Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 an *Q< NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999 Vælkomin á Vørumessuna '99 Friggjadagin 3. september byrjar Vorumessan'99 í Ítróttarhollini á Hálsi og bjóða i år 30 heilsølur, eiðarar og tæ virki vælkomin til hesa ver Tad verður Finnbogi Arge, landsstyrismadur í vinnumålum, st jamorgunin kl. 10:00 kemur seta Vørume | Yhugin at vera við á vørumessuni í år, hevur verið líka stórur sum í fjør. Longu áðrenn farið varð undir fyrireikingararbeiðið var greitt, at ov lítið pláss fór at vera uppi á Hotel Føroyum, og varð tí gjørt av, at hava vørumessuna í Itrottarhøllini á Hálsi I ár eru 30 útstillarar, sum sýna vørur sínar fram á teimum 37 básunum. Flestu básarnir eru stórri í år og er tað sera áhugavert. Fleiri av heilsølunum, framleiðarunum og tænast- uvirkjunum hava ment seg nógv seinastu árini, og umframt at hava eitt breitt og gott veruúrval, kunnu hesi í dag bjóða lika bíligar vørur og tænastur, sum útlendsku kappingarneytar teirra. Dagliga húsarhaldið hevur eisini seinastu árini merkt lækkaðu prísirnar. Flestu vørur eru í í dag líka biligar at keypa í handlunum i Føroyum, sum í Dan- mark. Tó eru tað enn nakrir vørub6lkar, har vørurnar eru ov dýrar. Hetta kemur ikki av ódugnaskapi, men millum annað av tolli og avgjøldum ið løgd eru á hesar vørur. Tollógin er i dag sera tidarkrevjandi og torskyld at umsita hjá keypmanninum. Her verður hugsað um mongu toll- og avgjøldini, og torskylda útrokningar- håttin. Nakrir tollsatsir eru i %, aðrir í krónum og aftur aðrir ein kombination av báðum. Nakað skal roknast av fakturavirði annað av nettovekt og sumt av bruttovekt. Tollnummur (tariffnummur), eru ikki tey somu, sum grannalondini brúka. Upplýsingar, sum krevjast á fakturarnar so sum nettovekt, brutto- vekt og hvussu veran er pakkað, undirskriftir, osfr. er ofta torført at framskaffa og kemur tað fyri at vektin á faktura og farmabrævi ikki samsvara, ja, so hevur tú ein trupulleika. Gott hevdi verið um mynd- ugleikarnir høvdu broytt tollógina soleiðis, at hon varð einfaldari, smidligari og lættari at umsita. Fyri at kunna gera seg galdandi á marknaðinum, er ein munadygg marknadarføring neyðug, og her er vørumessan ein góð hjálp. Her kunnu heilsølur, framleiðarar og tænastuvirki í tríggjar dagar vísa fram sínar vørur og tænastur fyri føroysku keyp- monnunum, frisørum, reiðarum, matstovu-, stovns- og virkisleiðarum. Vøruúrvalið er eisini fjølbroytt og spennandi, og nógv verður gjørt burtur úr fyri at fáa básarnar hugnaligar og vakrar. Umleið 100 selufólk eru til reiðar komandi tríggj- ar dagarnar at vísa hvat føroyskar heilsølur, fram- leiðarar og tænastuvirki hava at bjóða kundum sín- um Ver vælkomin á Vørumessuna'99 Birgir Poulsen P/F Poul Hansen: Góður møguleiki at koma i samband vid keypmenn Hetta metir Eiler Johannesen frå P/F Poul Hansen um Vórumessuna 99. P/F Poul Hansen hevur eis- ini jólini í huga, tá stevnan fer av bakkastokki DAGFINN OLSEN Eisini hjá Poul Hansen heil- sølu fegnast tey um Vøru- messuna 99. ið hevur ment seg í mun til í fjør, so farast má í stórri holi, nevniliga It- rottarhøllina á Hálsi. Tað er óivað spennandi hjá keypmonnum at vitja á messuna og síggja alt upp á Samstundis er nógv nýtt at síggja og mess- an er fjølbroytt. Ofta eru messur í útlondum ov stórar og kanska óviðkomandi, meðan hetta er betri hósk- andi, heldur Eiler Johanne- sen frá P/F Poul Hansen. - Her er alt undir einari lon og tað varð væl mótikið í fjør, sigur Eiler Johanne- sen og leggur afturat, at eis- ini P/F Poul Hansen hevur tryggjad sær størri bås å messuni i år. em gang Jolavørur og oljuvinna - Tað, ið er spennandi hjá okkum í ár er, at vit hava vitjan av einari fyritøku úr Danmark, ið hevur ferðast runt í Danmark við fram- sýning av ymsum jólavor- um, td. merkiseðlum og bondum. Henda framsýning verður á básinum hjá okkum á Vørumessuni 99, sigur Eiler Johannesen. P/F Poul Hansen hevur annars nógv umboð, og kann tað tí eisini vera trupult at velja, hvat ein skal leggja dent á, sigur Eiler Johanne- sen. Fyritøkan hevur eisini lagt seg eftir útgerð til olju- vinnu. Hetta verður tó ikki at síggja á Hálsi, men á eini framsýning í Aberdeen í komandi viku. Eiler Johannesen vónar, at messan gerst árlig hending, tí her koma keypmenn sam- an. Í fjør så ein keypmenn, ið ikki høvdu hitst í fleiri ár, práta saman. Handlar eru í dag ikki so tættir, so har eru ikki tær kenslurnar at taka hædd fyri. Fleiri keypmenn eru enntá í handilsketum, felagskapum, saman. Hjá Poul Hansen fegnast tey um tiltakið og vóna tað heldur fram framyvir. Heilsølan hjá Poul Hansen brynjar seg eisini út til eina komandi oljuvinu. Her vitja umboð fyri útlendsk oljufeløg. Pf. Eysturoyar heilsøla Tlf. 447400 &