Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 27 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða mamma Hjartaliga tillukku við 25 ára føðingar- degnum 14. jan. Eg elski teg. Árant Góða Herborg Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 14. jan. Eru vit ikki fitt á myndini? Poul Góði fitti Sveinur Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Takk fyri at tú ert so góður við meg. Heilsan Bjørn Góði Marcus Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 12. jan. Ynskja mamma og Hans Magnar Okkara allarbesta Maria Hjartaliga tillukku á 20 ára degnum í dag. Muss og klemm frá Allan og Niels Juul Góði elskaðii Sveinur Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Vit elska teg. Heilsan mamma og Páll Góða Maria Hjartaliga tillukku á 20 ára degnum í dag. Jesus signi framtíð tína. Frá okkum í Søldarfirði. Birgit Allarbesta mostur Lukku og gleði á tínum 25 ára føðingardegi. Vit eru so góð við teg Jónberg, Leiki og Fríða HEILSANIR Heimskendir tónleikarar í Ósáskúlanum Leygardagin verður ein konsert við heimskendum tón- leikarum og 17 sang- arum í skúlanum við Ósánna í Klaksvík TÍÐINDASKRIV Klokkan fýra leygardagin verður ein áhugaverd kon- sert í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Á skránni verða Rut Ingólfsdóttir, sum byrj- aði at spæla violin sum fimm ára gomul, klaver- leikarin Gerrit Schuill og 17 sangarar verða eisini við. Rut Ingólfsdóttir, sum er virkin violinspælari, hevur áður vitjað í Føroyum - eitt nú saman við íslendska symfoniorkestrinum - har hon eisini hevur verið sol- istur. Eisini vitjaði hon Før- oyar í 1997. Hon er sera vælkend í Íslandi. Nevnast kann, at hon var á almennari vitjan í Føroy- um í 1998 saman við manni sínum Bjørn Bjarnasyni, sum er løgmálaráðharri í Íslandi. Rut hevur undirvíst á tónlistaskúlanum í Reykja- vík og var stovnari av Reykjavíkar strúkiorkestri, sum hon eisini hevur verið leiðari á. Gerrit Schuil, búsitandi í Íslandi, er úr Hálandi. Hann er ein frálíkur klaver- spælari og hevur havt so frægar lærarar sum eitt nú John Lill og hevur havt fleiri konsertir í Royal Albert Hall í London. Á konsertini luttaka eisini 17 Sangarar við norðurlendskum sangum. Føroyingar fram- sýning í Danmark Tríggir føroyingar fara at hava framsýning í Kolding í januar mánaði. Talan er um tey trý Marius Olsen, Eli Smith og Jóna Rasmussen. Marius og Eli fara at hava framsýningina saman í Det Gamle Borgerhus í Kolding. Ferniseringin til ta framsýningina verður leygardagin tann 15. januar frá klokkan 11 til 13. Marius sýnir fram grafiskar myndir, meðan Eli fæst við málningalist. Hend- an framsýningin verður opin frá 16. – 29. januar. Framsýningin við Jónu Rasmussen verður á Kolding Ud- dannelses-center, har fernisering eisini verður mánadagin tann 17. januar klokkan 18. Jóna Rasmussen sýnir eins og Marius Olsen grafiska list fram. Hendan framsýningin verður opin frá 17. – 28. januar. - sae - Ein spennandi konsert verður í skúlanum við Ósánna í Klaksvík leygardagin klokkan 16