Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 163 - 31. AUGUST 1999 tíðindablaðið == 1 VB ódnarveður blásti KÍ um koll Fótbóltur: KÍ målverjin gjørdi stórt mistak, men tað vóru vågbingar, sum settu troyttu klaksvíkingarnar undir tað trýstið, sum í síðsta enda bar sigurin við sær 1. deild menn: VB-KI 2-1 (0-1) Popczynski segði i blaðnum undan vikuskiftinum, at teir fóru eftir øllum stigunum, tå oddaliðið úr Klaksvík kom suður til Vágs. Líkind- ini til fótbólt vóru fin, men klaksvíkingar komu í seinna hálvleiki í eitt sovorðið ódnarveður, sum teir bara eina ferð fyrr í ár hava verið í. Tað var, tá teir taptu í Gøtu. I fótbólti verður ofta gjørt nógv burturúr at umrøda hypotetiskar spurningar. Í hesum sambandi er stóri spurningurin, hvussu tað hevði lagað seg, um VB ikki so skjótt hevdi fingið mål, tá teir eftir hvíldina løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Í sovornum forum vísir tað seg ofta, at eftir tíggju min- uttir ella eitt sindur meiri enn tað fer dampurin av, og so fóta teir sær, sum framm- anundan hava havt tak á. Hetta fara klaksvíkingar ivaleyst at eftirmeta aftur og aftur, samstundis sum teir fara at iðra seg um, at teir ikki megnaðu at leggja meiri sjógv millum seg og B36. Odnarveðrið VB var aftanfyri 1-0, tá tað var hálvleikt, og frá fyrsta bríksli eftir steðgin sást, at hetta vildu teir á heimalið- num gera nakað við. VB blásti til fullkomið álops- spæl. Milan Culjic var góð- ur og væl upplagdur stýri- maður á midvøllinum, Jón Pauli Olsen og Dan Djur- huus vóru nærgangandi álopsmenn, og ungi Palli Augustinussen var fram- rættaður vongverji í høgru, meðan spælandi venjarin, Popczynski, hevði ein meiri lítillætnan leiklut á vinstra vongverja, enn hann hevur havt fyrr í ár, og at hann hevur lagt nakrar av sínum uppgávum á vøllinum á aðr- ar á liðnum er kanska ein av frágreiðingunum uppá, at alt liðið tær síðstu vikurnar tykist hava lyft seg til tað, sum tað undan kappingar- byrjan varð roknað við, at VB fór at megna. Stephen Boyle hevur bjargað KÍ fleiri stig í ár, men tað er lítið takksamt at vera málverji. Hesa ferð gjørdi hann ein stóran brøl- ara, og tað sektaði VB. Har- ley Bertholdsen legði úr 20 metrum aftur til málverjan, sum klossaði temjingina og heilkiksaði, tá hann skuldi sparka burtur, Jón Puli Ol- sen stútaði í tóma málið, og harvið var tónin sligin ann til eitt øgiligt VB trýst. Vágbingar vunnu takið á miðvgllinum, Janus Kjærbo hevði gott tak á Jan Allani Miller, sum kendi seg noyddan at fara langt aftur á vøllin fyri yvirhøvur at koma við í spælið, og VB megnaði ferð eftir ferð at kroysta KÍ verjuna, sum annars hevur verið so sann- førandi í ár, at geva horna- spørk, og tað lå í luftini, at hetta fór at bera mål við sær. Málið kom, tá seinna um- farið var hálvrunnið. Palli Augustinussen stýrdi horna- sparksinnleggi úr høgru í málið. VB legði eftir hetta meiri dent á verjuna, síðstu minuttirnar gjørdu teir fleiri verjukendar útskiftingar, men teir góvu ongantíð uppat at leypa á. Troyttir klaksvíkingar Hjá klaksvíkingum gekk tað í 1. hálvleiki, sum teir høvdu ætlað. Teir høvdu imm spælarar í verjuni og bara Heðin á Lakjuni og Jan Allan Miiller í álopinum. KÍ eyði eitt lítið yvirtak í tøtt- um stríði, og tá teir stutt undan steðginum fingu mál. á tað í luftini, at tað kanska Or at eydnast at fáa øll stig- ini við norður aftur. Arnhold Joensen fekk eitt fríspark í vinstru, hann sendi sjálvur innfyri, og við handara stólpan stóð Harley Bert- holdsen, sum er hálvur vág- bingur, og stútaði í málið hjá Bjarna Johansen. I 2. hálvleiki fóru klaks- víkingar niður við nakk- anum. Miðvgllurin var tunnur, og tað hjálpti av- gjørt ikki, at teir eftir steðgin spældu við Arnoldi Joensen á høgra vongi í staðin fyri longri inni og afturi á vellinum. Eftir leiðslumálið til VB royndi Kl eina løtu at seta trýst á ketilin, og tað eydnaðist at spæla seg til onkrar møguleikar — teir vildu vera við, at stútarin hjá Jan Allani var innanfyri strikuna og tók jarnstongina aftanfyri samankomingina, men tað helt dómarin ikki. Sum tíðin leið kom tað alt meiri til sjóndar, at nógv ferðing og stórt stríð í Eysturríki kravdi sítt. Tað tóktist ikki sannfør- andi, tá teir í roynd at leggja trýst á, tóku Marek úr mið- verjuni og settu John Ryan, sum hevði verið sterkur í gjøgnumbrotum í vinstru, aftur í miðverjuna og settu álopsmannin Eyðun Klakk- stein inn á midvøllin. Pazek var nógv við í álopsspæli- num, men royndu menninir í verjuni hjá VB hildu tørn. Um talan var um nakra troyst hjá klaksvíkingum, so var hon, tá teir frættu, at B36 íkki hevði vunnið á Sandi jh VB: Bjarni Johansen Palli Augustinussen, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen. Magni Jacobsen, Krzysztof Popczynski — Tórður Holm, Milan Culjic, Mikael í Lågabø — Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen KI: Stephen Boyle — Harley Bertholdsen, Andrzey Pac- ek, Jan Andreassen, Marek Wierzbicki, John Ryan — Arnold Joensen, Jan Joen- sen, Rógvi Jacobsen — Jan Allan Miiller, Hedin å Lakj- uni Landsliðsmaðurin John Ryan.stóð fyri besta avrikinum á KÍ-liðnum i dystinum móti Jón Paula Olsen og VB. Mynd: Áki Bertholdsen 9 Klaksvíkingar fingu ongantíð bilbukt við stýrimanni- num á VB-miðvellinum. Milan Kulic spældi allan dystin væl. var sterkur í nærdystunum og helt VB- spælið í gongd, sjálvt um KI-miðvellurin royndi at trýsta afturímóti. Mynd:Áki Bertholdsen 2. deild menn: Skála-TB 1-3 (0-1) Skálamenn vóru enn einaferð merktir av Eur- opa-Cup hondbólti. Fleiri av stuðulsspælarunum á besta fótbóltsliðnum venja eisini hondbólt við SUF og í vikuskiftinum vóru dystir í europeisku meistarakappingini. Tí var Skála-liðið ikki so sterkt, sum tað hevur verið onkrar dystir fyrr í ár, og hóast tvgrámenn vóru omaná, var tað ikki so sannførandi sum tað kundi verið. Tað tóktist sum TB'ar- nir tóku nakað lætt upp á uppgåvuna og ikki gjørdu meira enn neyðugt. Vagnur Nolsøe legði TB fram um 1-0 mið- skeiðis í.fyrra hálvleiki. Hann fekk góðan tvorbólt frá André Tvørfoss og so avgreiddi hann í málið. Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir stedgin økti TB til 2-0. Ungi Hallur Christiansen fekk ein bólt inn um verj- una, fór fram vid málverj- TB gjørdi tað neyduga anum, vendi sær eina ferð aftur at, og sendi so bóltin í málið. Tá góður tími var spældu minkaði Skála. Bólturin var sendur inn- fyri TB-málið, og har beindi eitt TB-høvd bóltin í egið mál. Hóast Skálamenn gjørdu alt teir vóru mentir fyri at fáa eitt mál afturat, kláraðu teir ikki at leggja trýsta á TB-verjuna. Nógva spælið gekk fyri seg á miðvellinum, og ofta var ferðin undir van- ligt 2. deildarstødid. TB staðfesti sigurin, tå okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. Dan Mortensen fór fram við tveimum á heimaliðnum, áðrenn hann setti mál- verjan út av spælinum og skoraði til 3-1. Við sigrinum togaði TB seg nærri oddanum, men teir eru framvegis so nógv stig aftanfyri, at tað skal ganga serastakliga væl, um teir skulu fáa FS Vág- ar ella LÍF aftur ek