Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo B Eirikur Linderskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tréndarson Eydun Klakkstein Høgni Mohr itrottarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Spå Sosialurin Bustadur: | Argjavegur 26, Argir 7 F T ER Postadr: Postsmoga 76, } 110 Tórshavn | Telefon: 311820 | Telefax. 314720 | e-mail: post 2 sosialurin.fo Preni: Sosialurin I Sambandið og framhaldandi samband Oddagrein EINA viku undan at hvítbókin um møguleikar og fyritreytir fyri fullveldi verður almanna- kunngjørd, legði Sambandsflokkurin týsdagin fram sítt boð upp á, hvussu viðurskiftini millum Foroyar og Danmark eiga at verða skipað í framtíðini. NU hava vit triggjar møguleikar at velja í mill- um: — ætlanina hjå landsstyrinum um fullveldi — uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálv- stýri, men tó í ríkisfelagsskapi, og — uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at dagfora heimastýrislógina. OG so er spurningurin, hvat Foroya fólk ynsk- ir. Veljarakanningarnar hava víst, at undir 15 prosent vilja halda fram við heimastýrislógini. Bara eini 20 prosent vilja hava ta >gomlu loysingina< hjá Tjóðveldisflokkinum, men eis- ini 40 prosent siga seg taka undir við fullveld- isætlanini nú. Fyrr í vár var talið nakað minni, og tá tóku eini 35 prosent undir við hugsjón Javnaðarfloksins um okt sjálvstýri. Fara vit aftur til kanningarnar, sum vórðu gjørdar, áðrenn fullveldishugsjónin kom fram, mæltu eini 45 prosent til nakað, sum lá millum heima- styrislógina og loysingina - v.0.0. okt sjálvstýri. HETTA bendir á, at Sambandsflokkurin neyv- an hevur stóra undirtoku fyri sínum uppskoti. Hóast flokkurin hevur forkað seg nakað, so ynskir foroyingurin helst meira enn eina dag- føra heimastýrislóg. Føroyingurin vil hava storri sjálvstýri og storri ábyrgd fyri hesum landi og hesi tjóð. Foroyingurin vil sleppa und- an, at danir skulu gjalda vælferðina í Foroyum í framtíðini. ENN ber ikki til at greina uppskot Sambands- floksins, tí tað er bara komið út í yvirskriftum, og nakað nýtt hevði floksformaðurin Edmund Joensen sum so ikki at bera fram á tíðinda- fundinum. Afturímóti er tað gagnligt fyri orða- skiftið, at Sambandsflokkurin nú kemur við sínum íkasti til framtíðarstoðu Føroya. Men enn sum áður mugu vit spyrja, hví flokkurin hótti við at slíta ikki minni enn tvær samgong- ur, tá Javnaðarflokkurin mætti til at seta eina stjórnmálanevnd at kanna oll viðurskifti í rik- isfelagsskapinum og koma við uppskotum um framtíðarstoðu Foroya. Hóast Sambands- flokkurin kundi vísa til orðingar í einum sam- gonguskjali, setti flokkurin ein demokratiskan meiriluta í Logtinginum til viks, og samstundis legði flokkurin út slóðina fyri tí polarisering sum tók seg upp. SAMANUMTIKID staðfestir uppskotið hjá Sambandsflokkinum at flokkurin vil bara sam- band. Og broytingarnar er neyvan nakað, ið kann verða grundarlag undir samráðingum. Sosialurin Viðmerking: Samstarv kann bert virka mennandi Av ti at eitt brot var burtur- dottið í hesi viðmerking til samrødu við Elsu Birgittu Petersen í »Degi og viku« hóskvoldið 19.8.1999, end- urprenta vit viðmerkingina í fullari longd blaðstj. Føroyski fólkaskúlin hevur, eins og fólkaskúlarnir í londum vit sammeta okkum við, seinastu árini lagt størri og størri dent á, at tað ein- staka barnið skal standa í sentrum. Vit skulu, sum fólkKa- skúlalærarar, taka stoð? i hverjum einstøkum næin- ingi, tá undirvísingin verður til rættaløgd og tå undirvíst verður. Og hetta er sjálvsagt. Um tú sum lærari sært tað sum tína uppgåvu, at fáa næmingarnar = igjøgnum skulan sum heil menniskju ella tú vilt stuðla næming- unum í at síggja tilveruna t.v.s. fakligheit, persónliga- og sosiala menning 0.s.fr. sum eina heild, so má stødi takast í hvørjum einstøkum teirra. Skúlin/lærarar Børnini eru 6-7 ára gomul tá tey koma inn í fólkaskúl- in t.v.s. í 1. flokk. I 1. flokki eru tað lærar- ar, sum taka ímóti børnun- um og tað eru lærarar, sum fylgja teimum allan vegin igjøgnum skúlan. Lærar- arnir hava eina útbúgving, sum tekur stødi í almennu menningini av børnum frá 7 ára aldri. Hetta tí at tað er tá, at lærararnir vanliga »yvirtaka« børnini. Men hesi somu børn, sum nú eru 7 år og skulu í skúla, hava gingið í barna- garði, dagrøkt ella eru ans- aði heima. Teirra lív byrjaði 7 ár frammanundan. Tann besta skúlabyrjanin, sum hesi børnini kundu fingið, heyði sjálvsagt verið, um teir ymisku persónarnir, sum hava havt við barnið at gera, kundu samstarva. Ansingarstovnar/ pedagogar Her kemur forskúlin inn sum ein eydsæddur møgu- leiki fyri samstarvi og eini tryggari yvirgongd hjá barn- inum frá ansingarstovni- num ul skúlan. Í barnagarðinum er spæl, umsorgan og tryggar ramm- ur. Skúlin setur onnur krøv til barnið, og tíðin hjá lær- aranum til hvort einstakt barn er sera stutt, so um- hvørvid kennist meiri Otrygt og er sera fremmant í byrj- anini. Forskúli/lærarar og pedagogar I forskúlanum skulu lærarar og pedagogar í felag arbeiða fram ímóti at geva barnin- um eina góða og trygga skúlabyrjan, sum stuðlar og stimbrar huginum hjá barn- inum at undrast, kanna og at læra. Tað harmar meg al- mikið at hoyra formannin í Føroya Lærarafelag siga so greitt, at tað ikki kann mis- skiljast, at tað skal vera »vatntætt skodd ímillum skúlan og ansingarstovnarn- ar«. T.v.s. arbeidsøki hjá lærarum og pedagogum má ikki umskarast. Eg eri púra ósamd við henni á hesum øki og vænti at tað eru fleiri við mær. sum hava hesa hugsan. Hervið er ikki sagt, at vit skulu taka arbeiðið úr hond- unum á hvor øðrum, men samstarv kann bara virka mennandi. Tað eru børn vit hava við at gera!!! Hoyvík 20.8.1999 Anna Sofía Dalsgaard fólkaskúlalærari Karensdagalógin avtakast Lógin frá desember 1992 um avmarking av løn í samband við sjúku verður tikin av innan 1. september í ár. Finnbogi Arge hevur nú lagt uppskot fyri tingið um karensdagalógina og verður 1. viðgerð av tí í morgin OLAvur i BEITI I viðmerkingunum til lóga- ruppskotið, sigur Finnbogi Arge, at lógin frá desember 1992 åsetti, at løntakarar, sum hava rætt til løn undir sjúku frá arbeidsgevara- num, missa rættin til løn 2 teir fyrstu sjúkradagarnar. Sambært viðmerkingunum til lógina var orsøkin fyri, at uppskotið í síni tíð varð lagt fram, at landsstýrið ætlaði at minka um lønar- útreiðslurnar hjá tí almenna. 5 mió. Og víðari greiðir landsstýr- ismaðurin frá, at í sambandi við sáttmálasamráðingar- nar í vár varð semja gjørd millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Ein partur av hesi semju bar yvirskriftina .,Avtala um karensdagar“. Av hesi semju framgongur, at landsstýrismaðurin í fíggj- armálum bindur „seg til at skipa fyri, at lógarupp- skot verður lagt fyri Løg- tingið um, at karensdaga- lógin verður tikin av innan 1. september 1999, og verða karensdagarnir regu- leraðir frá 1. juli 1999“, og tí verður hetta lógar- uppskot lagt fyri Løg- tingið. Viðvíkjandi fíggjarliga kostnaðinum av uppskoti- num, sigur landsstýris mað- urin, at tá ið lógin um kar- ensdagarnar í síni tíð varð løgd fyri Løgtingid, metti Broyttar inn- latingartíðir Fyri at lætta um arbeiðs- gongdina her á blaðnum gjørdu vit fyrr í summar av at broyta innlatingar- tíðir av tilfari til Lýsing- artorgid, Nøvn Nú og Til- tøkini. Tilfarid til Lysingar- torgið og Nøvn Nú skal vera blaðnum í hendi í seinasta lagi klokkan 12.00 annan dagin fyri, meðan tilfarið til Tiltøkini skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi klokkan 9.00 morgunin fyri út- gávudag. Tilfar til Sosialin kann sendast sum postur ti:] Sosialurin Box 76 FR-110 Tórshavn. ella sum e-postur til: post Qsosialurin.fo ella sum fax: tel 314720 Finnbogi Arge, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálu- m skjýtur nú upp, at lógin um karensdagar verður tikin av landsstýrið, sambært við- merkingunum, at tað fór at spara umleið 5. mió. kr. Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu okk- um samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir, og abbi okkara THEODOR DAHL Tórshavn, ættaður úr Funningi andaðist og varð jarðaður. Takk til Egon Øregaard og Kjartan Mørkøre prest fyri troystarrík orð, og takk til Jóanes og Oluvu, somuleiðis til Marjun Mortensen, sum sýndu honum Ivild. Tøkk fyri blómur og kransar, og peninga- gávu til Eiðis kirkju. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Vilborg og Anna