Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 159 - 25. AUGUST 1999 tíðindablaðið | Suðuroyggin savn- ast um oljuvinnuna Suðuroyingar fegnast um, at vinnulívið í oynni nú savnað kann fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu. Tvóroyrar Oljuvinniráð gjórdist á eyðkaaðalfundi sunnudagin til Suðuroyar Oljuvinnuráð JOHN JOHANNESSEN A eyðkaaðalfundi hjá Tvør- oyrar Oljuvinnuáð varð sunnudagin samtykt at broyta navn felagsins til Suðuroyar Oljuvinnuráð. Sjálvsagt er talan um annað, enn bert eina navnabroyt- ing. Ráðið er nú ikki bert ein samfylking av vinnu- lívinum á Tvøroyri, men ein samskipan av øllum vinnu- lívinum í Suðuroynni. Og eins og navnið ber boð um, er endamál felagsins at fyri- reika vinnulívið í oynni til eina møguliga oljuvinnu Kunnan og fyrireiking Viberg Sørensen, vinnulivs madur å Tvøroyri, er for maður i Suðuroyar Olju vinnurað. Hann fegnast um, at felagið nú er skipað so- leiðis, at tað fevnir um alla oynna, og vísir hann á, at endamla felagsins er broytt saman við heitinum. Felagið var broytt eftir, at nógv hevði verið tosað um, at alt vinnulívið í oynni átti at skipa seg í samstarv í staðin fyri, at bert vinnu- lívið á Tvøroyri var skipa í. Tvøroyrar Oljuvinnuráð spurdi seg fyri í syðru helvt, um áhugi var fyri at koma uppí felagið, og tá áhugi sýntist vera fyri hesum beinan vegin varð avgjørt at halda eyðkaaðalfund, har felagið skuldi broytast til at vera eitt felag fyri vinnu- lívið í allari oynni. Fyrr var endamålid hjá oljuvinnuráð okkara at ar- beiða fyri, at vit fingu eina oljuhavn á Drelnesi. Nú hava vit umskipað ráðið, so- leiðis, at tað er galdandi fyri alla oynna, og tí er enda- málið somuleiðis broytt Ráðið skal nú arbeiða fyri oljuhavn í Suðuroynni. Viberg Sørensen sigur tó, at hetta ikki merkir, at ætl- anin við einari oljuhavn á Drelnesi er slept. Munurin er bert tann, at oljuvinnu- ráðið nú umfatar vinnulívið í allari Suðuroynni. Alt vinnulívið í Suðuroynni er nevniliga gingið saman í eitt felag, Suðuroyar Oljuvinn- uráð. Formaðurin ynskir at gera greitt, at tað ikki ber til hjá ráðnum at taka itøkilig stig, so leingi eingin oljuvinna er. Tí sær ráðið kunnan um og fyrirteiking til eina komandi oljuvinnu sum nakað av tí, felagið eigur at takast mest við. Og tað er eisini júst hetta, ið er á skránni, tá Danbor og onnur skulu hava kunnandi fund fyri oljuvinnuráðnum í komandi viku. Í nýskipaðu nevndini í Suðuroyar Oljuvinnuráð sita Viberg Sørensen av Tvøroyri, formaður, Rógvi Ahugaverd vitjan í Suðuroynni SI Sunnudagin koma umbod frå Maersk Contractors, Danbor og ørum á vitjan í Suðuroæynni. Høvudsendamålid vid vitjanini er at halda kunnandi fund fyri vinnulívinum í oynni JOHN JOHANNESSEN Bæði Danbor og Maersk Contractors vitja í Suður- oynni sunnudagin, måna- dagin og týsdagin. Høvuds- endamålid við vitjanini er at halda kunnandi fund fyri vinnulfvinum f oynni um oljuhavn å Drelnesi. Eisini er fundur vid Tvøroyrar By- råd å skrånni. Sum skilst eru tað ikki hissini fólk úr hesum fel- øgum, ið koma á vitjan. Sjálvur stjórin í Danbor, Gert Kragelund, er við á vitjanini. Í fylgi við honum er operatiónssjefurin, Sten Hansen. Harafturat er Vagn Mols Poulsen, ið er stjóri í Maersk Contractors í Aber- deen, eisini við í fylginum. Hetta eru alt fólk, ið hava áhuga í eini oljuútgerðar- havn á Drelnesi, og ynskja feløgini at kunna vinnulívið í oynni um, hvat tey vilja við einari slíkari havn. Hóast høvudsendamålid við vitjanini er kunnandi fundurin við vinnulívið í Suðuroynni, er hetta ikki tað einasta á skránni. Eisini verður fundur við Tvøroyr ar Býráð og í Havn verður vitjað hjá løgmanni og í oljumálaráðnum. Ætlanin er eisini, at Petur Joensen frá oljumálastýrinum skal vera við á kunnandi fundinum við vinnulívið í Suðuroynni. Vinarbýarsamstarv Partur av fylginum, ið vitjar í Suðuroynnt, verður eisini borgarstjórin í danska olju- vinnubýnum, Esbjerg, Jonny Søtrup. Hann vitjar saman við kommunustjór- anum Otto Jespersen, for- manninum fyri ídnaðarsam- takinum í Esbjerg, Tom Nielsen og Carsten Jensen, ið er nevndarformaður í eini elfyritøku í Esbjerg, ið hev- ur arbeitt nógv innan don- sku oljuvinnuna. Høvudsendamålid við vitjanini úr Esbjerg er at vitja Tvøroyrar Býráð, og sum skilst á býráðsfor- manninum á Tvøroyri, Páll Vang, er ætlanin at fáa vin- arbýarsamstarv í lag millum báðar býirnar. Fegin um oljuvinnuráðið Býráðsformaðurin á Tvør- oyri er annars fegin um, at eitt oljuvinnuráð er skipað, ið fevnir um alla oynna. Hann heldur tað nevniliga vera ógvuliga umráðandi við tøttum samstarvi innan vinnuna úr allari oynni, tá ein komandi oljuvinna kem- ur upp á tal. Páll Vang sigur eisini, at alt er fingið í rættlag við- víkjandi oljuútgerðarhavn- ini á Drelnesi, og opnar hendan tá verulig leiting eftir olju byrjar á føroyskum øki. Tað einasta, ið er eftir, er at bíða til oljumálastýrið gevur loyvi til leitingar eftir olju kring Føroyar. Thomsen år Hvalba, næst- formadur, Tummas Thom- sen, kassameistari og skriv ari, Pauli Einarson av Tvor- oyri, nevndarlimur og Bogi Moretensen úr Vági, nevnd arlimur. Eliesar Finnson úr Porkeri og Alex Vilhelm úr Vági eru náðir eydkalimir Viberg Sørensen er formaður í Sudurovar Oljuvinnuráð Mynd: Aki Bertholdsen í Tróndargetu tlf. 318200