Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 tíðindablaðið Venjarin hevur ongantíð hitt nýggja álopsessið Fótbóltur: Men Tony Paris ætlar sær at brúka Jan Allan Miller, sum í dag kemur til Klaksvíkar, móti GÍ, ið framvegis spælir fyri at vinna FM Eingin ivi er um, at mest spennandi uppgerðin í viku- skiftinum verður í Klaksvík, har gøtumenn við fylgi móta upp í morgin. Tað eru ofta nógvir áskoðarar í Klaksvík. og í morgi verður talið uppaftur stórri. Klaksvíkingar, sum búgva aðrastaðni leggja ofta leiðuna norður í heimstaðin, tá tað gongur væl hjá Kl, og tað ger tað nú. Fótbóltspotturin í Klaks- vík hevur kókað yvir, nú teir vunnu í Gundadali, Kurt fór av landinum, Og tað hoyrd- ist, at Jan Allan | Miiller skal spæla vid KÍ. Svend Jac- obsen, formaður í KI, segði á middegi í gjár, at teir skuldu seinnapartin skriva undir avtaluna við Svend- borg, sum við Jan Allan á liðnum tapti 2-1 í 1. deild hóskvøldið. Hava ikki hittst ; Tony Paris, venjari hjá KÍ, hevur ongantíð hitt Jan Allan Miller, sum kemur til Klaksvíkar seinnapartin í dag, men hann ætlar at hava hann á liðnum í morgin. — Eg hevði ongantíð hoyrt nanvið grett, tå eg måna- dagin fekk at vita, at felagið arbeiddi við at fáa hann til Føroya. Men eg skilji, at hann hevur nógvar royndir, hevur skorað nógv mål og er í góðari venjing, so tað verður ein kærkomin styrk- ur. — Vit hava havt aðrar møguleikar til ålopid, men eg veit, at øll skilja, at tå vit hvørt vikuskfti spæla fyri at verja oddasessin og harvið møguleikan at vinna greip- una, so er tað sera týdning- armikið at hava besta liðið hvørja ferð, og um Jan Allan kann styrkja um liðið, so brúka vit hann sjálvandi, og eg vóni, at hetta verður góð- ur íblástur fyri okkum allar. Spælararnir hjá KÍ hava í vikuni valt nýggjan lidfor- mann fyri Kurt Mørkøre, og tað var breið semja um, at miðvallarin Jan Joensen skal vera fremstur. John Ryan hevur fingið viðgerð í vikuni, og teir vóna, at hann verður tøkur í morgin. Getumenn spæla fyri FM Johan Nielsen, venjari hjá GI, hevur bæði beinini á jørdini, men hann ásannar, at um tað lagar seg væl hjá hansara monnum, so hava teir framvegis møguleikan at vinna FM. Umframt at spæla í Klaksvík skulu teir spæla moti hinum oddalið- num, B36, á heimavelli. — Vit hava ikki so nógv fólk, sum hini oddaliðini hava, men vit gera okkara besta hvørja ferd, og so fåa vit at siggja, hvussu langt tað røkkur, sigur venjarin, sum hesaferð hevur Sun- vard Joensen aftur í máli- num. Eingin gótumaður er leik- bannaður og eingin er skaddur. Tá GI og KI hittust í Sarpigerði var Gl greitt omaná í 2. hálvleiki, og teir høvdu oll stigini eftir i Gøtu. Hvat heldur tú um, at klaksvíkingar hava keypt Jan Allan? — Teir hava brúk einasta møguleikan, sum er í regl- unum fyri at fáa styrk aðra staðni frá so seint á árinum. Eg vóni, at reglarnar verða broyttir, soleiðis at tað í framtíðini fer at bera til at fáa spælarar úr útlandinum alt árið og at skifta millum føroysk uttan 30 daga freist- ina, sum nú er galdandi, sig- ur Johan Nielsen. jh Aftur í gerandisdagin Fótbóltur: Sannførandi avrikið serliga í 2. hálvleiki mikukvøldid boðar frå møguleikanum fyri góðum úrslitum í EM undankappingini. Úrslitini í hesum vikuskiftinum verða ikki minst treytad av, hvørja orku landslidsspælararnir fara at megna at leggja i Føroysku landsliðsspælar- arnir eru eftir landsliðs- vikuna aftur í feløgunum, har teir skulu seta seg upp til í morgin at spæla týdn- ingarmiklar dystir í lands- kappingini. Tað kemur ikki so sjáldan fyri, at onkrir av teimum mest royndu hava eitt sindur ilt við at taka seg saman, tá teir skulu so at siga spæla gerandisdyst í vikuskifti- num, eftir at teir mitt í viku hava verið til fótbóltsliga høgtid og hava spælt lands- dyst. Altjéda uppgåvurnar kennast sum stórar avbjóð- ingar, sum tað er lætt at seta seg upp til, meðan lands- kappingardystir móti botn- liðum í bestu deildini iva- leyst ofta kennast sum av- greiðsluspurningar. Fyri feløgini hevur tað verið misjavnt, hvussu nógv venjingin hevur verið órógvað í vikuni, tí bestu spælararnir hava verið burt- uri frá. NSI hevur ongan spælara havt í landsliðs- hópinum, GÍ hevur havt tríggjar, HB hevur havt ein, B68 ein, og i KÍ, sum í landslidshøpi hevur staðið veikt í myndini, hava teir saknað tríggjar spælarar fyrrapartin av vikuni, tí teir hava vant við landsliðnum. Hetta kann tykjast ør- kymlandi fyri felags venj- ingina, og tað er lítið at ivast í, at dysturin mikukveldið verður ikki heilt farin úr kroppinum í morgin, men hinvegin so kunnu feløgini gleðast um, at teirra spæl- arar hava víst, at teir hava verið við til eitt gott avrik. Fínar fellur Vit umrøddu landsdystin í blaðnum í gjár, men kanska gjørdu vit ikki nóg nógv burturúr, hvussu væl føroy- ingarnir stóðu seg seinna umfarið, tá teir vóru undir- mannaðir. Vit nevndu, at tað tóktist torførari hjá íslendingunum at spíla seg út, enn tað var hjá føroyingunum, og vit halda framvegis, at tað er nakað um hetta. Men hetta fjalir ikki yvir, at okkara menn stóðu fyri einum megnar avriki. Í staðin fyri at grava seg niður og kanska taka ein álopsspælara út og seta ein annan spælara inn longri afturi á vøllinum, so valdi Allan Simonsen at varð- veita uppstillingina frammi á vøllinum. Oli Johannesen, Hans Fróði Hansen og ser- liga Jens Kristian Hansen bjóðaðu seg ofta til á mið- vøllinum, har serlig: spælskilið hjá Jens Kristiani var stórt. Hetta gjørdi verju- partin teprari (sjálvt um Sámal Joensen var álitisfullur í at bakka upp og tetta), men hetta botti verjan um við ferð eftir ferð at seta rangstødufelluna fyri íslendingarnar, sum so at siga hvørja ferð duttu i grøvina, og um teir onkra ferðina ikki gjørdu tað, so megnaðu okkara menn at renna teir uppaftur — eitt fínt avrik, sum eigur at geva áræði og dirvi uppundir EM undankappingardystirnar. Álopsparturin skal snøggast Tað var spell, at Føroyar taptu móti Íslandi, ti ósig- urin var óneyðugur, bæði tí teir fingu eitt óneyðugt mál, og tí Allan Mørkøre mis- brúkti brotssparkið. Hjá venjaranum eigur stóri spurningurin nú at vera, hvussu álopsparturin kann styrkjast, uttan at tað gongur út yvir verjuna. John Peters- en plagar at vera besti stuð- ulin hjá teimum báðu fremstu, og tað kemur væl við, at hann hóast reyða kortið ikki verður leikbann- aður næstu ferð. Venjarin eigur eisini at leggja sær í geyma, at hesa ferð eydnaðist tað ikki — burtursæð frá brotsspark- inum, sum Todi megnaði at fáa úr støðu, sum í fyrstu atløgu ikki tóktist vera so vandamikil — at spæla seg til opnar møguleikar (burt ursæd frá tá Uni í 1. hålv- leiki fekk tvorbólt tætt undir málinum). Samanspælið úti á vøllinum var gott, og sendingarnar millum føroy- sku spælararnar vóru við- hvort omanfyri tiggju, men tað er vandi í hvørjari væl- ferð. Tað kann koma soleið- is fyri, at tað verður pilkað so mikið nógv, at motstødu- liðið hverja ferð hevur funnið verjustødurnar, áðr- enn okkara nærkast teirra máli, og so verður tað ikki serliga vandamikið. Tí eigur tað undan kom- andi EM dystunum at vera tosað um og arbeitt við at fáa eina betri javnvåg i, so- leiðis at tað vidhvørt verður spælt skjótt, neyvt og langt fram til t.d. Toda Jónsson, áðrenn hann er noyddur at taka ferðina av og fær ov nógvar verjuspælarar rund- anum seg. Todi er sera vandamikil ein móti einum, og tað kann vera so skjótt, at hann í ein- ari sovornari stóðu sleppur leysur, ella at mótstøðu- menninir fara at kenna seg noyddar at brúka neyð- bremsuna og harvið kunnu ——— ítróttar == sosialurin 1. KÍ (S) 12 2. B36 12 | 3Gl 12 | 4. NSÍ 12 | 5. HB (M) 12 | 6. B68 12 7. B71 (U) 12 8. VB 12 9. ÍF 12 10. Sumba 12 2 0-1-1 28-12 31 9-1-2 42-17 28 8-1-3 31-20 25 6-4-2 21-11 22 6-3-3 19-12 21 5-2-5 20-26 17 2-2-8 19-31 8 2-2-8 9-22 8 1-3-8 9-22 8 1-1-10 14-35 4 18 dystir. Níðasta liðið flytir niður í 2. deild. Næstniðasta liðið skal spæla móti næstfremsta liånum í 2. deild um eitt pláss í 1. deid Gysari í Fuglafirði Fótbóltur: Bæði í Vági og í Fuglafirði verður roknað við stórum stríði Í Vági og í Fuglafirði verður tað sæð við sera stórum spenningi fram til botnstríðið, sum verður sunnudagin. Vinnarin fer | atstyrkja um fyritreytirnar | at verða í bestu deildini, meðan taparin fer at hanga í klónum tráði. Bæði venjarin hjá VB, Popzynski, og hjálpar- venjarin hjá IF siga, at stemningurin hevur verið góður í vikuni, og teir rokna við, at spælararnir fara at vera nærlagdir. Í Fuglafirði eru Viggo Jo- hannesen, sum var sjúkur, | | | | | | | | | | » | — og Eyðálvur R. Petersen, sum var skaddur, tøkir aft- ur. Simun Eliasen fer av landinum eftir vikuskiftid, men tað er neyvan langt við síðuna av at rokna vid, at hann fer at koma heim okkurt vikuskifti, um tað verður nakað at spæla um. I Vági verður Magni Mohr, sum var leikbann- aður seinast, ikki við, og tað verður Hans Pauli Dahl heldur ikki. VB vann et summarstedginum å IF å Vågs eiði. jh Daewoo-renning í Klaksvík Í dag verður rennikapp- ing í Klaksvík. Kapping- in, sum hevur fingið heit- ið Daewoo-renningin, gongur fyri seg á Bums- hamri. Kappingin er fyri bæði børn og vaksin, og kapp- ast verður í fýra flokkum: Børn undir skúlaaldur, bórn frá 1. til 3. flokk, børn 4. til 6. flokk og vaksin. Kappingin byrjar klokkan 10.30 í dag, og tey, sum ætla sær at verða við, skulu melda seg til klokkan 10.00. Tilmeldingin fer fram á nýggja verkstaðnum hjá PF Esmar Simonsen á Bumshamri. rokna vid at siggja kort. I FCK duga teir stak illa at fåa nyttu burturår evnunum hjå Toda, hvat hesum vid- víkur. Landsliðið hevur dugað hetta væl, men miku- kvoldið sást ikki nógv til royndir at fáa nyttu burturúr hesum (onkrar vóru, men tær miseydnaðust). Vón- andi verður arbeitt við hes- um, so vit kunnu síggja end- urtøkur frá dystunum móti San Marino, Malta, Russ- landi, Spania og aðrar ferð- ir, tá tað eydnaðist Toda í sovornum støðum at fáa mál, brotsspark og at leggja innfyri til álopsfelag: im. Síðstu 45 minuttimir móti Íslandi vóru so sannførandi, at tað er oll orsøk til at síggja ljóst uppá uppgávur- nar, sum standa fyri framm- an, og tað er ilt at ímynda sær, at åskodarafjøldin leyg- ardagin 4. september ikki fer at verda einar triggjar ferdir so stør, sum hon var mikukvoldið Í vikuskiftinum verður á- skodarafjøldin ivaleyst størst í Klaksvík, og tað verður spennandi at fylgja við alla staðni. Hvussu lið- ini fara at standa seg veldst ikki minst um, hvussu avrikimi hjá landsliðsmonn unum fara at hilnast jh