið og Blackmore helt tað mátti vera Gillan. Hesum av- noktar Gillan kortini. Skiftust um at fara burtur år Tad var eftir ein fund vid managementið í 1988, at lan Gillan fekk sekkin. Á hesum fundi spilti sangar- in managementið út með- an restin av Deep Purple- manningini rýmdi av fundinum. Aftur gingu nøkur ár. Joe Lynn Turner fór í Deep Purple. Men har gekk onki serligt. Og Í 1993 var lan Gillan aftur sangari í Deep Purple. Men tað var kortini ikki tí Ritchie Blackmore ynskti tað. Hinvegin var plátufel- agið BMG alt annað enn nøgt við arbeiðið, sum Joe Lynn Turner gjørdi. Gillan slapp kortini ikki so. Hinir í Deep Purple sendu Gillan í studio saman við Roger Glover fyri at síggja, hvat gamli Deep Purple sangarin kundi levera. Sjálvur sigur Deep Purple sangarin, at tað kendist eymýkandi fyri seg, tá tað gekk upp fyri honum, at hann var til upptøkuroynd í sínum gamla bólki! The Battle Rages On kom út. Við gamla Deep Purple sangaranum við mikro- fonina. Men Gillan og Black- more svingaðu ikki sam- an. Ritchie Blackmore beinleiðis boykottaði lan Gillan, tá Deep Purple spældi live. Alt fekk ein enda til eina konsert í Blackmore og Gillan lið um lið áðrenn samstarvið endaliga fór í hundarnar Birmingham, ið bleiv upptikin til sjónvarp. Ritc- hie Blackmore kom slettis á pallin fyrr enn langt inn í fyrsta lagið, rýmdi av aftur, stoytti vatn á fólk, sum vóru ið fer við at filma konsertina. Stutt eftir hesa framførsluna var tað so Blackmore, ið takk- aði fyri seg. Amerikanski guitarspæl- arin Steve Morse er komin upp í fyri Ritchie Black- more, ið seinast nakar visti spældi barokktónleik vid konu sini. Sidani tå hevur Deep Purple givið tveir fløgur út — “Purpendicular" og "A.BanD.On”. Við Gillan sum sangara.