Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MR. 163 - 31. AUGUST 1999 Europa Cup: Atletico Madrid hevði verið størsta felagið, ið hevði havt verið í Føroyum, og tað hevði givið B36 veldugar inntøkur Sjálvsagt vóru teir í B36 héskvøldid harmir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna móti Ankaragiicii og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfarið í UEFA Cup. Hetta vóru teir bæði av ítróttarligum ávum — fyri spælarar við so nógvum royndum, sum teir flestu hjá B36 hava, er tað týdningarmikið at fáa íblástur gjógnum stórar avbjóðingar — og av fíggjarligum ávum. Seinnapartin fríggjadagin varð lutur kastaður í Monaco um, hvussu liðini skulu spæla í næsta umfarinum. Eurosport var á stað- num, og tað vil siga, at B36 fólkini kundu fylgja beinleiðis við í, hvussu luturin fall hjá Ankara- gicii, sum hóskvoldið sendi B36 úr UEFA Cup. Og tað er einki at siga til, at teir í B36 iðra seg. Tí luturin hjá turk- iska høvudsstadarlidnum fall so- leiðis, at teir í næsta umfarinum skulu spæla móti spanska stór- felagnum Atletico Madrid. Alt gott at siga um hini liðini, sum síðani 1993 hava verið í Fóroyum og spælt í europeisku kappingini, men spanska felagið hevði verið tað størsta og í hvussu so er mest áhugaverda, sum nakrantíð hevði spælt í Føroyum, og tískil hevði talan verið um ógvuliga stóra ítróttarliga avbjóðing. Milliónaupphæddir Og upphæddirnar, sum Kjartan B36 misti stóra ítróttarliga avbjóðing og millióna upphædd, tá teir tíðindablaðið e-mail: eydunØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 B36 misti milliona upphædd Mohr, peningarøkilin hjå B36, skuldi hildid skil å, høvdu verid stórar, um tað í staðin fyri Ankara- giåcii hevði verið B36, sum datt úr glaskúluni í Monaco fríggja- dagin. Í fyrsta lagi hevði B36 fingið fýra hundrað túsund krónur frá UEFA fyri at taka lut, men hetta hevði bara verið ein partur av samlaðu inntøkunum. Stóru peng- arnir í europeiskum fótbólti koma fyri sjónvarpsrættindini, og akku- råt sum í EM og HM endaspølum, so gevur tað eisini í europeisku kappingunum mest pengar at fáa måtstødulid úr ávísum londum. Meðan upphæddirnar, sum fáast fyri at selja sjónvarpsrættindini í sambandi við dystir móti eystur- europeiskum liðum eru smáar — um tað yvirhøvur eyndast at selja — so eru upphæddirnar í Vestur- europa hópin stórri, og tær eru serliga stórar, tá mótstøðuliðini koma úr Onglandi, Týskalandi, Hollandi, Fraklandi, Spania og Ítalia. — Sjålvsagt var hetta harmuligt, men vit kunnu ikki dadla nakran annan fyri hetta enn okkum sjålv- um. Eg eri samdur vid venjaranum i, at spælararnir gjørdu tad, teir megnaðu, og tíverri vísti hetta seg ikki at vera nóg mikið, staðfestir formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø. Atletico Madrid eigur heima- vøll í fyrra dystinum móti turkiska liðnum. Fyrru dystirnir í hesum umfarinum í UEFA Cup verða spældir týsdagin 14. og hósdagin 16. september, og seinnu dystirnir verða spældir 28. og 30. septem- ber. Hevur tú nakra hugmynd av, hvussu stóra upphædd tit kundu havt fingið burturúr sjónvarps- rættindunum, um tað vóru tit, sum skuldu havt spælt móti spanska stórfelagnum ? taptu fyri Ankaragiicii. Mynd: Alvur Haraldsen Uni Arge í stórformi Kristjan á Neystabø: — Vit hava eina avtalu við UFA, og tað høvdu verið teir, sum skuldu fingið avtalur í lag við onkra spanska sjónvarpsstoð. Inntøkurnar til UFA og okkum høvdu verið tengdar at sølu av rættinum at sjónvarpa og inn- tøkunum frá lýsingum, sum spanskar fyritøkur høvdu havt kring Tørsvøll. Eg veit ikki, hvussu nógv tað hevði verið. men eg tori at siga, at alt í alt hava vit ikki fingið meiri enn eina millión, sum vit kundu havt fingið. Og tá skulu vit eisini taka við, at jarðskjálvtin í Turkalandi hevði við sær, at vit ikki fingu nakað burturúr áhuganum, sum framm- anundan jarðskjálvtanum hevði Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo víst seg at vera fyri dystinum her í Havnini móti Ankaragiicii. Hetta er sum at ganga á bingo. 96 lið vóru í lutakastinum, og tú droymir um stóra vinningin, men tá tað er so tætt við, so er tað ikki frítt, at tú iðrar teg eitt sindur, heldur B36 formaðurin. jh Í Nú tevja teir aftur gull | GI viðaftur Gøtumenn vóru vinnarar av 14. umfari í fótbóltskappingini. Teir vunnu sin dyst, meðan hvørki KÍ ella B36 vunnu sínar dystir undan landsdystunum it