Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SS 3. NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999 Grótið rullar í Eysturoynni JAN RASMUSSEN Inni í Eysturoynni hendir nakað á tónleikapallinum nú um dagarnar. Í losjuni í Gøtu venja í løtuni ymiskir tónleikabólkar dúgliga und- ir góðum umstødum 5 dagar um vikuna, og gravgangur er hjá øðrum bólkum at sleppa upp í part. Men alt hetta er ikki komið í lag av sær sjálvum... Tað var ungi gøtumadurin Jón Tyril, ið fyri sløkum ári síðani spældi sær við hug- skotinum at stovna eitt fel- ag, ið virkaði fyri tónleik- arar, eins og t.d. eitt fót- bóltsfelag virkar fyri fót- bóltspælarar. Eitt felag, har tónleikararnir í Eysturoynni komu at virkar undir skip- aðum viðurskiftum, til at fremja og menna tónleikin á le „Vánaligar venj- ingarumstødur og vantandi tiltøk at spæla til“ hevði ver- ið tað æviga niðurlagið, ið vidførdi, at tað ongantíð var nakað haldgott »j í tónleikalívinum „Aðrenn Grót kom í verð- ina, var næstan tað einasta regluliga tónleika tiltakið í oynni, ið ein kundi fara til, dansur á Kambsdali í viku- skiftinum. Tað var ikki nóg gott!“, sigur Jón Tyril Fóru til verka Tiskil samdust hann og Eil- er Hansen, (annar av guit rul Visible it fara undir fyri til at stovna ettt „Fyrst bóru vit lepar, har vit søgdu frá okkara enda- máli við samtakinum, út í hvort hús i Gøtu og nøkrum øðrum bygdum. Og sam- stundis varð boðið til fundar í losjuni í Gøtu eitt kvold i oktober mánaði í fjør.“ Tað vísti seg at áhugin var stórur, og tað møttu eini 40 fólk til fyrsta fundin. Har varð ein nevnd vald, og tónleikasamtakið Grót var vorðin ein veruleiki. Teir byrjaðu beinanvegin at hava smærri tiltøk sum t.d. tón- leikacafé-ir og „jamsessi- ons“, har tónleikarar og onnur fingu høvi at mótast og hugna sær. „Tað var t.d. á einum av hesum „jamsession“ tiltøk- unum, at bólkurin Click- haze sá dagsins ljós“, sigur Jón, ið sjálvur er ein av limunum í bólkinum. Umstødurnar góðar Nógv tey flestu tiltøkini, ið Grót hevur skipað fyri, hava verið í losjuni í Gøtu. Jón sigur hesi hølini vera frålik til at skipa fyri smærri til- tókum, har fólk koma at lurta eftir tónleiki og hugna sær. Nú er eisini avtala gjørd við ADJ Sound um leigu av einum lj6danleggi, ið Grót hevur standandi í losjuni. Hetta merkir, at nú er tað vorðið hópin lættari at skipa fyri tiltókum, enn tað var í byrjanini, tá teir máttu leiga eitt ljóðanlegg til hvort einstakt tiltak. Grót skipar tó ikki bert fyri tiltókum, men hevur eisini arbeitt við at fáa nøkt- andi venjingarumstødur til bólkarnar: „Vit hava nú fyri kortum fingið eina avtalu um leigu av losjuni í Gøtu uppá pláss, soleiðis, at vit hava hana til taks 5 dagar um vikuna. Fyribils venja fýra bólkar Jón Tyril er hóvuðsmaður aftan fyri tónsamtakið Grót tvær ferðir um vikuna í høl- unum, men tað verður skjótt, at vit mugu fara at fáa til vega enn fleiri hølir, tí at gravgangurin er stórur.“ Var trupult at fáa stuðul Sum líður í at betra um- støðurnar, hava teir ætlanir um at keypa eitt trummu- sett, ið kemur at standa í venjingarhølunum. Men til hetta og annað, ið ætlanir eru um at fremja, er tað brúk fyri peningi. „Vit sendu brøv út til ym- iskar fyritøkur um at stuðla okkum, tå vit byrjadu, men svarið frá teimum flestu var, at vit máttu hava nøkur tirs lit at vísa á fyrst. Tískil var tað trupult at fáa stuðul. Men nú ætla vit okkum aft ur at fara undir at senda um sóknir til hesar ymisku fyr itókurnar, tí eg meti, at Vit avgjørt hava nakað muna- gott at vísa á hesaferð.“ Spurdur um hann metir. at tað áttu at verið fleiri tílík tonleikasamtøk runt um í landinum. ivast Jón ikki: „Tað er heilt vist, at tað áttu at verið fleiri av slagnum, tí ein kann sum sagt bara hyggja eftir hvussu nógv er komið burturúr hjá okkum uppá so stutta tíð.“ Framtíðin Einki er at ivast í, at framtíð er í Gråt. Limatalid er so líðani vorðið til uml. 40 fólk og er støðugt vaksandi, og tiltókini verða væl vitjaði. Jón sigur, at sohvørt sum Grót gerst meira etablerað, fara teir at víðka um virk- semið. Ætlanir eru t.d. fyrst um at taka summi av til- tøkunum upp og annars at koma meira runt í landi- num. Men hgvuðsendamál- ið verður tó eisini í fram- tíðini at fjølga um og menna tónleika lívið í Eysturoynni, eins og sett var út í kortið fyri sløkum ári síðani. x