leygardagur 4. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 167 - 4. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
„Ihe King“ og Lis Sørensen til Føroya
Fyrireikarin av Jazzfestivalinum, Brandur Øssursson, liggur ikki á løtu síðuni. Festivalurin í ár
er júst farin framvid, men longu nú tykist greitt, at ár 2000 eisini í festivalhøpi verður eitt serstakt
ár, tí t.d. Peter Schauffuss Ballettin hevur víst áhuga at vitja komandi ár
DAGFINN OLSEN
Fyrireikingarnar til Jazz-
festivalin år 2000 eru longu
farnar í gongd. Ongantíð
áður hava fyrireikararnir
verið í so góðari tíð, men
vónin er, at ár 2000 verður
eitt serstakt ár.
Og hetta tykist at eydnast.
Ætlandi koma t.d. Lis Sør-
ensen, Áke Alexandersen
og møguliga okkurt heims-
kent bluesnavn á vitjan.
Longu nú tykist skráin
spennandi, men hetta er ikki
alt.
Ballet
Men ætlanirnar eru størri
Peter Schaufuss ballettin
hevur váttað, at áhugi er at
koma hendaveg við ballett-
ini „The King“. Ein kend
og væl móttikin ballet, ið
byggir á 23 av løgunum hjá
Elvis Presley og á lív hans-
ara.
Danin Peter Schauffuss
hevur arbeitt á nærum gll-
um ballettpallum í heimi-
num. Hann er heimskendur
ballettdansari og hevur eis-
ini egið felag, ið heldur til í
Holstebro, og annars ferðast
kring knøttin. Eini 30 fólk
eru í føstum starvi hjá ball
ettini.
Brandur Øssursson metir,
at slíkur møguleiki kemur
ikki á hvørjum degi. Fólkini
aftanfyri = tiltakið hava
játtað, at áhugi er at koma
hendaveg. So er bert eftir
hjá fyrireikarunum at fáa til
vega fígging, men hetta
væntar Brandur kemur upp
á pláss.
Hóast einki er endaliga
avgjørt, so tykist, sum verð-
ur ár 2000 merkisár - eisini
í Norðurlandahúsinum i
festivalvikuni. Føroyingar
fåa stør nøvn å vitjan og
sleppa umframt til ballet
Fiskimålarådharrin
a Islandsvitjan
Í hesum døgum er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður i fiskivinnumálum,
saman við Kaj P. Mortensen á almennari vitan hjá grónlendska
landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, Simon Olsenen. Á vitjanini
verða sjálvsagt fiskivainnumál landanna viðgjórd
JOHN JOANNESEN
I tíðindaskrivi boða Simon
Olsen. grønlendski lands-
stýrismaðurin í arbeiðs
marknaðarmálum, og Jørg-
en Niclasen frå, at Jøgren
Niclsen saman vid Kaj P.
Mortensen er å almennari
vitjan i Grønlandi.
A vitjanini i Grønlandi
verður tosað um samstarv á
fiskivinnuøkinum landanna
millum. í 1997 gjørdu Før-
oyar og Grønland fyri fyrstu
ferð rammuavtalu um fisk-
iskap. Í hesum sambandi
tosaðu landsstýrismenninir
báðir um víðkað samstarv
á økinum, og í ár inniber
avtalan. at londini bæði
sleppa at royndarfiska á ok
unum hjá hverjum øðrum
Talan er um roydarfiskiskap
Eilif og Ivan fáa svarið
í postinum mánadagin
Fríggjadagin sendi Landstyrismålanevndin
sína endaliga niðurstóðu í postinum til fyrr-
verandi landsstýrismenninar Eilif Samuelsen
og Ivan Johannesen
NICLAS JOHANNESEN
Stutta løtu eftir hoyringina
hósdagin, kom landsstýris-
málanevndin fram til eina
endaliga niðurstøðu í máli-
num um aling á Vatnsnesi.
Í gjár, fríggjadagin, varð
endaliga nidurstødan send
við postinum. Ongin útber-
ing er leygardag, so fyrr-
verandi landsstýrismenninir
Eilif Samuelsen og Ivan Jo-
hannesen skulu rokna vid at
fåa svarid månadagin.
Long hoyring
Hósdagin royndu Eilif Sam-
uelsen og Ivan Johannesen
at sannføra landsstyrismål-
anevndina um, at teirra fyri-
bilsnidurstøda í hesum máli
er óbrúkilig. Hoyringin
vardi frå klokkan 10 å
morgni til klokkan 17 seinn-
apartin.
Spurningurin er, um Eilif
Samuelsen, tåverandi lands-
stýrismaður í alimålum, og
Ivan Johannesen, tåverandi
landsstýrismaður í um-
hvørvismålum, gjørdu nak-
að ólógligt, tå teir góvu
partafelagnum Hovsá loyvi
at ala á Vatnsnesi.
— Nei, siga Eilif og Ivan.
— Jú, tað gjørdu tit, var
fyribilsnidurstødan hjá
landsstyrismålanevndini.
Nevndin hevur i hesum
máli leitað sær hjálp frå
bæði føroyskum og donsk-
um løgfrødingum.
Skjot nidurstøda
Hósa langa hoyring hósdag-
in, so kom landsstýrismál-
anevndin skjótt til eina end-
aliga nidurstødu, longu stutt
aftan á hoyringina hósdag-
in, har eisini núverandi
landsstýrismenninir Finn-
bogi Arge (alimál) og Eyð-
un Eltør (umhvørismål)
vóru inni á gátt.
Kristian Magnussen, ið
virkar sum formaður
landsstyrismålanevndini
hesum måli (Edmund Joen-
sen er inhabilur, ti hann var
løgmadur um hetta mund-
ið), vil onki siga um, hvør
nidurstødan er.
Mánadagin kenna lands-
stýrismenninir ið hvussu er
svarið.
eftir brosmu, longu og tosk
á djúpum vatni við Føroyar
og um kalvafiskiskap i
Landnyrdingsgønlandi og
fiskiskap eftir toski í Eyst-
urgrønlandi
Harafturan inniber avtal
an, at føroyskir flakatrolarar
kunnu virka sum móðurskip
í Grønlandi, tå toskurin
kemur aftur
Landsstyrismenninir eru
bådir væl nøgdir vid gongd
ina i fiskivinnusamstarvi-
num, og boðini eru, at
nyggjar leidir skulu finnast,
áðrenn avtalan fyri år 2000
verður undirskrivað
Jørgen Ni
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
lasen,
Prentari sokist >-
Til prentsmiðju okkara søkja vit eftir einum prentara (trykkjara) at
byrja sum skjótast.
| Vitvænta, art:
| e ert ålitandi,
Vit bjóða tær:
* hevur sveinabræv sum trykkjari,
* dugir at koyra Heidelberg KORD og GTO,
| * er vanur at prenta ymsar uppgávur,
* tekur ábyrgd av arbeiði tínum,
+ løn eftir royndum,
* roykfrítt umhvørvi.
* dugir at samstarva við viðskiftafólk og arbeiðsfelagar tínar.
* eitt avbjóðandi starv í spennandi umhvørvi,
Spf. Hestprent
att.: Jon Hestoy
Dvergastígur 7 — Postsmoga 3118
110 Tórshavn
Tel: 31 45 55 — Fax: 31 80 26
e-mail: hestoyØhestprent.fo
Vilt tå vita meira, so ring til Hestprent å 31 45 55 og spyr eftir Jon
Hestoy. Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði.
Hestprent er grafiskt
vnað í
1984, og framleiðir alt
virki, ið varð st
innan grafiska okið, tó
við denti á bókafram-
leiðslu
Hestprent hevur í 15
ár mest fingist við
undanprent, og
prentað hevur verið á
prentsmiðjum í
Foroyum og uttan-
lands. Herfyri yvirtóku
vit Prenstovuna og
prenta nú sjálvi
A Hestprent ivast vit |
ikki í, at nýggjasta
tøknin, góða hand-
verkið og tær drúgvu
royndirnar geva besta
úrslitið
Hesturin í búmerkinur
Sleipnir, endurgivin eftir
gotlendskum myndasteini
Hann var hestur Odins, hin
besti