Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið — Lat tey sigla egnan sjogv Danskir frødingar eru samdir um, at vanligi danin als ikki hevur åhuga fyri, um Føroyar eru partur av danska rikinum ella ei JOHN JOHANNESSEN Fleiri orsøkir eru til, at danir beinleiðis eru trútnir inn á føroyingar, sigur Uffe Østergaard við danska blað- ið Aktuelt. Í sambandi við hetta verða nevndir ymiskir fordomar um, at føroyingar eru ógvuliga grammir eftir verðini. Føroyingurin brúk- ar súrt sparda peningin hjá danskaranum til at byggja vitleysar vegir og bora long berghol í hørð fjøll, so hann kann koyra kring um á sín- um smáu oyggjum í sínum alt ov dýra bili Hetta eru sjálvandi for- dómar, ið víst verður á, men hildið verður, at hetta hevur gjørt, at vanligi danin als ikki hevur áhuga fyri, um ríkisfelagsskapurin Føroyar Danmarkar ímillum verður varðveittur. Tað sær út til, at ríkis- felagsskapurin er nakað ógvuliga fjart nakað fyri nógvar danir. Hóast alt hev- ur fyrr verið ein lítil positiv- ur áhugi fyri ríkisfelags- skapinum, men meininga- kanningarnar vísa, at hetta er nakað, ið er í ferð við at broytast við fullari ferð í løtuni. Um føroyingar ynskja at vera sjålvstødugir, so er hetta i finasta lagi, sigur Uffe Østergaard vid NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 JE Vit hava onga gledi av førovingum i løtuni. Bert tå forsætismálaráðharrin fer upp hagar at ferðast, og so er tað hann, ið hevur gleðina. Ella tað mótsatta, tá hann verður útskeldaður, sigur danskur sógufróðingur Aktuelt í gjár Uffe Østergaard er væl kendur við føroysk viður skifti. Hann hevur skrivað um sambandið millum Fór oyar og Danmark, og eisini hevur hann eitt skiftið verið lærari á Fróðskaparsetri Føroya. Litil gledi av Føroyum Uffe Østergaard skilir væl, at danir argast inn å føroy- ingar, og eisini skilir hann væl, at danir hava nógvar fordómar fyri føroyingum og Føroyum annars. Tað er gjørdist heilt týðuligt, at danir eru vorðnir argir inn á føroyingar, tå føroyingar settu fram krav um at fáa pening frá donsku stjórnini undir kreppuni Danir hava tærri ikki heilt ógrundaðu uppfatanina, at føroyingar eru eftir okkara pengum, men hóast hetta dámar teimum ikki okkum Hóast fleiri vilja vera við. at danir hava havt nógva gleði av føroyskari list, heldur Uffe Østergaard ikki, at so er, tá Jonas Kuld Rath- je frá Aktuelt setir honum hendan spurningin. Fað eru nøkur, ið halda, at danir hava fingið nógva gleði av føroysku listini, men tað haldi eg ikki, sigur Uffe Østergaard avgjørdur. Menningartarnad og evnaveik Søren Mørch, lektari i søgu å Syddansk Universitet, heldur heldur ikki, at danir hava serliga åhuga fyri Før- oyum. Hann sigur, at Før- oyar liggja ógvuliga fjart í hugaheimi dana. Hann sig- ur, at um føroyingar ynskja at gerast sjålvstødugir, må hvør einstakur bert ynskja teimum tillukku og vera fitt- ur við teir. Søgufrødingurin heldur, at danir ikki taka oyggjarnar í ríkisfelagsskapinum í álv- ara, og at hetta vísir, at danir í veruleikanum als einki leggja í hesar oyggjar. - Tóku vit Føroyar og før- oyingar í álvara, skuldu vit ju lært føroyskt í skúlunum og farið við føroyingum, eins og vit fara við okkum sjálvum. Í veruleikanum fara vit við teimum, sum eru tey menningartarnað og evnaveik, tí menningartarn að, evnaveik og føroyingar sleppa jú undan herskyldu, sigur hann við Aktuelt. Tættari samband við Grenland Í greinini í Aktuelt vísir Uffe Østergaard á, at tað er av tilvild, at Føroyar eru komnar i rikisfelagsskap vid Danmark. Eisini visir hann å, at bondini millum føroyingar og danir ikki eru serliga tøtt. Men harafturi- móti heldur hann samband ið við Grønland, ið sum kunnugt eisini er við í ríkis- felagsskapinum, er nógv tættari. Vit hava eina sterkari kenslu av ábyrgd fyri grøn lendingum enn føroyingum. Talan er um innfødd, og vit eru eisini fariun illa við teimum í sínari tíð, sigur hann Søgufrødingurin sigur við Aktuelt, at hann heldur ikki, at danir fara at gráta nógv tár, um Føroyar einaferð fáa slitið seg heilt leysar frá Danmark. Heldur ikki held- ur hann, at danir fara at sak- na missin av oyggjunum, eins og teir sakna økid sunnanfyri markið millum Suðurjútland og Týskland. Ynskja ikki samband Uffe Østergaard heldur als ikki, at føroyingar ynskja eina loysn, ið liggur innan- fyri ríkisfelagsskapin. Vit danir ganga og halda, at tey, ið fegin ynskja samband við Danmark - Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin - er tey, ið dáma væl danir. Men hetta er als ikki rætt. Allir før- oyingar eru eins ivasamir mótivegis dønum, men tey eru nøkur, ið ynskja at gjalda fyri tað og nøkur, ið ikki ynskja at gjalda. Í veru- leikanum eru tað sjálvstýr- isfólkini, ið eru vinir okk- ara, mentanarliga sæð, eru tey samd um fjarstødu frå Danmark. Taka Hvítubók í álvara Men tað eru ikki bert hvøss orð, ið fella um føroyingar, nú vit standa á gåttini til munandi broytingar í ríkis- rættarligu skipan okkara. Í oddagreinini í danska blað- num Politikken í gjár, verð- ur heitt á donsku stjórnina um at taka Hvítubókina í rámasta álvara, og ikki vísa á, at hon er ábyrgdarleys, tá hugsað verður um nógvu praktisku og poltisku trup- ulleikarnar, ið bókin hevur hug til at leypa lættliga framvið. Oddagreinaskrivarin heldur tað vera heilt klárt, at høvundarnir hava fingið til uppgávus at gera greitt, hvussu oyggjarnar kunnu gerast sjålvstødugar, uttan at so nógv verður hugt at teimum trupulleikum, hetta fer at føra við sær fyrisit- ingarliga og fíggjarliga. Men tó verður dentur lagdur á, at tá ætlanir føroyinga klárt sýna, at føroyingar ynskja at klára seg sjálvar, eigur ætlanin at verða tikin í fullum álvara.