leygardagur 4. september 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 167 - 4. SEPTEMBER 1999
Pól Thorsteinsson hevur verið fastur maður á landsliðnum, síðani hann spældi fyrstu ferð í 1997. Síðani tá hevur
hann hevur spælt allar sekstan dystirnar á tamb, og tað hevur eingin landsliðsspælari áður megnað
Pól Thorsteinsson setir
met í hvørjum dysti
Fótbóltur: Síðani hann kom á landsliðið fyri góðum tveimum árum síðani,
hevur B36 maðurin spælt sekstan dystir á rað og hvgrja ferð á tamb. Tað hevur
eingin megnað áður
Tað kom púra óvæntað, tá
landsliðsvenjarin niðri á
Malta í apríl 1997 gjørdi av,
at Pól Thorsteinsson skuldi
spæla í miðverjuni. Vág-
bingurin, sum tá umboðaði
barndómsfelagið, hevði
ongantíð áður verið á lands-
liðnum, men avrikið vísti,
at landsliðsvenjarin hevði
vitað, hvat tað var, sum
hann hevði gjørt, og síðani
tá hevur Pól Thorsteinsson
verið fastur fúsur á lands-
liðnum. Hann hevur spælt
allar sekstan dystirnar síð-
ani tá á tamb, og tað hevur
eingin landsliðsspælari áður
megnað.
Jóannes Jakobsen var við
í 25 dystum á rað — frá al-
tjóða skrásetta landsdysti
nummar tvey, sum var á
heimavelli móti Kanada í
apríl 1989, og til hann gavst
aftaná dyst nummar 26, sum
var á heimavglli móti Ru-
menia í september 1993.
Men stýrimaðurin nógvu
tey fyrstu árini noyddist at
taka seg av vøllinum tíggju
teir síðstu minuttirnar í 10.
dystinum, sum hann var við
í. Tað var móti Norðurír-
landi í Landskrona í 1991.
Og aftur í 23. dystinum,
sum var móti Kekkoslov-
akia, noyddist Jóannes at
fara út. Tá var ein hálvur
tími eftir at spæla.
Tummas Eli Hansen var
eisini sera støðugur á lands-
liðnum. Frá tiltikna sigri-
num móti Eysturríki í sep-
tember í 1990 og fram til
venjingardystin móti Ísrael
í august í 1992, spældi
landsliðið fjúrtan ferðir, og
tað var ikki fyrrenn í tí 14.
dystinum, at Tummas Eli
ikki spældi allar 90 minutt-
irnar.
Allan Mørkøre, sum í dag
kann hótta samantalda met-
ið uppaftur meira, enn hann
hevur gjørt higartil, hevur
eisini ofta spælt nógvar
ferðir upp í slag. Men tað
hevur ongantíð verið fleiri
enn 15 ferðir, g tá er hann
eisini onkuntíð skiftur út.
Fýra hildu leingi á
Tríggir aðrir spælarar hava
verið drúgvir á landslið-
num. Ein teirra var Kári
Reynheim, sum var við í 23
teimum fyrstu landsdyst-
unum. Hann spældi hvørja
ferð frá fyrsta bríksli, men í
fleiri dystum varð hann út-
skiftur ta síðstu løtuna.
Jens Martin Knudsen var
fastur fúsur millum stólp-
arnar fjúrtan teir fyrstu al-
tjóða skrásettu landsdyst-
irnar, og hann hevði ivaleyst
verið tað í nógv fleiri dyst-
um, um ikki hervilig sjúka
hevði sett hann uttanfyri
nakrar ferðir. Men Jens
Martin spældi ikki allar
fjúrtan dystirnar á tamb, tí
móti Danmark í Landskrona
í 1991 noyddist hann at
geva skarvin yvir, tå 1. hålv-
leikur var liðugur.
Óli Johannesen hevur
verið sera drúgvur á lands-
liðnum. Í kvold spælir hann
fyri 41. ferð, og um ein
ryggskaði ikki hevði gjørt
um seg niðri í San Marino í
oktober 1995, so hevdi tað
verið Oli Johannesen og
ikki Pól Thorsteinsson, sum
hevði havt metið, sum vit
tosa um. Frá síðsta dysti-
num í 1993, sum var móti
Rumenia og allar 26 lands-
dystirnar fram til ársenda í
1997 spældi Óli Johannesen
alla tíðina — burtursæð frá
landsdystinum niðri í San
Marino. Tá landsliðið í fjør
tapti stórt í Estlandi, var Óli
Johannesen ikki við, tí hann
var upptikin av próvtgku.
Á nógvum ódnum
móti kendum monnum
Metmaðurin hevur spælt á
øllum plássunum í mið-
verjuni, hann hevur fleiri
ferðir verið høgri vongverji,
onkra ferðina hevur hann
verið miðvallari, og í venj-
ingardystinum móti Íslandi
herfyri var hann í vinstra
borði.
— Eg dugdi beinanvegin
at síggja, at Pól Thorsteins-
son var ein sera fjølbroyttur
og góður spælari, sum fór
at megna at spæla so at siga
alla staðni, og tað kemur
frágera væl við at hava
spælarar, sum eru so liðilig-
ir, er skoðsmálið, sum Allan
Simonsen gevur vágbing-
inum, sum síðani í fjør hev-
ur umboðað B36 á lands-
liðnum, og nú má roknast
millum lyklaspælararnar.
Um tú sjálvur skuldi valt
títt pláss, hvar hevði tað so
verið?
— Eg spæli, har sum venj-
arin sigur, at eg skal spæla,
men eg skal ikki dylja, at
mær hevur dámt væl at
spælt í høgra borði, svarar
B36 maðurin.
Pól Thorsteinsson ásann-
ar, at royndirnar gera, at
kenslan av at umboða fødi-
landið broytist, og tað er
ikki so nógvur fjáltur á, sum
tað kanska var tær fyrstu
ferðirnar, men hann heldur,
at royndirnar hava víst hon-
um og hinum á liðnum, at
tað er ikki so nógv at kvíga
fyri:
— Eg havi ansað fleiri
heimsstjórnum, eitt nú Raul
úr Real Madrid og Spania,
Salihamidzic úr Bayern
Minchen og Bosnia og
Smicer úr Kekkia, og sum
nú spælir í Liverpool. Av-
bjóðingin hevur verið stór,
og tað hevur verið spenn-
andi, men talan er um van-
ligar fótbóltsspælarar, og tú
kennir á tær, at teir eru ikki
so ógvuliga nógv betri, enn
vit eru. Marginalirnir eru
íkki so stórir, heldur Pól
Thorsteinsson, sum telist
millum teirra, ið rokna við
einum góðum úrsliti í dag,
og tað vil siga í minsta lagi
javnleiki.
— Við B36 vóru vit á hædd
við Ankaragici, og eg
rokni við, at møguleikin fyri
einum góðum úrsliti hesa
ferð er ikki minni, enn hann
var ta ferðina.
jh
25
Þeitur er gamal
kenningur í
Føroyum
Fótbóltur: Flestu av spælarunum
hjá Estlandi koma úr Flora Tallinn,
har landsliðsvenjarin eisini hevur
ábyrgdina
Í hvussu so er ein av
monnunum í estlendska
ferðalagnum, sum klokk-
an trý korter til ellivu í
gjáramorgunin lendi í
Vágum, eftir at hava flog-
ið beinleiðis úr Tallinn,
hevur verið í Føroyum áð-
ur. Talan er um íslendska
venjaran hjá estlendska
landsliðnum. Hann eitur
Þeitur Þordarson. Hesin
dámligi íslendingurin
hevur áður verið yrkis-
spælari í Svøriki, Frak-
landi og Noregi, og tey
síðstu fýra árini hevur
hann verið venjari hjá est-
lendska landsliðnum,
samstundis sum hann
hevur havt ábyrgdina av
FC Flora Tallinn, sum
eigur besta fótbóltsliðið í
Estlandi, og sum eigur
trettan av teimum tjúgu
spælarunum, sum eru á
yvirlitinum, sum estlend-
ska fótbóltssambandið
hevur sent til FSF.
Tá Ísland í 1976 vann
| 6-1 í Føroyum, var nú-
| verandi estlendski lands-
| liðsvenjarin millum máls-
kjúttarnar, og tá Ísland á
heimavelli í 1975 vann 6—
0 móti Føroyum, skoraði
Þeitur Þordarson trý mál.
Einstakir uttanlands
Estland spælir fyri sínum
kjansi at enda sum
nummar tvey í bólkinum.
Skotland, Bosnia og
Litava eru frammanfyri,
men bert eitt stig er á
muni. Tí hava estlending-
ar eins góðar møguleikar
sum hini liðini at enda
næstfremst. Dystirnir
móti Føroyum og Skot-
landi fara geva svar uppá
spurningin, um fótbóltur
í Estlandi hevur ment so
nógv, sum tekin nú eru til.
Kendasti estlendski fót-
bóltsspælarin er Mart
Poom, sum verjin málið
hjá Derby í bestu eing-
ilsku deildini. Næstbest
kendi spælarin hjá teim-
um man vera Andres
Oper, sum nú spælir í
AaB, men sum ikki er við
á ferðini til Føroya, tí
hann er skaddur.
spæla í útlendskum fel-
øgum. Talan er um verju-
spælaran Marek Lemsalu,
sum ådur hevur spælt i
Mainz i Tyskalandi og
sum nå spælir i Strøm-
godset IF í Noregi, og so
tveir spælarar, sum um-
boða finska Kotkan TP.
Hesir eru verjuspælarin
Urmas Kirs og miðvall-
arin Martin Reim.
Tríggir spælarar koma
úr øðrum feløgum í Est-
landi enn Flora Tallinn,
og ein teirra umboðar FC
Kuressaare, sum hoyrir
heima í Sarema, sum før-
oyingar kenna so væl í
oyggjaleikahøpi.
Nógvir útilokaðir
Í estlendsku landskapp-
ingini spæla átta lið.
Styrkin er neyvan hægri
enn tann í føroysku lands-
kappingini. Flora Tallinn
spældi í Europa Cup í ár
móti Partisan Beograd,
sum gav teimum ein
orduligan lúsing, bæði á
heimavelli og á útivelli.
Tað er merkisvert, at
nógvir av spælarunum,
sum spæla í estlendsku
landskappingini, eru russ-
arar. Í fleiri fótbóltsfel-
øgum eru allir spælararnir
russarar.
Hjá teimum flestu
russarunum, sum búgva í
Estlandi, hava viðurskift-
ini verið ótrygg, síðani
Estland og hini bæði balt-
isku londini tóku loysing
frå gamla Sovjetsam-
veldinum. Nógvir russ-
arar hava ikki heimarætt |
í Estlandi, og tað hevur
m.a. við sær, at teir hava
ikki rætt til í fótbólti at
umboða landið, sum teir |
eru føddir og uppvaksnir
í. Onkrir russarar hava
henda rættin, og á list-
anum yvir spælararnar,
sum eru við í Føroyum,
eru tríggir ella fýra spæl-
arar, sum hava russiskar
røtur.
Estlendska sjónvarpið,
útvarpið og fleiri blød
hava umboð í estlendska
ferðalagnum, sum fer úr
aftur Vágum klokkan |
tíggju í kveld. Miku-
kveldið skal Estland
spæla á heimavølli móti |
Skotlandi. |
jb
3. deild
Kappingarnevndin hjá Fót-
bóltssambandinum hevur
avgjørt at flyta kappingina
í 3. deild hjá monnum.
Ætlanin var at eitt umfar
skuldi verða hetta vikuskift-
ið, men tað er útsett til næsta
vikuskiftið, og samstundis
útsett
er restin av kappingini flutt
eitt vikuskifti.
Hetta verður gjørt, tí fel-
øgini ynskja tað. Vanligt er,
at 3. deild spælir har 1. deild
spælir, og tað verður fram-
vegis gjørligt, nú kappingin
er flutt eitt vikuskifti.