fríggjadagur 27. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 161 - 27. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Johan Daniel: sen, , málmaður:
Eg fari —=
inn fyri
at vinna
Hondbóltur: Málmaðurin hjá StÍF fer
ikki inn fyri at minka um tapi í dag.
Eg fari inn fyri at vinna, og tað haldi
eg upp á so leingi eg kann, sigur
Jóhan Danielsen
SVEINUR TRÓNDARSON
Månakvøldid tá strandingar
vandu í høllini á Skála vóru
vit og vitjaðu teir. Liðið
hevur fyrireikað seg væl til
dystirnar móti Kosice. So
væl, sum tað nú einaferð ber
til í Føroyum. Teir hava
vant síðani fyrst í juli mån-
aði, og teir siga sum í ein
munn, at teir ongantíð í lív-
inum hava verið so væl fyri,
sum teir eru nú.
Ein teirra, sum í fjør
gjørdist Føroyameistari, og
sum samstundis var ein av
lyklaleikarunum á liðnum
er málmaðurin Jóhan Dani-
elsen. Ein stak evnaríkur
ungur málmaður, sum hevur
víst, at hann er heilt ótrúliga
effektivur ED málinum.
Onkran dystin í fjør var
hann skaddur og m. a. fekk
hann ein heilaskjålvta, sum
mundi hildið honum frá at
leika seinasta dystin móti
Kyndli. Tann dystin, sum
gjørdi teir til Føroya-
meistarar, og júst tann dyst-
in har Jóhan spældi sum ein
brandur.
Og hann hevur viljan at
vinna. Altíð. Eisini í Evropa
Cup kappingini og hóast
mótsøðuliðið er rættiliga
sterkt.
Eg vil altíð vinna
- Hetta er ótrúliga spenn-
andi, sigur hann.
- Tað er ein gularót fyri
leikararnar, og tað einasta,
sum føroyskir hondbólts-
leikarar hava at síggja fram
til. Vit hava ikki eitt lands-
lið, sum tekur lut í altjóða
kapping, og tað er ótrúliga
keðiligt. Tí mugu vit útvega
okkum altjóða royndir
sjálvir, sigur Jóhan og hann
veit, at tað kann gerast meiri
enn trupult at vinna dystir-
nar móti Kosice.
- Men eg fari inn fyri at
vinna kortini. Eg dugi ikki
at fara inn á vøllin við tí
fyri eygað, at minimera tap-
ið. Tað klári eg ikki. Men
nú mugu vit síggja hvussu
langt tað ber. Vit eru so væl
fyri, sum vit kunnu vera, tí
vit hava vant so nógv sum
ongantíð fyrr, sigur ungi
málmaðurin
Hava altíð ein kjans
Jóhan Danielsen vil heldur
ikki hoyra talan um, at StIF
ikki hevur ein møguleika at
vinna Kosice.
- Tað kann gott vera, at
teir hava spælt nógvar
landsdystir, men teir eru
ikki so øgiligir fyri tað. Teir
eru stórir og tungir, men tað
kann eisini vera ein fyri-
munur fyri okkum, tí vit eru
skjótir. Vit hava eisini góðar
og royndar leikarar, sum
duga væl at spæla hondbólt.
Síðani SUF gjørdist Før-
oyameistari hevur liðið
fingið ein nýggjan leikara
og tað er Hannis Wardum.
Tey. sum kenna eitt sindur
til hondbólt vita, at Hannis
skjytur so hart sum ein hest-
ur sparkar, og tad er ein
styrki at hava ED evrop-
eiskum dysti.
- Sjålvandi er hann ein
styrkur i ålopinum, sigur Jó-
han, sum gleðir seg at
sleppa at royna seg móti
slovakisku „kempunum“,
sum í fjør komu til annað
umfar í kappingini fyri
steypavinnarar.
Anna úr Kaldbak fór við bilinum
Vinnarin til bilin,
sum Tórshavnar
ítróttarráð lutaði
burtur í ólavs-
ókudráttinum er
funnin. Tað var
ein Kaldbaks-
dama
SVEINUR TRÓNDARSON
Tórshavnar Ítróttarráð hev-
ur nú í nógv ár lutað stórar
vinningar burtur í sambandi
við Olavsøku og árið í år
var einki undantak í so
máta.
Høvudsvinningurin var
ein Toyota bilur frá Reyni
Service, men hóast tað, so
sá út til at ganga heldur
striltið at finna vinnaran.
Um tvær vikur eftir dráttin
hevði eingin boða frá, at tey
sótu við vinnaraseðlinum,
men hann mundi nokk fara
at koma undan kavi fyrr ella
seinni.
Og tað var júst tað hann
gjørdi.
Tað var Anna Justesen úr
Kaldbak, sum sat vid vinn-
araseðlinum, sum hon hevdi
keypt frå einum starvsfel-
aga á B6 einaferð fyrst í mei
mánað.
Í veruleikanum hevði
Anna gloymt alt um seðilin
og hon hevði ikki sæð lýs-
ingina við vinnaranummr-
unum. Eitt kvøldið hon var
á náttavakt tosaðu tær um
vinningin, og starvsfelagið
segði við hana, at høvuds-
vinningurin var fallin á eitt
nummar, sum var tætt við
tað sum onkur har á deildini
hevði. Um hon ikki hevði
ein seðil.
Tær fóru at hyggja, men
áðrenn Anna kom so langt
mátti hon til ein sjúkling.
Starvsfelagin hevði ikki tol
at bíða, hugdi og sá, at Anna
hevði vunnið bilin.
Hon rann inn til Onnu,
sum stóð inni hjá sjúkling-
inum og rópti: Tú hevur
Tað var Anna Justesen úr Kaldbak, sum vann Toyota bilin, sum Tórshavnar Ítróttarráð lutaði burtur
vunnið bilin, tú hevur vunn-
ið bilin!
Anna sigur, at hon gjørd-
ist eitt sindur bilsin, men
annars hevði hon ikki ilt við
at fata tað.
- Men aftaná eg ringdi
havi eg hugt fleiri ferðir fyri
at vita, um eg hevði rætt,
sigur Anna smílandi.
Tað var Eivind av Reyni,
stjóri hjá Reyni Service,
sum handaði Onnu Justesen
bilin. Frá Tórshavnar Itr6tt-
arráð fekk hon blómutyssi
og var tað formaðurin Krist-
ianna Høgnesen, sum hand-
aði henni blómutyssi.
Sosialurin ynskir Onnu
Justesen hjartaliga tillukku
við bilinum.
Lands-
líðið
uttikio
Allan Simon-
sen, landsliðs-
venjari hevur
tikid hesar
spælarar út til
landsdystin
móti Estlandi
4. september
og Litava 8.
september:
Henning Jarnskor,
Sámal Joensen GÍ,
John Ryan, HEðin á
Lakjuni KÍ, Jens
Kristian Hansen,
John Petersen, Pól
Torsteinsso, Ossur
Hansen, Jákup á
Borg B36, Hans
Fróði Hansen HB,
Fróði Benjamin sen
B68, Óli Johannesen
AGF, Jens Martin
Knudsen, Uni Arge
Leiftur, Jákup Mikk-
elsen Herfølge, Juli-
an Johnson Sogndal,
Todi Jónson FCK,
Allan Mørkøre IBV.