Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 19 - Hetta var ikki nakað vonbrot Hondbóltur: Vælspælandi vongurin Martin Hummeland ásannaði eftir seinna dystin, at tað var álopið, ið sveik, men hann var ikki vónbrotin um at hava tapt TERJI NIELSEN (VESTMANNA) Friggja- kvøldid var stuttligt at siggja, hvussu vinstri vong- ur hjá vestmenningum, Martin Hummeland, gav finnum grá hár í høvdid við sínum skjóta fótskifti og sera neyvu málroyndunum av vonginum. Leygardagin gekst tað hjá Martini, sum hjá restina av liðnum hjá VIF, stak illa í hond, og tá ið vit hittu hann beint eftir dystin, sást tað týðuligani, at hann var ikki sort skuff- aður yvir avrikið hjá vest- menningum. Einki hugflog í álopinum Martin helt eftir dystin, at tað var í álopinum, at vest- menningar taptu dystin. Serliga helt hann, at tað gekk illa í seinna hálvleiki av seinna dystinum, og tá gekk tað als ikki hjá VIF at fáa bóltin í mál. Vest- menningar skoraðu bara tvær ferðir fyrstu 22 minuttirnar av seinna hálv- leiki, og eitt skifti skoraðu teir ikki í tiggju minuttir. Martin segði eftir dystin, at tað tóktist, sum um eingin tordi at taka ábyrgd í álop- inum og royna seg við skoti upp á mál. At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, heyði eisini, sam- bært Martini, við sær, at leikararnir hjá VIF ikki tordu at skjóta upp á mál, og um teir gjørdu, so royndu teir at seta skotini so uttar- laga, at málverjin ikki fekk fatur á teimum, og tískil fóru nógvar royndir við síð- una av málinum. Somuleið- is helt Martin Hummeland, at álopið hjá vestmenning- um vantaði tað neyðuga hugflogið í seinna dysti- num Sum vera man var Mart- in, eins og hinir leikararnir hjá VIF, harmur um, at teir ikki høvdu spælt seg víðari, tí tað hevði ført við sær, at VIF hevði farið ein túr suður í sólina á Madeira og leikt ímóti portugisisku steypavinnarunum. Hann helt, at vestmenningar væl høvdu kunnað vunnið á finnum, men teir vóru tó ikki heilt vónbrotnir um tapið. Hetta fer ikki at taka mótið frá vestmenningum, áðrenn farið verður undir landskappingina, tí sum Martin sjálvur sigur, so hava teir vant so nógv og hart, og teir kenna seg at vera rættuliga væl fyri. Tó helt Martin, at tað merktist væl í beinunum leygar- kvoldið,at teir høvdu spælt ein strævnan dyst kveldið fyri, og tiskil vóru teir eitt sindur troyttir í seinna dysti- num. Álopið væntaði neyðuga hugflogið í seinna dystinum, helt Martin Hummeland. Mynd: Alvur Haraldsen - Tað kundi verið betur Hondbóltur: Ein av teimum minst royndu leikarunum hjá VIF, Agnar Joensen, helt ikki, at vestmenningar kundu vera nøgdir við avrikið í seinna dystinum TERII NIELSEN (VESTMANNA) Agnar segði eftir dystin, at tað full- komiliga sveik í álopinum hjá teimum. Hann helt, at vestmenningar vóru alt ov passivir í álopinum, og teir leikararnir, sum vanliga eru stuðulsleikarar á liðnum, fóru púrasta burtur í einki og tordu als einki. Vóru alt ov sløvir Ikki heldur Agnar, at teir høvdu spælt optimalt friggjakvøldid, og at teir tískil høvdu ilt við at spæla eins væl kveldið eftir. Hann helt heldur, at liðið var alt ov passivt í álopinum, og at teir kanska høvdu ov stóra trúgv á seg sjálvan og vænt- aðu, at teir uttan trupulleikar kundu vinna á finnum í seinna dystinum. Eins og liðfelagin, Martin Hummeland, so heldur Agnar ikki, at tapið ímóti Sjúrður Hum roynir seg við skoti. Mynd: Alvur Haraldsen Ingi Olsen í leysari luft. Mynd: Álvur Haraldsen HC Dennis fer at geva sjålvsålitinum hjá VIF eitt knekk, áðrenn farið verður undir landskappingina í hondbólti. Hinvegin var Agnar ikki samdur við Martini í, at dysturin = fríggjakveldið merktist í beinunum leygar- kvøldid, og sum hann helt fyri, so åttu vestmenningar at verið í so mikið góðari venjing, at teir uttan stór- vegis trupulleikar skuldu orka at spæla tveir dystir upp á tveir dagar.