Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR: 165 --2. SEPTEMBER-1999 tíðindablaðið Lærarafelagið fingið samráðingarboð - Vit fara undir samráðingarnar við góðum treysti, sigur Elsa Birgitta Peter- sen, forkvinna í Fóroya Lærarafelag TurID KJØLBRO Samráðingarnar = millum Fíggjarmálastýrið og For- oya Lærarafelag verða nú tiknar upp aftur. Í gjár fekk felagið skriv frá stýrinum, har biðið verður um at áseta dagin, tá ið samráðingarnar byrja aftur. Vit eru til reiðar at fara í gongd aftur, nær tað skal vera. Eg skal brúka eitt skotbrá uppá nakrar fáar dagar at savna fólkini, ið skulu vera við, tí tey skulu takast úr undirvísingini, sig- ur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærara- felag. Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmál- astýrið fór úr gildi 1. mai. Síðst í juní hittust partarnir um samráðingarborðið, men Lærarafelagið ynskti at fáa samráðingarnar útsettar til eftir summarsteðgin. Ein orsøk til hetta var eitt nú, at greiða skuldi fáast á nøkrum einstókum viðurskiftum fyrst. Eitt nú skuldu nakrar útsagnir, sum komu frá Fíggjarmálastýrinum undir samráðingunum, kannast nærri. Síðani hevur nevndin í Føroya Lærarafelag havt fund vid landsstyrismannin i undirvisingarmålum, Signar á Brúnni, um hesar spurningar. - Undir samráðingunum fingu vit at vita frá Fíggjar- málastýrinum, at tey høvdu frætt úr Undirvísingar- og mentamálastýrinum, at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum, sum kunnu setast í verk, um ráð eru til tess. Umframt fingu vit at vita, at Undirvísingar- og mentamálastýrið kann um tað vil raðfesta leiðslur- nar á ymsu skúlunum hægri. Hesar útsagnirnar gjørdu okkum ikki sért bilsin, ti spurningurin var so, hvat vit so sita og samráðast um. Spurningurin var, um fólk í Undirvísingar- og menta- málastýrinum av sínum ein- tingum arbeiða við málum, sum vit í Lærarafelagnum stríðast um yvir um borðið við Fíggjarmálastýrið. Sum vit hava skilt hevur lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um tilskilað sær rættin til at hava lønarsamrådingarnar um hendi og so skulu hinir landsstýrismenninir halda seg burtur. Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur kortini umboð við, sigur Elsa Birgitta Petersen. Góðtaka ikki undanførsluna A fundinum vid landsstyr- ismannin i undirvisingar- målum fingu nevndarlimir- nir i Føroya Lærarafelag fyri ein part tingini uppå plåss. Landsstyrismadurin kendi einki til útsagnina um, at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum, sum kunnu setast í verk, um ráð eru til tess. Sostatt var einki hald í hesi åtsøgnini Viðvíkjandi teirri seinnu var tað ikki avsannað, at Und- irvísingar- og mentamála- stýrið kann raðfesta leiðsl- urnar á skúlunum hægri. - Hetta merkir, at leiðsl- urnar á ymsu skúlunum kunnu fáa meiri tíð til leiðsl- uuppgávur og møguliga meiri løn. Tað hava vit sjálvsagt einki ímóti, men samstundis verður sagt, at ráðini eru ikki til tað sum stødan er. Vit kunnu ikki halda fram við at góðtaka, at sagt verður alla tíðina, at eingir pengar eru, tá ið ein nýggj lóg er samtykt og komin í gildi, sigur Elsa Birgitta Petersen. Slætt borð Samskiftið millum Føroya Lærarafelag og landsstýris- mannin í undirvísingarmál- um hevur ikki verið so gott farnu tíðina. Nevndin í fel- agnum varð skift út í vár, og forkvinnan í felagnum metir nú, at samskiftid er batnað nakað. - Nevndin í Føroya Lær- arafelag skal tæna limu- num, og tá nyttar einki at kríggjast við landsins myndugleikar. Sjálvandi eru vit sera 6samd um nógv viðurskifti, sambandið okk- ara millum hevur verið ógv- enningartarnað millum onnur børn Í gjár byrjaði fyrsta av fyribils seks menningartarnaðum bórnum í frítíðarskúlanum í Bridgehúsinum í Havn TURIÐ KJØLBRO Sum eina roynd hava menn- ingartarnað børn, ið ganga í skúla á Sernámsdeplinum i Havn, nú møguleikan at koma saman við ødrum børnum í frítíðarskúlaskip- anini í Havn. Í fyrsta umfari er talan um seks børn í 1., 2., og 4. flokki, sum eftir skúlatíð fara í Bridgehúsið í Havn, ið hýsir frítíðarskúl- abørnum. Børnini hava øll stuðulsfólkið, ið til dagligt hevur tey, við í frítíðarskúla. - Vit byrja á berum, í tí smáa, tí vit vilja gera okkum nakrar royndir, áðrenn fleiri sleppa framat. Eitt nú skulu vit finna út av, hvar aldur- smarkið skal ganga. Enda- málið er at samansjóða menningartarnað børn millum onnur børn. Hetta er ein gloymdur, ógvuliga av- byrgdur bólkur av okkara børnum. Tey hava tørv á at vera millum onnur, eins og onnur børn hava gleði og gagn av at vera saman við teimum, sigur Ann Elisabeth Joensen, ið er sett til at byggja hesa skipanina upp. Annars er hon leiðari á Frítíðarskúlanum í Horn- agøtu i Havn, har smáu skúlabórnini á Venjingar- skúlanum koma eftir skúl- atíð. Tórshavnar býráð er í ferð við at yvirtaka økid frá Al- mannastovuni, men fyrr enn ein heildarætlan yvir gkið er gjørd, býta býráðið og Almannastovuna uppgåv- una millum sin. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo uliga kaldligt, tey eru batn- að nakað, men krøvini til myndugleikarnar eru enn sum fyrr tey somu, sigur Elsa Birgitta Petersen. Í blaðnum í morgin hava vit samrødu við forkvinn- una í Føroya Lærarafelag um týdningarmestu málini, ið skulu avgreiðast undir samráðingunum Vit kunnu ikki halda fram við at góðtaka, at sagt verð- ur alla tíðina, at eingir pengar eru, tá ið ein nýggj lóg er samtykt og komin í gildi, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Førova Lærarafelag US N Í = Sr se 8 Á CITROEN mercoios-Ben "ES '6 Ivan Johansen Bilar Citroen ZX 1,8i, grønur årg. 04/1995 Kr. 89.000 Citroen ZX 1,9 Stc. DIESEL, årg. 02/1996 Kr. 99.000 Nissan King Cab 4x4 2,5 DIESEL, årg. 03/1993 Kr. 65.000 Mitsubishi Lancer Stc., reydur, årg. 04/1996 Kr. 120.000 Toyota Carina sedan aut. Gear, reyður, árg. 1987 Ný synadur Kr. 39.000 Citroen ZX 1,9 Stc. DIESEL, blåur, årg. 05/1997 Kr. 125.000 Citroen ZX 1,9 DIESEL, koksgráur, árg. 1992 Synadur i 99 Kr. 89.000 Mitsubishi Lancer 1,8 DIESEL, hvitur årg. 05/1988 Kr. 35.000 Ford Mondeo, blåur, årg. 04/1996 Kr. 134.000 Mitsubishi Carisma 1,6 GLX, blåur, årg. 06/1996 Kr. 135.000 Kia Sephia, grønur, bert koyrt 17.000 km., årg. 04/1998 Kr. 98.000 Bilasølan er opin vanligar dagar frå kl. 08.00 til 17.00 Vit hava eisini brúktar bilar á Vælkomin til za SA '0 Ivan Johansen Bilar Hoyviksvegur 63 - Torshavn Tlf. 313666 - fax 310866