Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fødingardagur i fimleikinum veer NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999 Fimleikur: Børn- ini sloppu at spæla sær, tå fyrsti hátíðardag- urin í hjá Havnar Fimleikafelag, sum fyllir 90 ár í ár, varð hildin I vikuskiftinum var fyrsta tiltakið av eini rød, sum fara at verða í samband við 90 ára fødingardagin hjá Havn- ar Fimleikafelag. Og tað var ein barnafød- ingardagur, sum var hildin í høllini á Stórheyggi. Børn sluppu at royna ymisk slóg av fimleiki, og eingin krøv - uttan aldurskrøv — vórðu sett børnunum. — Vit løgdu dent á, at øll børn kundu koma, eisini tey sum ongantíð hava verið við í felagnum, og vit vóru eisini fegin um at síggja nógv nýggj børn, sigur Elin Mortensen, formaður í Havnar Fimleikafelag. Børnini vóru býtt upp í tríggjar aldursbólkar: tey úr 4 ár og upp til skúlaaldur, tey í 1. til 3. flokki og so tey í 4. til 7. flokk. Í hvørj- um flokki vóru millum 20 og 30 børn. — Vit eru væl nøgd vid hetta tiltakið, og vit ætla at royna tað aftur einar tvær ferðir seinni í ár, sigur Elin Mortensen. ég Hesi tiltók, har øll børn kunnu verða við, verða við síðuna av vanligu venjing- ini í felagnum. Okkurt um 800 børn og vaksin eru ak- tíðindablaðið 0812 tiv í Havnar Fimleikafelag. — Vit hava nógv børn í felagnum, og vit vilja fegin hava, at tey merkja, at tað er nakað serligt við felag- num í ár. Seinni í ár er ætlanin at gera meira burtur úr fød- ingardegnum hjá felagnum, tá verða onnur tiltøk, mill- um annað framsýning og veitsla. Myndir: Álvur Haraldsen 2