mikudagur 8. september 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
AA
HIDANIK
NR. 169 8. SEPTEMBER 1999
Todi spæla móti liðfelaga úr FCK
Fótbóltur: Fleiri europeisk stórfeløg eru umboðað á litaviska liðnum
Ein av mótstøðumonnunum á vellinum í
kvold er dagliga liðfelagið hjá Toda Jóns-
syni.
Tað er miðvallarin Donates Vencevic-
ius, sum FC Keypmannhavn keypti í
summar. Hann kom til felagið fyri at
styrkja miðvellin, eftir at stríðsmaðurin
og lidskiparin var seldur til Mønchen-
gladbach, har Allan Simonsen var upp á
tal sum venjari. Donater hevur spælt nakr-
ar dystir fyri FCK, men framvegis verður
miðvellurin mettur at verða ov tunnur.
Tað kemur fyri, at føroysku landsliðs-
spælararnir hava liðfelagar sum mótstøðu-
menn í landsdysti, men tað er sjáldan. Í
landsdystinum móti Íslandi herfyri mis-
nýtti Allan Mørkøre brotsspark móti lið-
felaga sínum frá ÍBV, og á íslendska lið-
num var eisini fyrrveandi liðfelagið hjá
Julian Johnsson í Kongsvinger.
Eingin útlendskur landsliðsspælari
spælir í Føroyum, og tí eru tað útisetarnir,
sum hava møguleika at spæla altjóða dyst-
ir móti idfeløgum, men møguleikarnir eru
fáir.
ú rkendum m
A liðnum hjá Litava í kvold eru bert tríggir
spælarar, sum spæla í heimligu
kappingini. Teir spæla allir við Zalgiris
Vilnius. Hinir 14 spælararnir eru allir at
finna í útlendskum feløgum, og navnið á
teimum staðfestir, at talan er um nógv
sterkari lið enn tað estlendska.
Málverjin Gintaras Stauce spælir fyri
Duisburg í bestu týsku deildini, og millum
feløgini hjá estlendsku spælarunum eru
so stór feløg sum PSV Eindhoven, Dina-
mo Moskva, Lens, Club Briigge og Alania
Vladikavkaz.
Mest royndi spælarin á litaviska liðnum
er Andrejus Tereskinas, sum spælir fyri
letlendska liðið Skonto Riga, sum var
fyrsta mótstóðuliðið hjá KÍ í Europa-Cup.
Hann er verjuspælari, hevur spælt 51
landsdystir og hevur skorað trý mál.
Aðrir royndir spælarar eru miðvallarin
Aidas Preiksaitis og álopsspælarin Valdas
Ivanauskas, sum eisini er toppskjúttin á
liðnum. Í sínum landsdystum hevur hann
skorað átta mål, og tað eru tøl, sum eru
nærum eins við okkara toppskjútta, Toda
Jónsson. Hann hevur skorað 8 mál í sínum
27 landsdystum.
Tað er bert ein spælari við, sum kann
kallast at verða óroyndur. Tað er 21 ára
gamli miðvallarin Tomas Danilevicius,
sum spælir fyri belgiska liðið Club
Briigge. Hann hevur bert roynt seg eina
ferð í altjóða dysti. '
e
Allan Simonsen må broyta liðið
Fótbóltur: Sannlíkt er, at landslids-
venjarin varðveitir krútsterku mið-
verjuna og flytir Allan Mørkøre og
Pól Thorsteinsson inn á midvøllin.
Øssur Hansen og Henning Jarnskor
spæla væntandi vid frå byrjan
Tveir av teimum spælaru-
num, sum hava verið mettir
at hoyra heima millum 11
teir fyrstu hjá Allani Sim-
onsen, hava leikbann til
dystin móti Litava í dag, og
tí verður landsliðsvenjarin
noyddur at gera fleiri broyt-
ingar á liðnum
Allan Simonsen (sum
ikki longur er uppá tal sum
vernjari í Týsklandi) hevur
Ha sína tíð roynt at hildið
seg til teir royndu menninar,
sum hann hevur havt tøkar,
og tad er sum ikki
komið fyri, at hann hevur
tvertt ein óroyndar menn
fyri leyvurnar. Sum oftast
hava spælararnir fingið
møguleika at snodda til al
tjóða dystirnar, áðrenn teir
eru komnir á liðið. Undan-
tok tí viðvíkjandi eru til
dømis Pol Thorsteinsson og
Bartal Eliasen, sum nu er
vidaftur á landsliðnum
Men skaðar og leikbann
hava ferð eftir ferð noytt
Allan Simonsen at gera
fleiri broytingarnar, enn
hann helst vildi gjørt, og
soleiðis er aftur hesaferð.
Tað er neyvan nógv at ivast
í, at vóru Sámal Joensen og
John Petersen tøkir til dyst-
in í dag, so var tað sama
liðið sum byrjaði.
John Petersen hevur spælt
nógvar góðar dystir á lands-
liðnum, og hann hevur havt
týðandi leiklut á álopssinn-
aða midvøllinum, men móti
Estlandi var hansara avrik
eitt tað vánaligasta hjá hon-
um á landsliðnum nakran-
tíð
Sámal Joensen hevur
nógvar dystir verið ano-
nymur á føroyska midvøll-
inum, men Allan Simosen
setur stóran prís uppá hans-
ara eginleikar at tætta fyri,
tå hol koma í á midvøll-
mest
inum. Ti er Såmal ikki so
nógv við frammi á vølli-
num, og hansara fremsta
uppgáva er at halda vakt á
tí verjukenda midvøllinum.
Varðveitur krútsterku
miðverjuna
Nú eru bæði Sámal og John
burtur, og tí hevur lands-
liðsvenjarin hugsa nógv um
uppstillingina, síðani
kroatiski dómarin bríkslaði
dystin av leygardagin
Tveir mans fingu boð um
at móta fyri Sámal og John
mánadagin, men tað er
ósannlíkt, at Bartal Eliasen
ella Rogvi Jacobsen byrja í
kvold
At Allan Simonsen hevur
biðið Bartal Eliasen meta
fyri ein leikbannaðan mið-
vallara ma vera ti, at hann
hevur hug at nýta ein av
vanligu miðverjunum
frammi á midvøllinum. Jens
Kristian Hansen og Pól
Thorsteinsson kunnu báðir
flytast á midvøllin, har teir
fyrr hava spælt, men tað er
rættiliga sannlíkt, at Allan
Simonsen heldur fast um
krútsterku miðverjuna, sum
er mannað við Ola Johanne-
sen, Hans Fróða Hansen og
Jens Kristian Hansen.
Tí er tað mest sannlíkt, at
tað verður vágbingurin í
B36, Pól Thorsteinsson,
sum sleppur at royna seg á
enn einum nýggjum plássi,
og landsliðsvenjarin rósti
undan dystinum móti Est-
landi Pól fyri, at hann hevur
dygdir og eginleikar at
spæla á flestu plássunum.
Tað mundi neyvan líkna
nakrari álitsváttan til teir
tríggjar vinstrabeintu spæl-
ararnar, sum sótu á beink-
inum undir dystinum móti
Estlandi, at Allan Simonsen
valdi høgrabeinta Pól Thor-
Tvey leikbann gera, at landsliðsvenjarin má gera fleiri broytingar á liðnum hjá sær í
Haraldsen
steinsson spæla í vinstru
síðu. Pól stóð seg væl í
verjupartinum, men vinstra
síða manglaði tyngd í álops-
partinum.
Henning fær kjansin
Velur landsliðsvenjarin at
flyta Pól Thorsteinsson
fram á midvøllin, har hann
hevur spælt nógv fyri VB,
verður hurðin aftur latin upp
fyri einum vinstrabeintum
spælara til plássiÐ á vinstra
vongverja.
At landsliðsvenjarin setti
Ossur Hansen á vøllin móti
Estlandi skal takast sum eitt
tekin um, at hann framvegis
hevur Ossur í huganum til
hetta pláss, hóast John Ryan
hevur víst góðar taktir, tá
hann hevur fingið kjansin á
plássinum.
Hitt plássið á midvølli-
num verður eftir øllum at
dóma manna við Allani
Mørkøre, sum í dystinum
móti Estlandi gjørdist rætti-
liga einsamallur og arbeiðs-
leysur í høgru síðu. Lands-
liðsvenjarin letur neyvan
tveir nýggjar mans manna
leysu plássini á midvølli-
num, og tað er ikki honum
líkt at geva til dømis Fróða
Benjaminsen ella Rógva
Jacobsen kjansin frá byrjan
Tí er tað upplagt, at stóri
og sterki Allan Mørkøre
sleppur at stríðast á sentrala
miðvgllinum saman við
Julian Johnsson og Pól
Thorsteinsson í kvøld. Allan
hevur ofta roynt at spæla á
hesum plássinum fyrr, og
hann hevur eisini slíkar
royndir í altjóða fótbólti, at
tað er smáting hjá honum
at flyta pláss.
Verður Allan Mørkøre
fluttur inn á midvøllin, er
líkt til, at Henning Jarnskor,
sum mest sum var dottin tit
av liðnum, aftur sleppur at
spæla frá byrjan. Henning
var saman við Øssuri Han-
sen mest royndi skiftisspæl-
arin í dystinum móti Est-
landi, og Allan Simonsen
leggur dent á royndir, tá
hann setir sítt lið saman.
Teir ungu bíða spentir
Uni Arge átti at havt leik-
bann í dystinum í kveld,
men nógv umrøddur skrivi-
feilur hevði við sær, at tað í
staðin gjørdist Sámal Joen-
sen, sum flyta av Hotel Før-
oyum, har spælararnir hava
búð.
Uni Arge royni at stríðast
móti Estlandi, men hann og
Toda høvdu allatíðina fleiri
verjumenn at stríðast við,
og tað gjørdi umstødurnar
rættiligar truplar. Tað er
væntandi, at Litava fer at
leggja meira fyri fram eftir
vøllinum, og tí kundi tað
eisini blivið meira pláss til
okkara álopsmenn.
Tað er lítið at ivast í, at
A
kvold. Mynd: Álvur
Todi Jónsson og Uni Arge
verða í álopinum í kveld,
hóast Jákup á Borg og kviki
Heðin á Lakjuni spentir
bíða eftir sínum kjansi.
Í málinum verður Jákup
Mikkelsen, sum spældi ein
framúr góðan dyst móti Lit-
ava seinast, og og midverj-
an mannar seg sjálv eftir
sera sannførandi avrikið
móti Estlandi.
So hóast møguleikarnir
eru nógvir at seta liðið sam-
an, fara vit at skjóta uppá,
at tað fer at síggja soleiðis
út frá byrjan í kvold: Jákup
Mikkelsen — Henning Jarn-
skor, Hans Fróði Hansen,
Oli Johannesen, Jens Krist-
ian Hansen, Ossur Hansen
— Allan Mørkøre, Julian
Johnsson, Pól Thor-
steinsson — Uni Arge, Todi
Jónsson.
ek
=