Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 163 - 31. AUGUST 1999 tíðindablaðið 13 Gøtumenn snikja seg fram móti oddanum Fótbóltur: Eftir dystirnar í vikuskift- inum hava gøtumenn fingið samband við oddaliðini í 1. deild aftur 1. deild menn: GI-NSI 4-1 (2-1) Gøtumenn vóru avskrivaðir í stridnum um gullið fyri tveimum umførum síðani, men nú hava teir fingið fatur á oddaliðini aftur. Bæði KÍ og B36 mistu stig í dystunum um viku- skiftið, og tá gøtumenn samstundis vunnu sannfør- andi, eru teir knappliga við- aftur í stríðnum um gull- krónurnar og milliónina í Champions League. Runavíkingar hava fingið nógv góð úrslit seinnu árini, men teir hava ikki staðið seg væl í Gøtu. Har hevur GI sum oftast verið omaná — og meira enn einaferð hevur tað verið við fleiri málum. Aftur hesaferð gjørdist munurin stórur í tólum, og tað var eisini eftir ein góðan dyst, at heimaliðið kundi fara av vøllinum vi trygga sigrinum. Tíðliga í dystinum var kósin sett. Alexander Rado- savljevic stútaði eitt innlegg úr høgru í kassan og so var 1-0. Radosavljevic hevur annars ikki gjørt nógv mál vi høvdinum, men nú hevur hann stútað tvey mál í trim- um dystum. Manglaðu tyngd Gøtumenn vístu góðan hug- burð meginpartin av fyrra hálvleiki. Teir vóru sterkir í nærdystunum, og teir fingu stundum sítt eyðkenda skjóta spæla at ganga út í borðini og fram eftir vølli- num. GI økti til 2-0, tá Henning Jarnskor stutt frá málinum fekk fótin á eitt eitt innlegg. Seinasta vikuskiftið hevði Henning ein minni góðan dag, men hesaferð tók hann revansju. Tá GI hevði okt til 2-0 lá í luftini, at teir skuldu fáa fleiri mál, tí teir spældu seg til onkrar góðar møguleikar. Men tað var NSI sum fekk triðja málið í dysti- num. Miðverjin Sjúrður Jacobsen (mundi vera besti maður á NSI-liðnum) royndi seg við frísparki úr 20 metrum, bólturin rakti ein av Gl'arunum, og so var Sunvard Joensen i målinum prisgivin. — Eftir at NSI hevdi minkað um munin vistu teir tenn eina løtu, men teir kláraðu ikki rættiliga at seta seg igjøgnum yvirfyri roynda GI-liðnum, og tað var sum um teir manglaðu avgerandi tyngdina til at seta seg á dystin. Gi økti tvær ferðir Í seinna hálvleiki kom GÍ fyri seg aftur, og tvær ferðir øktu teir um munin, og mål- skjúttarnir vóru teir somu sum í fyrra hálvleiki. Alexander Radosavljevic gjørdi tað til 3-1, og Henn- Sjúrður Jacobsen, sum var millum teir bestu á NSI-linum, bjóðar — Paula Jarnskor hjá GI av. Mynd: Jonhard Hammer ing Jarnskor setti punktum við einum frálíka góðum máli. Radosavljevic var sendur avstað í høgru, og han sendi eina sera neyva avlevering inn fyri málið. Bólturin fór fram við tveim- um NSI“arum, áðrenn hann endaði hjá einum leysum Henningi Jarnskor, sum bara skuldi seta fótin á bólt- in. Gøtumenn vístu stundum gott og hugflogsrikt spæl, og hóast NSI eina løtu varð við í dystinum og eisini skoraði, vóru tað gøtumenn sum vóru omaná meginpart- in av tíðini. Liðið hjá Johan Nielsen hevur vunnið seks av sínum sjey heimadystum, og størsti dysturin á árinum verður helst, tá B36 kemur á vitjan um tvey umfør Men fyrst skulu gøtumenn halda fast um oddaplássið við at vinna móti Sumba — og tað er í sær sjálvum ein nóg stórur biti ek GI: Sunvard Joensen — Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Súni Olsen — Magni Jarnskor, Pauli Jarn- skor, Sámal Joensen — Henning Jarnskor, Alexand- er Radosavljevic NSÍ: Dejan Milanovic — Dánjal Hansen, Sjúrður Jac- obsen, Kári Sigvardsen, Amfinn Langgaard — Helgi L. Petersen, Kåri Hansen, Brynjolvur Nielsen, Eddie Mikkelsen — lan Højgaard, Jónstein Petersen LÍF styrkti um sína stødu 2. deildmenn: Royn-LIF 0-1 (0-0) Lagið var gott á leirvíking- um, tá teir leygarkvøldid ferðaðust langa teinin úr Hvalba og norður aftur til Leirvikar. Teir høvdu vunn- ið. 1-0 á grasvøllinum í Hvalba, og so lá verturin á, at sigurin var sera tepur. Tað, sum taldi, var at fáa øll trý stigini norður aftur við, tað eydnaðist, og nú heldur Harry Benjaminsen, venjarin hjá LÍF, at tað er sera hugaligt, tí tapið hjá FS Vágar móti HB ger, at leir- víkingar nú hava avgerðina, um tað skal eydnast teimum at røkka beinleiðis uppflyt- ing, í egnum hondum. Leirvíkinar eru trý stig og fimm mál aftanfyri odda- liðið, men tað verður ikki mett at vera púra vónleyst at vinna henda munin aftur, og tað kann væl hugsast, at avgerðin um tað skal vera FS Vágar ella LÍF, sum skal flyta beinleiðis upp, meiri ella minni fer at fella, tá leirvíkingar í næstsíðsta umfarinum skulu spæla í Sandavági. Skulu vit meta út frá fyri- reikingunum, so tók LÍF uppgávuna á grasvøllinum í Hvalba í stórum álvara. Leirvikingar høvdu í vikuni vant á grasvøllinum á Svangaskarði, og teir strídd- ust væl í fitta lotinum og grasinum, sum var hált av sirminum. Leirvíkingar høvdu lotið ímóti í fyrra hálvleiki, og tá var tað, at teir eina lítla løtu undan hvíldini skoraðu mál- ið, sum gav teimum trý stig. Kristian Eliasen, sum frammanundan hevdi havt tveir góðar møguleikar, ið Lars Miller í Royn máli- num hevði vart fyri, skor- aði, tá hann fekk fatur á bóltinum, sum var stungin fram ímillum, rann frá verj uni, har Oli Jensen aftur var ein góður aftasti maður, og sneiddi framvið málverja- num. Hóast leirvíkingar í 2. hálvleiki høvdu vindin, sum var øtladur, undan, so dúv- aðu teir mest uppá verju- partin og lúrdu eftir møgu- leikanum at fara i snarålop. Royn trysti fyri at javna, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um Hallur Hansen í málinum. Eina ferð fór bólturin kortini inn um málverjan, men lukku- tíð fyri leirvíkingarnar, so tók stútarin úr spískum í høgru i handara stólpan og fór aftur í spæl. Teir á útiliðnum drógu andan lættan, tå Kim Ejdes- gaard hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og lagið gjørdist uppaftur betri, tá teir frættu tíðindini úr Gundadalu um at HB hevði vunnið á odda- liðnum úr Vágum. jh