hósdagur 26. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 160 - 26. AUGUST 1999
tíðindablaðið - í
Europa-Cup dystir í
hondbólti á Skála
Europa-Cup dystirnir millum STÍF og meistararnar úr Slovakia verða í
ítróttarhóllini á Skála fríggjakvóldið 27. august kl. 20.00 og leygardagin 28.
august kl. 16.00
Seinasta kappingarår gjørd-
ist STIF føroyameistarar i
hondbólti hjá 1. deild
monnum, og hetta gav teim
um atgongd til at luttaka í
Europa-Cup fyri meistarar.
Hetta er ein søgulig hending
hjá STIF, tí hetta er fyrstu
ferð, at felagið luttekur í
Europa-Cup Dystirnir
verða móti meistarunum í
Slovakia. Liðið eitur
TJVSZ, og koma teir úr by
num Kosici.
Tað verða tveir dystir, og
skuldu teir verið spældir
bæði sum ein heima- og ein
útidystur, men fyri at minka
um útreiðslurnar av hesum
tiltaki, sum annars eru rætt-
uliga stórar, er semja gjørd
millum STIF og slovakar-
arnar um at spæla báðar
dystirnar í ítróttarhollini á
Skála.
Dystirnir verða fríggja-
kveldið 27. august kl. 20.00
og leygardagin 28. august
kl. 16.00.
Tað hevur stóran tydning,
at okkara spælarar fáa al-
tjóða royndir, og vóna vit
tí, at teir fáa nakað burtur
úr hesum tiltaki. Vit vóna
eisini at áskoðararnir fara at
síggja góðan hondbólt. og
at tað verða tveir spennandi
dystir, vit fara at síggja
Trúgvir áskoðarar
Tað hevur verið fløvandi at
sitið í nevndini hjá STIF og
merkt, hvussu væl fólk taka
undir við arbeiðinum hjá
felagnum og trúliga meta
upp og stuðla tiltøk og dyst-
ir. Vit í nevndini vóna, at
fólk fara at vísa henda sama
trúskap hesa ferð til Europa-
Cup dystirnar og vóna, at
hollin verður fullsett til báð-
ar dystirnar bæði fyri at
stuðla spælarunum og fel-
agnum fíggjarliga
Vit skulu eisini her nýta
høvi at takka teimum, sum
S.T.I.F. føroyameistarar 98-99 tillukku
Tøkk fyri
nøkur góð ár
Vit byggja ikki land av praktiskum
orsókum og als ikki smáplássini
Vit eru ein miðalstór bygd í
Føroyum, við ollum teim-
um hentleikum ið hoyra
einari slíkari til. Men í ein-
um skæra vit framúr, tað er
í hondbólti, her teljast vit
millum teir bestu í landi-
num. At síggja eitt frugta-
gott úrslit av tí arbeiði, ið
eg saman við góðum kreft-
um her í bygdini løgdu
lunnar undir fyri gott 13 ár-
um síðani. Við hesum setn-
ingi fyri eygað fingu vit út-
lendskar venjarar og eitt
gott ungdómsarbeiði. Og í
dag síggja vit úrslitið av tí.
Frítíðarvirksemi er ofta
ótakksamt arbeiði, og tá vit
hugsa okkum um, er tað
ófatuligt at vit hava átt og
enn eiga so nógvar góðar
kreftir, ið av sínum einting-
um skúgva onnur áhugamál
til viks og uttan nakran per-
sónligan vinning geva fel-
agnum S.T.L.F. tíð og orku
sína.
Her skulu venjarar fáa
eina serstaka og stóra tøkk,
og eingin av okkum orkar
at frambera hana nóg væl.
Vit siga at hon er gull verd-
ug, men her er einki gull, ið
kann setast upp ímóti teim-
um avrikum, ið eru framd
innan hendan ítrótt her í
bygdini.
Tað er við góðum treysti
til framtíðina, at eg sigi hesi
orð. Eg veit at vit hava
framúr gott ítróttarfólk og
góðar stuðlar, og ikki minst
ein framúr góðan ungdóm,
og eg veit at millum hesar,
finna vit nógvar komandi
føroyameistarar.
Gott er góðum at tæna.
Bestu itrottarkvødu
Henry Jarnskor,
fyrrverandi formaður
stuðla okkum fíggjarliga.
Eisini takka vit ollum, ið
rætta okkum eina hjálpandi
hond, so at hetta tiltak vón-
andi fer at eydnast væl
Tøkk til Nes sóknar horn
orkestur, ið fer at seta dám
á løtuna.
STIF stovnað í 1942
Stranda Itrottarfelag, STIF,
varð stovnað 11. oktober
1942. Felagið hevur luttikið
í hondbólti síðani tá, og er í
dag eitt rættuliga virkið
hondbóltsfelag, har luttikið
verður í øllum deildum og
við fleiri liðum í hvorjari
deild.
Fólkið í Sjóar kommunu
er sostatt eitt hondbóltsfólk
burturav, kann sigast, men
her má ikki verða gloymt.
at fólkið í Skála kommunu
hevur verið felagnum ein
dyggur stuðul seinastu árini.
Við hondbøltskvødu
Andrass Danielsen,
formaður
KontolN gevur tær
góð kort í hondina...
Í kortspølum hevur tú vanliga ikki åvirkan á. hvorji kort tú fært
í hondina. men KontolN gevur tær moguleika at velja.
Tu kanst velja ímillum at fáa eina nýtslukonto ella eina
* 320870
petur 8 petur
Ert tú millum 13 og 2/
|
uppsparingarkonto - ella báðar. |
|
kentolN
Nytslu-KontolN kanst tú nýta sum lønar
konto ella tað. tú hevur hug til
Vá id tú stovnar hesa konto. fært tú eitt
kontokort. sum tú kanst nýta til at taka
pening úr sjålvtøkum
bankans -
arbeiðstíð!
eisini eftir vanliga
Tú kanst velja ímillum tvinni
slog av kortum. og tey kunnu
sjálvandi eisini nýtast sum
samleikaprógv.
kentol
> ár og vilt hava góð kort i hondini.
so er KontolN tann rætta til tín. Kom inn í eina av deildunum
hjá Foroya Banka og fá meira at vita...
2ntolN
okkara ungdémskonto
Etlar tú at spara upp til t.d. kovrikørt. teldu |
ella tín fyrsta bil. so er uppsparingar-KontolN
tann rætta. | ppsparingar-KontolN hevur 12
mor uppsagnarnð men so lært tu elsin erna
hægri rentu
Uppsparingar-KomolN hevur
ikki bankabók. men eitt
snøgt kontonavnakort
sum kontoprógs