Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 167 - 4. SEPTEMBER 1999 Foroya sterk- asti takast vid heimsins sterkastu Regin Vágadal fer mánadagin til Malta at verða við í kappingini um at gerast Heimsins sterkasti maður EYÐUN KLAKKSTEIN Feriuoyggjin Malta fer at tyngjast nøkur tons, tå heimsins sterkastu menn í næstu viku koma til oynna fyri at kappast um, hvor teirra er tann sterkasti. Føroyar sterkasti maður, Regin Vágadal, verður við í kappingini, og hansara mál er greitt. — Eg vil í finaluna, sigur hann við Ítróttar-Sosialin. 30 sterkir mans fara at kappast frá fríggjadegnum í næstu viku, og teir eru byttiri fimm bólkar. Tveir av teimum seks í hvørjum bólki sleppa í finaluna, sum sostatt verður mannað við 10 monnum. Í bólkinum hjá Regini eru menn, sum áður hava verið í finaluni, og um Regin skal gera álvara av sínum ætl- anum um at nåa finaluna, skal hann halda seg framm- anfyri í hvussu so er antin islendingin Torfi ella kan- adiumannin Hugo Gerrard, sum eru favorittar at sleppa víðari úr bólkinum. Skaði hevur órógvað Regin Vágadal varð skadd- ur, tá kapping fyri sterkar menn var í Føroyum í mai mánaði. Tað var økslin, sum fekk ein snudd, men sein- asta mánaðin hevur sterki maðurin vant við fullari ferð. Hann hevur vant í Dan- mark og í Føroyum, og hann heldur seg vera rímu- liga væl fyri. — Men eg hevði væl kunna brúkt ein mánaða aft- urat, heldur hann. — Tá kappingin var í Før- oyum, var eg so væl fyri, sum eg ongantíð áður havi verið, og eg ætlaði at ar- beiða víðari har frá. Tí kom skaðin serstakliga illa við hjá mær, sigur Regin Vága- dal. Regin Vágadal, sum nú kennir seg frískan, fer av- stað til Malta mánadagin, og hann vónar, at hann ikki Havnar Hornor- kestur aftur undir venjingarnar Havnar Hornorkestur fer aftur undir venjingarnar månakvøldid 6. september. Vant verdur å Skansanum kl. 20 til 21.30 månakvøld og héskvøld. Og øll áhugað, í øllum aldri, eru vælkomin. — Hava tit spælt áður, hava tit ljóðfoóri liggjandi, sum tit kundu hugsað tykk- um at nýtt aftur, ja, so er Havnar Hornorkestur næsta málið, verður sagt í tíðinda- skrivi frá hornorkestrinum. — Um trý og eitt hálvt ár - 13. februar 2003 - verður Havnar Hornorkestur 100 ár. Í hesum sambandi heita vit á fólk, sum hava myndir av orkestrinum liggjandi, um at lata nevndini mynd- irnar, ella bera so f bandi, at vit kunnu fåa eina tvimynd. T. d. myndir av orkestri- num, skrúgongum, rødarar til flaggdagshald, Olavsøku o. 9. Tit kunnu venda tykkum til Kára Olsen, tlf. 316585 og Hans J. Egholm, tlf. 312639. 1. - 2. oktober verður Havnar Hornorkestur á torginum á SMS við myndaframsýning, sum sýnir søguna hjá Havnar Hornorkestri so langt aftur, sum til ber. Konsert verður leygardagin á pallinum. Eins og køku- og góðgæt- istombola. tíðindablaðið á kemur heimaftur fyrr enn 19. september. Tað er nevni- liga tá, at kappingin endar. — Eg havi góðar vónir um at sleppa víðari, tí innleið- andi kappingarnar passa væl til mín, og eg sleppi undan teimum greinunum, sum eg ikki eri so góður til. Men eg veit, at hinir menn- inir í bólkinum hava vant miðvíst til júst tær kapping- arnar, og tí skal eg gera mítt ítarsta fyri at koma í fin- aluna. Norðurlendingar favorittar Í innleiðandi kappingini eru seks ymsar kappingar, sum tað tekur 3 dagar at avgreið- a. Eftir tað verður hildið frí í nakrar dagar, áðrenn final- an verður. Millum teir 30 menninar, sum eru við í kappingini, eru onkrir kenningar Heimsins sterkasti maður í løtuni er svii og eitur Magn- us Samuelsson. Hann er saman við millum annað einum øðrum norðurlend- ingi, finnanum Joko Ahola, favorittur at vinna kapping- ina í ár. Regin Vágadal ger sær ikki vónir um at standa ovasta á sigurspallinum, tá kappingin er av, men hann Mánadagin fer Regin Vágadal til Malta at verða við í kappingini um at gerast heimsins sterkasti maður ætlar sær at verða millum 10 teir sterkastu. Og hann fer at leggja alla orku í fyri at náa tað málið. -— Ørandi upplivingar á Elben cruise-ferð við Ms. Clara Schumann 12. oktober - 18: oktober 1999 Flogið verður beinleiðis til Praha í Tjekkia við Atlantic Airways, har gist verður eina nátt áðrenn farið verður umborð á MS. Clara Schumann, ið liggur í Uisti. Nú gongur leiðin eftir ánni Elben frá Usti í Tjekkia inn í Tyskland tilDresden, Meissen, Torgau, Lutherstadt og endar ferðin í Magdeburgh. Útferðir verða gjørdar hvønn dag Undirhald er umborð hvert kvold. Frá Magdeburg verður farið við bussi til Keypmannahavnar, har gist verður eina nátt áðrenn farið verður aftur til Foroyar. Kostnaður fyri hvønn í dupultkamari. Kr. 9.255,- Íroknað er: Flogferðir. Innivist í Prag við morgunmati, útferð í Prag, 5 dagar og 4 nætur umborð á MS Clara Schumann, í 2-mans komurum við bað/wc,allar máltíðir og útferðir. Bussferðin til Keypmannahavnar Innivist á hotelli í Keypmannahavn við morgunmat. Ikki íroknað: Atgongumerki til t.d. Opera, Teater o.a. Ferðatrygging og ferðaavgjald Ferðin er treytað av nóg stórari luttøku. Seinasta freist at tekna luttøku er 20. september. Frætti meira hjá Atlantic Airways tlf. 33 39 00 S Atlantic Airways