fríggjadagur 14. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
oyndirnar í álvara
– Øll kunnu hugsa um at
gera okkurt, men tá tú fert
frá hugsanini og gert álvara
av henni, fert tú yvir um eitt
mark. Handlingin er mark-
ið ímillum hugsan og gerð,
og tá tey ungu fara um tað
markið, skulu vit taka tey í
størsta álvara, sigur August
Gabriel Wang.
Hann heldur, at hóast
bert fáar av sjálvmorðs-
royndunum hjá hesum 15
ára gomlu síggjast aftur í
kirkjugarðinum
ella
á
sjúkrahúsunum,
so
eru
hetta álvarsamar hendingar,
tí tá tey ungu hava umsett
eina sjálvmorðshugsan til
eina sjálvmorðsroynd og
eru farin um markið, er
møguleikin, at tey gera tað
aftur, stórur.
–
Hóast
sjálvmorðs-
royndirnar eru fysiskt mild-
ar, og hvørki elva til deyða
ella annað mein, so fremja
tey ungu eina gerð við tíð
fyri eyga at skaða seg
sjálvi. Antin tey taka nakrar
pínutablettir ella tey skera
seg sjálvi, so taka tey eina
avgerð og handla tilvitað.
Tá gerst tað av álvara
vandamikið, sigur August.
Gáttin til sjálvmorð
lág
August greiðir frá, at
yvirdosis av tablettum og at
skera seg, eru vanligastu
hættirnir, tá ið fólk royna at
gera enda á sær. Fysiska
atgongdin til bæði knívar
og tablettir er løtt, tí tað
fæst til keyps allastaðni.
Men August vísir víðari á,
at psykiska atgongdin eis-
ini er løtt. Hann sigur, at í
dagsins samfelag verður
tað góðtikið at fólk taka
tablettir. Tað er ókey at
brúka medicin av øllum
hugsandi sløgum, og av tí
sama gerst tað eisini torført
at fylgja við, nær tað verður
til misbrúk.
– Fólk hava fingið ein
meiri leysan holdning til
heilivág, og hetta ávirkar
sjálvsagt eisini tey ungu.
Tey eru vand til at inntaka
heilivág um okkurt bagir,
og tað ger, at vegurin til
yvirdosis er vorðin lættari.
Vit kunnu siga, at gáttin til
sjálvmorðið
er
vorðin
munandi lægri nú, enn hon
var fyri nøkrum árum
síðani, vísir August Wang
á.
Av tí, at talið á teimum,
sum siga seg hava roynt at
tikið lívið av sær, er heili
12%, kann August stað-
festa, at talan ikki er um
nakran ávísan vandabólk av
ungum. Tað eru ung úr
øllum stættum, sum fjala
seg handan høgu tølini.
– Tá tey meiri tilkomnu
gera sjálvmorð, eru tað í
flestu førum slík, ið klára
seg illa, eru sálarliga sjúk
ella hava stórar alkohol-
trupulleikar.
Men
talið
ímillum tey ungu er heili
12%, og tað er ov nógv til,
at tey kunnu bólkast á tann
hátt. Hetta prógvar eisini
hugsanina um, at sjálvmorð
er vorðin ein háttur at
reagera, sigur hann.
Rúsevni ávirka
Espad
kanningin
vísti
umframt sjálvmorðstølini
eisini hagtøl fyri royking og
drekking ímillum tey 15 ára
gomlu í Føroyum. Øll tølini
vísa seg at vera vaksandi.
Spurdur um vaksandi tøl-
ini fyri sigarettir og rús-
drekka munnu hanga sam-
an við tølinum fyri sjálv-
morðsroyndir, svarar Aug-
ust, at tað er ilt at siga júst í
hesum førinum. Men sum
oftast eru rúsevni uppií
sjálvmorðsroyndum.
– Rúsevni fáa teg at reag-
era nógv kraftigari enn tú
annars vildi gjørt. Tað eru
serliga tey, ið hava eina
kenning, ið eru mest útsett.
Tá hava tey framvegis vitið
at fata, men tey reagera
ógvusligari enn vanligt. Tí
er nærliggjandi at hugsa, at
rúsandi evni kunnu hava
eina ávirkan á tølini, svarar
August Wang.
Í sambandi við ávirkan,
vísir August á, at stóru
stjørnurnar, sum eru fyri-
myndir hjá teimum ungu,
hava eina sera stóra ávirkan
á tey. Hann sigur, at serliga
tónleikastjørnur,
sum
doyggja fyri egnari hond
draga nógv ungfólk við sær
á somu kós, tí tær seta eitt
ávíst kult í sjálvmorðið.
Eisini í filmum síggjast
nógvar sjálvmorðsscenur,
sum vísa á sjálvmorðið sum
eina loysn. Fólk, sum taka
nakrar tablettir ella skera
seg í handliðini, sovna og
vakna síðani aldrin aftur.
Lætt og pínuleyst. August
staðfestir, at hetta als ikki
kann samanberast við veru-
leikan.
Má takast í álvara
August sigur, at fyri at
kunna staðfesta nakað við
vissu, so er neyðugt at gera
fleiri kanningar yvir eitt
áramál. Hann heldur ikki,
at talan er um eitt tilvild-
arliga høgt tal av ungum í
Føroyum, sum siga seg
hava roynt sjálvmorð, tí
tølini eru eins høg um alt
vesturevropa.
– Tað er neyðugt at finna
útav og staðfesta hvat hetta
er fyri fenomen, tey ungu
hava fingið sær fyri. Og tað
er neyðugt at byrja sum
skjótast at geva ungum og
foreldrum upplýsing um
evnið, sigur August.
Tað kann gerast beinleið-
is, við at undirvísa skúla-
næmingum um evnið, ella
tað kann gerast óbeinleiðis,
við at undirvísa lærarum
um evnið, soleiðis, at teir
fáa flættað tað inn í undir-
vísingina. Tað hevur eisini
týdning at foreldrini fáa
kunning um evnið, soleiðis,
at tey kunnu fáa eyga á
eyðkennini hjá teimum
ungu.
– Tað er av stórum týdn-
ingi, at slík undirvísing
verður væl tilrættarløgd.
Tað vísir seg nevniliga, at
um kunning um sjálv-
morðsroyndir verður inn-
førd ov tíðliga, hevur hon
øvugta ávirkan. Hon eggjar
tá teimum ungu at royna
tað, heldur enn at skrekkja
tey frá tí. Kemur undirvís-
ingin um evnið ov seint, er
ikki vist, at hon fær neyð-
ugu ávirkanina, og ger nak-
ran mun í vanunum. Men
við góðari »timing« meti eg
tað verða alneyðugt at
greiða teimum ungu frá um
vandan í hesum álvarsama
evnið, sigur sálarlæknin
August Gabriel Wang at
enda.
– Tað er neyðugt at finna útav og
staðfesta hvat hetta er fyri fenomen, tey
ungu hava fingið sær fyri. Og tað er
neyðugt at byrja sum skjótast at geva
ungum og foreldrum upplýsing um evnið
”
– Øll kunnu hugsa um at gera okkurt,
men tá tú fert frá hugsanini og gert álvara
av henni, fert tú yvir um eitt mark.
Handlingin er markið ímillum hugsan og
gerð, og tá tey ungu fara um tað markið,
skulu vit taka tey í størsta álvara
”
Tey eru vand til at inntaka heilivág um
okkurt bagir, og tað ger, at vegurin til
yvirdosis er vorðin lættari. Vit kunnu siga,
at gáttin til sjálvmorðið er vorðin
munandi lægri nú, enn hon var fyri
nøkrum árum síðani
”
gur aftanfyri. – Òtryggleiki, mótfalni og hjartasorg eru týttastu grundgevingarnar hjá teimum ungu fyri
el Wang á. – Tað er jú ikki vist, at tey sleppa við lívinum hvørjaferð.
Modelmynd Jens Kr. Vang