týsdagur 7. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Á i: Marknaðardeild: Dagfinn Olsen amenn: Dean Pors 76,
| Jan Møller Jonhard Hammer John Johannessen | Jens Kristian Vang den
Blaðstjóri Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson | Álvur Haraldsen Telefon: -
: Eyðun Klakkstein | Utgevari, uppseting: Telefax. 314720. Í
Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Høgni Mohr | Sp/f aum em 4 a UR 5 h
; W.sosia . n, Niclas Johannesen Bústaður: ; y : lysing |
i HOR. Tord Kjlbro Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Enn er vón
Oddagrein
Tað var ikki væntandi, at Eilif Samuelsen
hevði gjørt nakað ólógligt í samband við
umhvervisgóðkenningina og alingina á
Vatnsnesi í Hovs- og Porkerishaganum.
Landsstýrismálanevndin hevur kannað
framferðina, tå Eilif Samuelsen ógildaði
avgerðina hjá Heilsufroðiligu Starvsstov-
uni um íkki at gera P.f. Hovsá umhvorv-
isgóðkenning fyri at ala á Vatnsnesi. Eftir
drúgva kanning kom Landsstýrismála-
nevndin fríggjadagin til hesa niður-stoðu.
Afturímóti tykist staðfest, at handfaringin
í hesum máli neyvan var tann besta. Tað
var júst handfaringina í málinum, sum
Sílaveiðifelagið kærdi fyri Landsstýris-
målanevndina. Somuleidis kann sigast,
at landsstýrismaður og umsitingin i Tinga-
nesi virkadu im6ti andanum i umhvørvis-
verndarlógini, tå ið loyvi aftur varð givið
at ala á votnunum. Aling dálkar og fer ikki
væl við náttúruni og endamálið við um-
hvorvisverndarlógini er at forða dálking!!!
Eftir at hesin parturin av málinum er av-
greiddur, sita tey, sum hava fylgt við hes-
um máli, eftir við fleiri spurningum. Grund-
leggjandi er, hvussu ein landsstýrismaður
og fyrisiting kunnu ganga ímóti andanum
í eini lóg og geva aliloyvi á einum vatni -
eini náttúruperlu - í 18 ár. Eitt annað er,
hví ein landsstýrismaður hevur meir enn
eitt ár at viðgera málið í. Í tí sambandi er
vert at nevna, at landsstýrismaðurin
nærmast segði, at Heilsufroðiliga Starvs-
stovan hevði ikki vidgjørt málið, hóast listin
yvir kanningar og fyrispurningar er langur,
og hóast Starvsstovan hevði einar 6-8
grundgevingar fyri ikki at geva eina um-
hvervisgóðkenning. Í hesum viðfangi skal
rotononviðgerðin, sum týndi alt lív, havast
í huga.
Fyri tað næsta er tað logið - ella skelkandi
- at ein landsstýrismaður, ella umsiting
hansara, skal geva einum fakligum stovni
boð um at gera eina umhvorvisgóðkenn-
ing eftir einum ávísum leisti!!! Ordri? Fyri
tað triðja tykist logið, at P.f. Hovsá kann
halda fram at ala, eftir at Landsdjóralækn-
in bara gav eitt fyribilsloyvi at sleppa smolt
út aftur á Vatnsnesi, tí ov nógv smolt var
í kørunum í Grønadali, ti enn er um-
hvervisgóðkenningin ikki sett í gildi!!!
Tað er nevniliga so, at bæði Sílaveiði-
felagið, H.B. Danbjørg og P.f. Hovså hava
kært umhvorvisgóðkenningina fyri lands-
stýrismannin i umhvørvismålum. So nú
er at vóna, at hann kemur til ta niðurstøðu,
sum í longdini tænir føroyingum og for-
oysku nåtturuni best, og hon er at fåa alla
aling burtur úr vøtnum og byrgingum.
Sjálvandi skulu alibrukini fáa eitt rimuligt
skopbrá, og meguliga eitt endurgjald, so
tey kunnu byggja eina smoltstoð við renn-
andi vatni og kørum, sum í longdini er
tann betra og bíliga loysnin. Sostalurin
Viðmerking:
Snaraður sannleiki
Rolf Guttesen vil rættleiða
meg í Sostalinum í farnu
viku. Men tá ið hann fer so
lætt um sannleikan aftur
hesaferð, so er neyðugt at
koma við enn einum aftu-
rsvari.
At hann nýtir so nógva
orku at greina orðið kritikk
og orðavalið “eitt forkelad
fólkaslag" er í lagi, men
dømi um Nyfundland er enn
eitt dómi um snaraðan sann-
leika!
Eg eftirlýsti í aftursvari-
num til Rolf dómi um små-
ríki. hvors búskapur og
framleiðsla var versna aft
aná, at fullveldi var tikið
Svarið var "Dømi um smá-
land við fullveldi, sum ikki
hevur klárað tað so væl. NY-
fundland var fullveldi, men
fór falitt, og endaði sum
partur av Kanada" Hetta
ljóðar sum eitt ræðandi
dømi, men har manglar alt-
so eitt breiðari landafrødi-
ligt innlit.
Nýfundland hevði eitt nú
ikki ræðið á sínum fiski-
grunnum, tá teir fingu eina
kreppu, beint eftir seinna
heimsbardaga. Teir fóru
uppí Kanada av ymsum or-
søkum, og serliga áhugavert
er at hyggja at Nýfundlandi
síðani. Landafrødiliga kann
Nyfundland berast saman
vid Island, sum gjørdist
Lýðveldi um sama mundi,
sum Nyfundland misti sitt
fullveldi. Nyfundland er i
dag eitt samfelag, id er heft
av alstórum peningaveiting-
um úr Kanada, vinnilívið
mennir seg millum lítið og
onki, og fólkafráflytingin
hevur verið stór - bara í
90-unum eru um 10% av
fólkinum flutt frá Nýfund-
landi. Tey hava framvegis
ikki ræði á sínum havøki og
fiskigrunnum, og toskurin
hvarv eftir drúgva ovfisk-
ing
Hjá Íslandi hevur gongdin
verið heilt ødrvisi, -ja nær
um tann øvugta av Nyfund
landi. Island er í dag mill
um heimsins ríkastu lond.
meðan Nýfundland er ein
uppstødgadur útjaðari
Ísland og danska
grundlógin
Eisini roynir Rolf at sann-
føra lesararnar um, at 50% -
markið fyri fullveldi er burt-
urvið og kallar tað fyri meir-
ilutadiktatur: og nýtir í hes-
um sambandi Island og
donsku grundlógina sum
fyrimynd.
Tá ið hann tosar um Ís-
land tekur hann Lýðveldis-
atkvøduna frå 1944 fram,
men sigur onki um fullveld-
øisatkvøduna frá 1918. Tá ið
íslendarar atkvøddu um full-
veldi i 1918, véru 12000
fyri og 999 ímóti. Hóast
greiðan meiriluta fyri, so
vóru tey 12000 fólkini, sum
høvdu atkvott fyri, bert 38%
av teimum, sum høvdu at-
kvødurætt. So høvdu tær
treytir verið galdandi, sum
eru galdandi í donsku
grundlógini, so hevði upp-
skotið um fullveldi fallið í
Íslandi!
Hava vit meirilutadikta-
tur í Norðurlondum?
Tá ið so 50 prosents-markið
verður skýrt meirilutadikta-
tur, so munnu øll Norður-
lond skýrast fyri tað sama.
Í øllum fórum hava øll
Norðurlond havt fólkaat-
kvødu um limaskap í ES,
og tå hevur onki annað enn
vanligur meiriluti verið
galdandi. Og í hesum døm-
um úr Norðurlondum hevur
tað enntá verið ein spurn-
ingur um at geva part av
fullveldinum frá sær, með-
an tað í ætlan samgongunn-
ar er ætlanin at taka/vinna
fullveldi. Og so er tað, at
eg spyrji, hví skal tað verað
lættari at avgeva fullveldi
enn taka fullveldi?
Annars er vert at leggja
afturat, at tá ið lond hava
tikið fullveldi, so hevur
folkaatkvøda um málið í
fleiri førum verið útilokað,
í staðin hevur talan verið
um eina avtalu millum
stjórnirnar í miðveldinum
og í hjálandinum. Hvat før-
oyskum viðurskiftum við-
vikir, so er fólkaatkvøðan
ein avtala í samgonguni, -
stýrisskipanin setur ongi
krøv um fólkaatkvoðu, men
samgongan valdi kortini at
fara longri enn formligu
reglurnar krevja, nemliga
fyri at seta fólkaræði í há-
sæti. At so Rolf framvegis
kallar mannagongdina fyri
meirilutadiktatur má standa
fyri egna rokning!
Hvítabók og
endurreisingarneyndin
Eisini fýlist Rolf á, at vit
nýta so nógvan pening uppá
eina ovurmannaða nevnd at
skriva Hvítubók, og so spyr
hann, hví vit ikki heldur
brúka "eitt sindur av hesum
peningi uppá fólkaupplýs-
ing um hetta verk, við ein-
um almennum, vælskipað-
um og sakligum orða-
skifti?" Men tað er jú júst
tað, sum er ætlanin!
Og henda ætlan er eisin
kunngjørd. Og tá ið hann
so harafturat spyr, hví vit
ikki royna at taka andstød
una við, so má ein spyrja
seg sjálvan, um hann hevu:
fylgt við yvirhøvur, ella
hann um bert leitar í éin
subjektvari keldu.
Hvítabók var annars løgd
fram í farnu viku; og hon er
eitt objektivt vælaverk,
greitt år hondum av sak-
ligum og fakliga dugnalig-
um embætisfólkum, - sum
vóru væl mannað (ikki ov-
urmannað), nemliga fyri at
tryggja eina fakliga breidd!
Ovurmannað og dýr — í
mun til hvat? Í 1993 sat ein
endurreisingarnevnd við
nókrum fáum limum, har
Rolf var tann eini. Til sam-
anberingar kundi verið for-
vitnisligt at fingið at vita,
hvat tað arbeiðið kostaði tí
almenna?!
Annars er tað ikki ov
nógv ynskt av fólki við ser-
kunnleika, at hesi koma við
fakligari og sakligari upp-
lýsing, heldur enn at liggja
og snarað sannleikanum!
Blíðar heilsanir,
Annita á Fridriksmørk,
tingkvinna
Tjóðveldisfloksins
Føroyskt jólaoratorium
Kórvenjingarnar byrja
Nú leygardagin 11. septem-
bur byrja kórvenjingarnar í
samband við frumfram-
førslu av nýggjum føroysk-
um jólakórverki, ið ætlanin
er at framføra í Fríðriks-
kirkjuni fyrst í desembur
mánaði.
Tað er Jóhan Mortensen,
sum hevur skrivað nýggja
verkið, ið hann nevnir ”Før-
oyskt jólaoratorium". Hetta
er rættiliga drúgt verk, ið er
gjørt beinleiðis yvir tekstir
í bíbliuni, ið hava við jólini
at gera. Byrjað varð við
verkinum í páskafrítíðini í
ár, og júst nú er síðsta hond
løgd á kórpartin.
Jóhan hevur annars hesi
seinnu árini skrivað og við
kóri og tónleikarum úr Før-
oya Symfoniorkestri fram-
ført trý kirkjulig kórverk,
har teksturin hevur verið
sálmar hjá Dávidi.
Kórið, ið skal framføra
”Føroyskt jólaoratorium“ er
opið, og tí verða øll sang-
hugað boðin at syngja við.
Fyrsta venjingin verður í
skúlanum á Glyvrum nú
leygardagin 11. septembur
frá klokkan 14:30 til 17:30.