fríggjadagur 3. september 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
e-mail: eydunØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Týskarar vilja hava Allan
Fótbóltur: Landsliðsvenjarin vísir
ikki aftur, at hann kann gerast venjari
í Gladbach, men hann roknar við at
halda fram í Fóroyum í tvey ár afturat
Tað er ein møguleiki fyri,
at landsdystirnir móti Est-
landi og Litava verða teir
síðstu á heimavelli við All-
ani Simonsen við róðrið.
Hetta gerst veruleiki, um
Borussia | Mønchenglad-
bach, sum Allan Simonsen
spældi við frá 1973 og fram
til 1979, ger av at seta ein
av størstu spælarunum hjá
felagnum nakrantíð í heita
venjarasessin, og um føroy-
ski landsliðsvenjarin í sam-
ráði við Fótbóltssambandið
tekur av tilboðnum.
Berlingske Tidende bar í
gjár tíðindini um, at Allan
Simonsen møguliga skal
vera venjari i tyska felag-
num.
Tad er rætt, at eg havi
fingid ein fyrispurning frå
fyrrverandi felagnum hjå
mær. Eg havi svarad teim-
um, at eg fyri stuttum havi
skrivad undir nyggja avtalu
vid FSF, sum er galdandi
tvey tey næstu årini, men
eg havi ikki sagt avgjørt nei
til at taka uppgåvuna uppå
meg. Tad veldst um, hvussu
målid fer at taka seg upp,
og eg havi verið so mikið
leingi við í yrkisfótbólti, at
eg havi lært, at tú skalt ong-
antíð læsa dyr.
Hetta segði Allan Simon-
sen, landsliðsvenjari, við
Itréttarsosialin stutt eftir at
hann fyrrapartin í gjár var
komin til Føroya. Og tá vit
spurdu, um hann kendi seg
æraðan av at hava fingið ein
fyrispurning úr Borussia,
vendi landsliðsvenjarin sær
soleiðis:
Eg hevði nøkur framúr
góð ár í Borussia, sum var
fyrsta professionella felag
10, sum eg spældi fyri. Nú
eru tað onnur fólk, sum
hava ábyrgdina av felag-
num, enn tað vóru fyri tjúgu
árum síðani og meiri enn
tað, men teinurin úr Vejle
og niður hagar er ikki so
ógvuliga langur. Eg havi
ofta vitjað í felagnum, og
eg kenni fleiri teirra, sum
hava við felagið at gera, so
tað kennist næstan sum um
tað er felagið hjá tær sjálv-
um, sum hevur havt ein
følara úti. Men sum sagt, so
er útgangspunktið, at eg eri
og fari at vera venjari i Før-
oyum, og um nakad annad
skuldi komid uppå tal, so
fari eg sjålvandi fyrst av
øllum at kunna Fótbólts-
sambandid, sum eg øll hesi
årini hava havt so gott sam-
starv við.
Gylta tíðarskeiðið
Tað var eftir at Allan Sim
onsen hevði verið við dan
ska landsliðnum á olymp-
isku leikunum í Vestur-
týskalandi í august 1972, at
Borussia keypti átjan ára
gamla snillingin úr Vejle.
Allan Simonsen kom til
týska felagið, sum tá taldist
millum tey størstu, fyrst í
1973, og har var hann inntil
í 1979, tá Barcelona legði
nógvar pengar á borði og
streyk avstað við gullfugli-
num hjá Borussia, sum
hevði vunnið týska meist-
araheitið og hevði verið í
Europa Cup finaluni fyri
meistarar í 1977.
Tá spældu Allan og teir í
Róm móti Liverpool, sum
vann 3—1. Allan Simonsen
skoraði málið hjá Borussia.
og í desember hetta sama
árið varð núverandi venjar-
in hjá føroyska landsliðnum
kosin besti spælarin í Eur-
opa, m.a. í kapping við Kev-
in Keegan, sum nú er venj-
ari hjá eingilska landslið
num, og sum gjørdist ársins
spælari í Europa árið eftir
Vinmaður við
sekkjaða mannin
Allan Simonsen vil ikki
taka dagar ímillum, hvat
felag var tað besta at vera í
Hann var í trý ár í Barce-
lona, og so var hann nakrar
mánaðir í Charlton í Ong-
landi, áðrenn hann aftur
kom til Vejle:
- Borussia er felagið, sum
eg havi havt mest samband
við, og har havi eg fleiri
vinmenn, m.a. Rainer Bon-
hof, sum tíverri noyddist at
fara úr venjarastarvinum nú,
sigur Allan Simonsen, sum
seinnapartin í gjár saman
við føroysku landsliðsspæl-
arunum fór at fyrireika seg
til uppgávurnar í morgin og
mikudagin.
Nú er tað landsdysturin
leygardagin, sum er á
skránni, og so verður tað
dysturin mikudagin. Tað eru
hesar uppgávurnar, sum vit
allir skulu savna hugsan
mar um nú, staðfestir Allan
Simonsen.
Berglinske Tidende visti
at siga í gjár, at umframt
Allan Simonsen eru eisini
kend tysk fótbóltsnovn i
uppskoti til uppgåvuna at
standa å odda i royndini at
endurreisa fyrrverandi tyska
stórfelagið, sum flutti niður
úr bestu deildini í fjør og
sum nú er í tungum sjógvi í
næstbestu deildini. Millum
teir, sum saman við Allani
Simonsen verða mettir sum
møguligir avloysarar hjá
Bonhof, verða nevndir
Felix Magath og Klaus
Augenthaler, sum er venjari
hjá eysturríkska Grazer AK.
sum fyri tveimum vikum
síðani var í Føroyum og
spældi móti KÍ é
jh
Uni var dagsins madur å Lida
Fótbóltur: Álopsmaðurin skoraði
tvær ferðir, og Jens Martin Knudsen
hevði fleiri stórar bjargingar, tá mót-
stødumenninir vóru á odda
Teir tríggir landsliðsmenn-
inir, ið vinna fyri dagligt
breyð í landssimadeildini,
sum besta fótbóltsdeildin í
Íslandi verður nevnd, tóku
ikki lut í landsliðsvenjingini
í gjár. Um tað gekk, sum
roknað varð við, so skuldu
teir koma til Havnar í
gjårkvøldid, og tá høvdu
teir verið leingi á ferð.
Triðji seinasta umfarið í
íslendsku kappingini varð
spælt mikukvøldid, og tå
spældi Leiftur við Una Arge
og Jens Martini Knudsen á
útivelli í Reykjavík móti
Vali. Seinni mikukvøldid
hittu føroysku landsliðs-
spælararnir í Leiftri á sjó-
mansheiminum Ørkini All-
an Mørkøre, sum var komin
år Vestmannaoyggjunum,
og teir hildu til á sjómans-
heiminum, inntil teir tíðliga
Í gjáramorgunin fóru til
Keypmannahavnar, haðani
teir seinnapartin í gjár
skuldu fara til Føroya.
Einki er at siga til, at lagið
var gott á landsliðsmonn
unum, tá teir hittust í Reykj-
avik í fyrrakvøldid. Nú
summarið er farið, og heyst-
ið við kulda, myrkri og
vindi vinnur á ljósu og
lýggju tíðini, man tað onk-
untíð kennast eitt sindur
einsligt í Vestmannaoyggj-
unum og á Ólafsfirði, har
lívið er heilt ødrvisi um
sumrarnar enn um vetrarnar.
Gott avrik á Líðarenda
Mikukvøldid hittu føroysku
landslidsspælararnir i
Leiftri fótbóltshugaðar
vinnulívsmenn, sum í hes-
um dógum eru í Íslandi á
fiskivinnustevnu. Teir vóru
á Líðarenda, har heimavøll-
urin hjá Vali er, og hugdu at
føroyingunum, og lagið var
gott, tá vit vóru í sambandi
við Una Arge og Jens Mart-
in Knudsen.
Og tað var væl skiljandi,
tí í triðji síðsta umfarinum
vann Leiftur 4—2 á útivelli
móti Vali, sum við tapinum
eftir øllum sólarmerkjum at
-
døma er å veg nidur i 2
deild. Valur er einasta fel-
agið í Íslandi, sum altid hev-
ur verið í bestu deildini.
men tey seinnu árini hevur
tað ikki gingið nakað ser-
ligt, og í fjør var tað í yvir-
tíðini í síðsta dystinum, at
teir bjargaðu atgongumerk-
inum til landssimadeildina
í 1999. Í fimtanda umfari
num vunnu teir í Akranesi,
og ti var spenningurin stór
ur, hvussu tað fór at hilnast
móti Leiftri, sum tað hevur
gingið eitt sindur upp og
niður hjá:
— Teir lupu á við fullari
ferð, og fyrstu tjúgu minutt-
irnar stóð nógv á hjá okk-
um. Teir komu á odda 1—0,
og eg hevði sera nógv at
gera, men so fór dampurin
eitt sindur av teimum, og
sjálvt um teir onkra ferðina
voru 1gjøgnum og VOru
einsamallir vid mær. so
Uni Arge skoraði tvær
ferðir mikukveldið
haldi eg, at tað var uppi
borið, at vit skoraðu tvey
mál seinnapartin av 1. hálv-
leiki. Uni Arge var meistari
fyri báðum málunum. Hitt
fyrra varð brasiluimaðurin
Santos skrásettur fyri, eftir
at málverjin bara megnaði
at hálvbjarga langskot frá
Una Arge, og eitt sindur
seinni eydnaðist tað hjá Una
at skora úr sekstan metrum,
greiðir Jens Martin Knud-
sen frá.
Og Uni Arge, sum í ís-
lendskum fjølmiðlum í gjár
var sagdur at vera besti
maður á velli, leggur aft-
urat:
— Sigurin hevði sera stór-
an týdning fyri okkum.
Hetta var fyrsta ferðin í ár,
at vit orduliga hava megnað
at fingið tað at gingið eftir
okkara høvdi — tað vil siga
at stýra dystnum og sam-
stundis spæla uppá snarálop
— og so må eg leggja afturat,
at tað kundi gingið ødrvisi,
um Jens Martin ikki hevði
ryst nakrar stórar bjargingar
úr ermuni, tá teir fleiri ferðir
vóru einsamallir igjøgnum
I 2. hálvleiki økti Leiftur
til 4-1, áðrenn vónsviknu
enda
heimamenninir = pyntadu
um. Uni Arge skoraði til 3
] úr sera spískum í høgru,
og seinna málið, sum San
tos gjørdi, verður í Íslandi
mett sum eitt tað besta. sum
teir nakrantíð hava sæð
Í Leiftri hava teir ikki
mist mótið um at røkka
triðji fremsta plássinum,
sum ber rætt til luttøku í
UEFA Cup við sær, og teir
halda seg hava møguleika
fyri at fáa fulla úrtóku burt-
urúr tveimum teimum sein-
astu dystunum, sum eru á
heimavelli móti Grindavík
og á útivelli móti Breiða-
bliki.
Jens Martin Knudsen
verdur framvegis mettur
sum ein hin besti målverjin
i landssimadeildini, og at
Uni Arge er tydningarmikil
lidur i ålopsspælinum siga
hagtølini. Leiftur hevur
fingið tjúgu mål, og føroy-
ski landsliðsmaðurin hevur
skorað átta av teimum. At
Uni Arge í tveimum teimum
seinastu dystunum hevur
skorað tvey mál hvorja ferð
man neyvan geia tað tor
førari hjá Allani Simonsen
at velja makkara til Toda
Jónsson
jh