Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA re | | | | } | NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999. tíðindablaðið = Leggja einki E arbeiðaran Uppskotið um broyting av dagpenin gaskipanini var til fyrstu viðgerðar í Løgtinginum í gjár. Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at samgongan hvorki førir arbeiðara- ella sosialpolitikk, og tí væntar hon ikki, at uppskotið verður samtykt JOHN JOHANNESSEN Tjóðveldisflokkurin, ið rópar seg arbeidaraflokk, hevur langt síðani gloymt arbeiðarafjøldina. Tað ein- asta, ið um ræður, er at loysa, og so kann restin gera tað sama. Hetta er ikki poli tikkur, ið arbeidarafjøldin framhaldandi kann stuðla. Hetta eru orðini hjá Inge- borg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeidarafelag, í sambandi við, at uppskotið hjá andstøduflokkunum um at broyta dagpeningaskip anina soleiðis, at tey tíma- løntu fáa dagpening frá fyrsta sjukradegi, í staðin fyri frá triðja sjúkradegi, eins og nú er galdandi Fyrsta viðgerð Uppskotið var til fyrstu við- gerð í Løgtinginum í gjár. Hetta var júst meðan blaðið varð prentað, so ikki bar til at fáa at vita, hvussu undir- tøkan fyri uppskotinum var. Men sum Sosialurin skilir, kann ikki væntast, at sam- gonguflokkarnir taka undir við uppskotinum. Fólk í Tjóðveldisflokki- num halda ikki, at tað al- menna skal gjalda dagpen ing til tey, ið ikki kunnu móta til arbeiðis í ein ella tveir dagar. Tí vísa tey á, at talan ikki er um eitt sosial- mál, men ein spurning mill um arbeiðsgevara og ar beiðstakara. Og tikskil halda tey, at um dagpening askipanin skal broytast, so skal arbeidsgevarin gjalda ein part av kostnaðinum Sostatt kann ikki væntasi, at Tjóðveldisflokkurin fer at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Javnaðar- flokkinum. Undanførslur Ingeborg Vinther heldur, at grundgevingarnar hjá Tjóð- veldisflokkinum ikki eru annað enn tær beru undan- førslur. Hon vísir á, at lógin um dagpeningaskipanina kom í 1977, og tá kom Fólkatingið við tí uppskoti, at arbeiðsgevarin skuldi gjalda 20 prosent av dag- peninginum. Men soleiðis var ikki. Fóroysku myndug leikarnir ynsktu, at landið skuldi rinda allan peningin. Í veruleikanum hevur Mjóðveldisflokkurin havt 22 ár til at broyta dagpeninga skipanina í, soleiðis, at ar- beiðsgevarin rindar ein part Men einki er gjørt fyrr enn nu, tá uppskot kemur frá andstøduni um, at broyta skipanina. Hetta vísir bara, at sokallaði arbeiðaraflokk urin, Tjóðveldisflokkurin, bara vil forða fyri, at upp- skotið kemur igjøgnum. Veruleikin er, at Tjóðveldis- flokkurin als ikki tænir ar- beiðaranna søk, og tískil gevi eg einki fyri politikkin i - Vinther: Ingeborg eg ikki, at uppskotið verður samtykt hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur forkvinnan i Føroya Arbeiðarafelag. Ingeborg Vinther heldur, at tað væl hevði borið til hjá Tjóðveldisflokkinum at samtykt uppskotið hjá and- støduni, fyri at javnstilla tey timaløntu vid tey fastløntu, ið eru lønt av landinum. Síðani kundi Tjóðveldis- flokkurin komið við einum broytingaruppskotið seinni, ið innibar, at arbeiðsgevarin skal rinda ein part av dag- peninginum. Mismunur Forkvinnan í Føroya Ar- beidarafelag er ikki sørt ørg inn á Tjóðveldisflokkin. Hon heldur, at flokkurin ger stóran mismun á teimum fastløntu og teimum tíma- løntu, tá teir syrgja fyri, at Samgongan førir hvórki arbeiðara tey fastløntu verða tryggjað í sínum arbeiði og harafturat fáa fulla løn frá fyrsta sjúk radegi. — Arbeiðarapolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er at lata tey timaløntu hang í leysari luft. Tískil hóska; ur hann væl saman við Fólka- flokkinum, sigur ein av gjørd Ingeborg Vinther Hon vísir á, at arbeiðara feløgini mugu gera bart sum skjótast. Landsstýrið arbeiðir ikki við málinum Ingeborg Vinther heldur tað vera fjas, tá sagt verður, at Landsstýrið arbeiðir við málinum um dagpeninga- skipanina. Ti, ein nevnd varð einaferð sett til at koma við uppskoti um nýggja dagpeningaskipan, efld SOstaLpolkk pg 11 vænti men hendan nevndin hevur ongan fund havt sidani des ember i 1998. Og hetta heldur Ingeborg ikki vera nógv arbeiði. Hon sigur, at hon við vissu kann siga, at eingin fundur hevur verið í ár, tí hon situr sjálv í hesi góðu nevnd Tá nevndin varð sett, fekk hon at vita. at hon skul di skunda sær, tí hon skuldi vera liðug áðrenn freistin at leggja uppskot fyri tingið var úti. Hetta gjørdist on stuttfreistad, um nevndin skuldi gera eitt gott arbeiði, og tí fekk hon longri tíð, men síðani tá er einki hent Hetta vísir, hvussu lítil áhugin er fyri at betra um kor teirra timaløntu í Før- oyum, sigur Ingeborg Vint- her at enda Hernaðarfrágreið- ingin seinkað Nógv umrødda Hernaðarfrágreiðingin, sum skuldi almannakunngerast fyrst í mánaðinum er seinkað og kemur ikki út fyrr enn fríggjadagin 17. september JOHN JOHANNESSEN Eftir ætlan skuldi Hern- aðarfrágreiðingin handast løgmanni ein av fyrstu døgunum í september. Nú skriva vit 10. september og eingin Hernaðarfrá- greiðing er komin enn. Rúni Joensen, løgmans- fultrúði, sigur, at ávísar praktiskar forðingar hava seinkað útgávuni av frá- greiðingini. Hesar forð- ingar eru uppseting, um- bróting, prent og annað líknandi. Men nú er kom- ið so mikið langt, at gongst sum ætlað, verður frágreiðingin handað løg- manni fríggjadagin 17. september. Løgmaður hevur biðið um at fáa Hernaðarfrá- greiðingina gjørda í sam- bandi við ein fyrispurn- ing, honum varð settur í Løgtinginum. Tískil er mannagongdin tann, at tå løgmaður fær frágreiðing- ina, fer hann í tingið, har hann biður um orðið og leggur frágreiðingina fram. Tískil ber ikki til hjá almenninginum at fáa fat- ur á frágreiðingini fyrr enn hon er handað.