hósdagur 9. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 170 - 9. SEPTEMBER 1999
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
B36 flytir upp í
tidindabladid
e-mail: eydunØsosialurin.fo
komandi vikuskiftinum
Fótbóltur: Og um HB hevur tapt dystin móti sandoyingum, sum ikki varð spældur, so er
stórt sannlíki fyri, at teir flyta niður í vikuskiftinum
Tað var eitt sindur óruddligt í
síðstu viku, áðrenn tað kom upp á
pláss, at dystirnir, sum sambært
skránni skuldi verið avgreiddir í
átjanda og síðsta umfarinum,
alíkavæl skuldu spælast síðsta
vikuskifti.
Sambært skránni skuldi 3. deild
havt spælt dystirnar, sum í 1. deild
verða spældir komandi vikuskifti,
og um tað heyði verið spælt sam-
bært skipanini, so hevði 1. og 3.
deild verið forskotin eitt umfar
fram til 26. september. Soleiðis
var tað í fyrraárið, og tað vóru
feløgini ikki so glad fyri. Í fjør
varð hetta broytt, soleiðis at teir
dystirnir vórðu spældir fríumfarið
í 1. deild, har feløg, ið ikki hava
lið bæði í 1. og 3. deild, hittust.
Men í år var ikki lagt upp fyri
hesum í skipanini, og felggini
vóru ikki nøgd. Í fyrsta umfari
hevði tað við sær, at
kappingarnevndin gjørdi av at
útseta fýra tey síðstu umførini eina
viku, men undan vikuskiftinum
varð hetta aftur broytt, soleiðis at
nú er sama skipan galdandi, sum
var galdandi í fjør.
Allir dystirnir vórðu spældir
uttan tann millum HB og B71.
Sambært skipanini skuldi hann
havt verið spældur í Gundadali,
men av tí at fyrri dysturin, sum
átti at havt verið á Sandi, ikki varð
spældur, so siga reglarnir, at seinni
dysturin skal spælast á Sandi
Dánjal Andreasen, formaður í
kappingarnevndini sigur, at teir
áður hava staðfest hetta, og at
hetta er fráboðað feløgunum. Tað
er nýtt fyri honum, at HB ikki
hevði verið á Sandi. Hann vil ikki
gera viðmerkingar til aktuella
málið, fyrrenn hann hevur hoyrt
orsøkirnar, hví HB ikki møtti á
Sandi, men grundgevingarnar
skulu vera góðar, um lið, sum ikki
metir, ikki skal tapa dystin. I
stødutalvuni hava við roknað við
hesum, og um hetta fer at halda,
so vil tað siga tað sama sum at ein
sigur til B36 sunnudagin fer at
hava við sær, at teir flyta upp,
meðan HB flytir niður — og so
verður annars spennandi at vita,
hvussu tað fer at ganga í 1. deild
millum tey bæði grannafeløgini í
Gundadali!
VB-TB 2-1 (1-0)
Tað leikaði javnt á, tá Egil
Steintórsson var við sínum
monnum og so at siga spældi móti
sínum egnu á Vágseiði. Vágbingar
vunnu 2—1, og tey trý stigini hava
við sær, at teir eru komnir undan
øllum vanda fyri endaspæli um at
sleppa undan niðurflyting. Tvørå
menn liggja framvegis eitt sindur
tungt í tí, men tað skal framvegis
vilja illa til, um teir ikki livbjarga
sær
VB var á odda 2-0,
veteranurin Poul F. Joensen
svaraði aftur fyri TB. Tá var eitt
korter eftir. Fyrra málið hjá VB
gjørdi Niclas Ludvig, tá 26 min
uttir vóru farnir, og Marne
Richardt fekk bóltin innum Jónas
Jóhannesen, tá seinna umfarið var
ellivu minuttir gamalt
>
áðrenn
GI-B68 2-4 (0-4)
Tað regnaði onkra løtuna, men
annars vóru líkindini góð. Fyrra
umfarið gekk tað toluliga javnt á,
men fyrra partin av seinna
umfarinum vóru gestirnir greitt
omanå, og tá øktu teir frá tepru
hálvleiksleiðsuni og til 4-0, og
harvið var dysturin avgjørdur.
Merkisvert er, at tað vóru yngru
menninir hjá B68, sum skoraðu
hesa ferð, og tað var hugaligt hjá
teimum, at Mannbjørn Nesá
skoraði tvey tey fyrstu málini.
Seinnapartin av seinna um-
farinum umskipaði GI liðið, teir
fingu fatur á midvøllinum og
høvdu fleiri møguleikar. Kim
Petersen skoraði til 2-4, og brots
sparkið, sum Hans Pauli Petersen
skoraði uppá. fekk Kim Petersen,
tá hann dró inn eftir baklinjuni,
og taklingin frå mótstoðumanni
miseydnaðist so mikið, at
brotsspark spurdist burturúr
KI--IF 3-7 (1-2)
At fuglfirðingar ikki vóru so væl
aftur í, at teir báðu
venjararnir, Piotr Krakowski og
Bogi Lervig, vóru á liðnum. Ti
var einki at siga til tað, um teir í
IF vóru eitt sindur ivingarsamir,
men tað lætnaði skjótt hjá teimum,
tí klaksvíkingar, sum annars vóru
komnir á odda, vórðu heilt tíðliga
fyrr sást
undirmannaðir, tá Sigfred
Petersen fekk reyða kortið.
Klaksvíkingar megnaðu
alíkavæl at hanga í, og sjálvt um
teir stóran part av 2. hálvleiki bara
vóru níggju móti ellivu, tí besti
málskjúttin hjá teimum nógvu tey
síðstu umførini, Jón Simonsen,
varð vistur av vellinum, so
megnaðu teir at minka um munin
til 34 og harvið var spenningur
í. At undirmannaði heimaliðið
leingi hekk í, komst fyrst og
fremst av, at Karstin Joensen var
ein sannur brandur í málinum. |
Tvey tey síðstu málini hjá ÍF
komu í tíðini, sum dómarin, ið var
úr Klaksvík, hevði lagt afturat
vanligu leiktíðini.
FS Vágar-B36 3-5 (2-2)
Veðrið var so mikið vånaligt, tá
Royn í 2. deild og B36 í 3. deild
vóru í Sandavági sunnudagin. Tað
eydnaðist kortini at fáa báðar
dystirnar frá hondini, men spælið
var sjálvandi í báðum førunum
nógv merkt av nógva vindinum
og nógva avfallinum.
I 3. deild megnadi B36, sum
higartil hevur vunnið hverja ferð
á utivølli, enn eina ferð at fara til
hús við øllum. Men kanska vóru
teir eitt sindur klokkaðir, tá heima-
liðið eftir ársins dropp frá B36
málverjanum javnaði til 2—2.
I 2. hálvleiki vísti Tórolvur
Poulsen enn eina ferð, at teir í
árstalsfelagnum í høvudsstadnum
eiga at rokna hann sum møguligan
álopsmann í 1. deild. Tórolvur
Poulsen skoraði tríggjar ferðir upp
í slag. Harvið hevur hann lagt seg
á odda á máltindinum, og B36 er
nógv fremst í deildini.
jh
Dånjal Petur Johansen skoraði
eitt mål fyri oddaliðið i 3.
deild, tå B36 vann 5-3 i Vågum
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Hagtøl
3. deild
VB-TB 2-1 (1-0)
1—0: Niclas Ludvig
2-0: Marner Richardt
2-1: Poul F. Joensen
B71-HB ikki spældur
GI--B68 2—4 (0—4)
0-1: Mannbjørn Neså
0-2: Mannbjørn Neså
0-3: Hans Erik Danielsen
0-4: Arnfinn Olsen
1-4: Hans Pauli Petersen br
2-4: Kim Petersen
KI-IF 3-7 (1-2)
1-0: Bárður Andreassen
1-1: Jógvan Arnfinn Jacobsen
1-2: John Thomsen
2-2: Torleif Eydun Petersen
2-3: Robert Cieslewicz
2-4: Sjálvmál
3-4: John Havn
3-5: Bogi Lervig
3-6: John Thomsen
3-7: Arni Petersen
FS Vågar-B36 3—5 (2-2)
0-1: Dánjal á Neystabø
1-1: Heri Hansen
1-2: D. P. Johansen
2-2: Magnus Simonsen
2-3: Tórolvur Poulsen
2-4: Tórolvur Poulsen
2-5: Tórolvur Poulsen
3-5: Eyðfinn Fjalsbak
Stødan
B36 15 14-0-1 87-26 42
B68 15 11-2-2 51-23 3
IF 15 10-1-4 59-28 31
B71 15 906 51-32 27
VB 15 6-1-10 30-47 19
GÍ 15 528 47-45 17
Kl 15 5-0-10 54-69 15
TB 15 5-0-10 39-85 15
FSV 15 42-9 26-57 14
HB 15 2-0-13 2871 6
Málskjúttar
Tórolvur Poulsen, B36 13
Jónsvein Thomsen, B71 12
Heini Heinason, GI 12
Dánial P. Johansen, B36 11
Bárður Olsen, B36 11
Bárður á Lakjuni, IF 11
Sørin Petersen, Kl 11
Gunnar Nielsen, B36 10
Egil Steintorsson, TB 10
Jon Simonsen, Kl 9
Sigfridur Clementsen, B36 8
Jón Hardley, B36 8
John Petersen, GI 8
Súni Fr. Johannesen, HB 7
Kristian Poulsen, B68 6
Ronnie Svalbard, B68 6
Ken Bærendsen, IF 6
Høgni á Lakjuni, IF 6
Eyðun Samuelsen, IF 6
Hergeir Eldevig, IF 5
Jógvan A. Jacobsen, IF 5
Júst Johannesen, TB 5