Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AD NR. 163 - 31. AUGUST 1999 Fótbóltur: Hóast teir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, so megnaðu troyttu B36 menninir ikki at spæla seg til upplagdar målmøgu- leikar 1. deild menn: B71-B36 0-0 (0-0) B36 menninir fóru vónbrot- nir av vellinum á Sandi. Teir høvdu ikki megnað at spælt seg til stórvegis mál- møguleikar, og tí var ikki undarligt, at teir ikki høvdu skorað. Troystin lá í, at mót- stødulidid heldur ikki hevði skorað og serliga í, at KÍ tapið í Vági heyði við sær, at B36 aftur er ovast á stødutalvuni. Sandoyingar skulu hava rós fyri mátan, sum teir fóru til verka og megnaðu upp- gávuna. Síðani summar- steðgin hava teir havt fleiri av mest royndu sandoying- unum á liðnum, og tað hev- ur havt við sær, at teir meiri enn áður hava megnað at fylgt ætlanini, sum teir hava lagt. Í øðrum dystum eftir summarsteðgin hevur orkan verið ov lítil síðstu løtuna, og tað hevur kostað fleiri mál og stig, men móti B36 megnaðu teir at halda tørn alla tíðina, eisini tí at mót- stødumenninir vóru troyttir. Yvirskotið var burtur B36 hevði bóltin kanska 80 prosent av tíðini. Teir megn- aðu at varðveita bóltin, og ikki so sjáldan fluttu teir bóltin millum sín einar tiggju fimtan ferðir, áðrenn sandoyingar fingu fatur á. Tomislav Sivic visti væl, at tað fór at vera eitt stórt tak at seta spælararnar upp aftur, eftir stóra stríðið og vónbrotið móti Ankara- giicii. Tí var tað ikki so und- arligt, at hann gjørdi brúk av, at B36 hevur størri breidd í |. deildarhópinum, enn hini liðini hava. Egil Zachariassen var í ålopinum undir liðini á Jákupi á Borg, meðan John Petersen var hangandi álopsmaður, og á midvøllinum var Djóni N. Joensen nýggjur maður sammett við Europa Cup dystin. Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen vóru dúg- ligir at taka lut í álopspart- inum, og sum 2. hálvleikur leið var Ambjørn Daniel- sen, sum var aftastur í verj- uni, ofta frammi og tók lut í eitt tvey samanspæli. Í summarsteðginum boð- aði Tomislav Sivic frá, at síðsti dysturin hjá honum fyri B36 fór at vera síðsta héskvøld í Europa Cup, men á Sandi kundi hann ikki halda sær. Í royndini at fáa málið og harvið oll stig- ini skifti B36 venjarin nógv út. Longu í steðginum setti hann Sigfríða Clementsen, sum sambært venjaran er ein av fáu føroyskum skarp- rættarunum, inn í álopið, og seinni komu bæði venjarin sjálvur og Ronnie Samuel- sen upp í part, uttan at tað eydnaðist at skora. Ofta hevur tað víst seg, at B36 menninir síðstu løt- tíðindablaðið una hava havt eyka orkuna, sum skal til fyri at trýsta eitt mál igjøgnum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Valdemar Novisci var einaráðandi í brotsteiginum hjá B71. Hann tók sær av innleggunum og langskot- unum. Næst við var B36, tá Ninoslav úr spískum stútaði frísparksinnlegg úr vinstru uppum málið. Hildu avtalurnar Sandoyingar, sum tykjast hava serlig evni at seta seg upp móti góðum liðum, meðan tað onkuntíð knípir móti teimum lægru staddu, vistu, at teirra lutur fór at vera at verja, og tað gjørdu teir sera væl. Páll á Reyna- túgvu kom ofta ímillum sendingar og blokeraði nógvar skotroyndir, Ib Mohr Olsen og Jógvan Jón Petersen hildu seg, burtur- sæð frá deyðbóltstøðum, afturi á vøllinum, har teir saman við Julian Floresco høvdu tríggjar teir fremstu menninar hjá B36 í stuttum tjóðri, og á vongverjunum tettu Bjørn Thorsteinsson og Antines Magnussen væl. Eli Hentze og Rúni i Soylu vóru fremstir. Teir fingu ikki nógv at arbeiða við frá midvøllinum, sum mest hugsaði um at verja, men tá bólturin kom fram á vøllin, eftir at sandoyingar høvdu steðgað B36 upp- spæli, vóru álopsmenninir góðir at varðveita hann, meðan teir bíðaðu eftir hjálpini frá teimum longri afturi á vøllinum. Kári Sør- ensen og Petur Ritter, sum hevur verið nógv plágaður Jákup og teir hanga í Hóast teir taptu í Silkeborg, so fær Óli Johannesen aftur gott skoðsmál í lokalu fjólmiðlunum Hóast teir taptu í Silkeborg, so fær Oli Johannesen aftur gott skoðsmál í lokalu fjølmiOlunum Tað spældi einki serligt av hjá venjaranum sjálvum, tá John Faxe Jensen, venjarin hjá Jákupi Mikkelsen, fyri fyrstu ferð kom aftur til Brøndby, har hann undan flytingini til Herfølge heyði spælt altíð, burtursæð frá tá hann var yrkisspælari uttan- lands. Faxe var skaddur og spældi tískil ikki við, men hann megnaði kortini at fáa reyða kortið fyri at brúka seg á beinkinum. Herfølge megnaði 2-2 í Brøndby, og soleiðis sum spælið lagaði seg, so eiga teir á heimaliðnum og tey flestu av teimum knapt tíggju túsund áskoðarunum at vera mest nøgd við úrs- litið, ti Herfølge hevði fleiri upplagdar møguleikar, men Mogens Krogh í Brøndby málinum stóð seg væl. Bent Christensen legði Brøndby á odda, tá tóh minuttir vóru farnir. Málið varð skotið úr átta metrum í høgru og í handara síðunet. Fimm minuttir seinni var Herfølge komið á odda, og í báðum førunum skoraði Kenneth Jensen, sum áður hevur verið í FCK. Fyrst stútaði hann innlegg í kass- an og so heilfluktaði hann úr spískum. Tíðliga í 2. hálvleiki javn- aði Brøndby, tá teir spældu seg inn um allar verjuspæl- ararnar. Tvær aðrar ferðir, eftir at Brøndby hevði brúkt somu uppskrift, fingu teir mål, sum vórðu kolldømd fyri rangstøðu. Jákup Mikkelsen hevði fleiri góðar bjargingar, m.a. onkra fótparaduna, tá mót- stødumenn vóru púra leysir, og eina ferð tá hann refleks- bjargaði stútara úr stuttari fjarstødu. Fram móti dystar- enda hevði Herfølge veld- ugan møguleika at skora sigursmálið, men Mogens Krogh bjargaði við fótpar- adu. AGF niður við nakkanum Óli Johannesen og hinir í verjuni hjá AGF høvdu tað sera strevið í Silkeborg, har tað vóru knapt fimm túsund áskoðarar. Midvøllurin hjá AGF var fullkomuliga niðurspældur, og tað hevði við sær, at teir í verjuni hjá AGF ofta komu í millum- stødur yvirfyri ålopspari- num, sum í løtuni verður mett at vera tað mest vanda- mikla í Danmark. Henrik Petersen og Peter Lassen skoraðu eitt mál í part. A internótini hava við- haldsfólkini hjá AGF eftir dystirnar móti FCK og AaB atkvøtt Ola Johannesen at vera besta spælaran hjå AGF, og hóast tapið í Silke- borg og støðurnar, sum bóru tey bæði málini við sær, so siga lokalu blødini í Aarhus aftur hesa ferð, at Oli Jo- hannesen var millum teir bestu hjá AGF. AB, sum vann 1-0 móti Esbjerg, er á odda við 16 stigum, Brøndby hevur 13 og Herfølge 12 saman við AaB, sum ikki megnaði meiri enn 2-2 móti botn- liðnum OB. Vejle tapti 2-3 á heimavelli móti Viborg. AGF hevur fimm stig, og FCK, sum í gjårkvøldid skuldi spæla í Lyngby, hevdi fýra stig. Seinni í vik- uni koma landsliðsmenninir heim at fyrireika seg til landsdystirnar, sum leygar- dagin og mikudagin verða móti baltisku løndunum. jh Sandoyingar vóru væl skipaðir av skaðum, stríddust ófort. Sandoyingar settu ongan- tíð Egin Høgnesen á ordu- ligar royndir. Onkra ferðina var um reppið, at teir megn- aðu at spæla seg leysar, men síðstu sendingarnar vóru 2. deild menn: NSI-EB/Str. 1-0 (0—0) Setningurin hjá EB/ Streymi sá út til at vera, at teir skuldu í hvussu so er hava tað við sær, sum teir vóru komnir til Runa- víkar við, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verð- ur um, hvørjari stóðu teir eru í. Javnleik á útivelli og sigur á heimavelli hevði verið nóg mikið til framhaldandi tilveru í næstbestu deildini. Hesa ferð eydnaðist tað ikki at halda tætt, og tað verður eisini torført tær báðu næstu ferðirnar, tá teir fyrst skulu til Leirvíkar og síðani fáa vitjan av FS Vágar. Tað er ikki at undrast á, um teir norðuri í Eysturoy og Streymoy kenna plássið í næstbestu deildini brenna undir sær. NSÍ hevði leikliga yvir- våg, men teir høvdu ikki nógvar upplagdar mál- møguleikar. Málið fingu teir midskeidis í 2. hålv- leiki, og tað var eitt sindur undarligt mál. Búgvi Jac- obsen sendi horna úr vinstru til Ken Nónklett, sum frá nærra stólpanum sendi út aftur í horni. Búgvi sendi síðani úr spískum í handara stólp- an, men bólturin hevði ikki farið í málið, um hann ikki hevdi komið aftur í Karsten Vang í málinum. Sverri Jacobsen skifti fleiri spælarar inn á liðið hjá EB/Streymi, tá NSI EB/Streymur í vandasjógvi 21 John Petersen og B36 høvdu meginpartin av spælinum, men teir komu ikki til nógvar upplagdar målmøgu- leikar. Mynd: Emil Simonsen ikki nóg neyvar, og so råddi aftur um at verja. Tad var strevid, men tad eydnadist, og sjálvandi eru sandoying- ar ovurfegnir um úrtókuna. jh B71: Valdemar Novisci — Bjørn Thorsteinsson, Ib Mohr Olsen, Páll á Reyna- túgvu, Jógvan Jón Petersen, Antines Magnussen — Petur Ritter, Julian Floresco, Kári Sørensen — Rúni í Soylu, Eli Hentze B36: Egin Høgnesen — Pól Thorsteinsson, Ambjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen —Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, John Petersen, Ninoslav Milen- kovic, Øssur Hansen — Jåk- up å Borg, Egin Høgnesen var komið á odda. Sunda- lagsmenninir høvdu í álopspartinum fyri tað mesta dúvað upp á langar bóltar, men sum tað leið móti endanum fluttu teir alt fólkið longri fram, og trýstið øktist á málið hjá Olavi Højgaard, sum eina ferð var heppin, tá hann í fyrstu atløgu hálvbjargaði stútara, og fekk fatur á returinum, áðrenn mót- stødumadurin var á bólt- inum. Um miðjan 2. hálvleik var Mortan Hansen settur inn í NSI álopið. Hann heyði eitt gott skot úr brotsteiginum, men tað fór við síðuna av máli- num. Hetta mundi í síðsta enda ikki bila so nógv hjá NSI og teirra viðhalds- fólkum. Tey trý stigini gera, at teir eru ikki so langt frá bronsuplássi- num, sum TB er á. Kom- andi sunnudag skal NSI spæla á Sevmyri. Tað verður strevið, men um eysturoyingarnir fara at megna at vinna, so verða teir sjálvir harrar yvir, um teir aftaná 18. og síðsta umfarið skulu standa við bronsukrónunum. Men enn er gøtan, sum gongur til bronsuna, knortlutt hjá NSI, tí aftaná vitjanina á Tveroyri, skulu teir spæla á heima- volli móti LIF og FS Vág- ar og á útivelli móti GÍ, sum stríðist fyri lívinum í deildini. jh