Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 172 - 11. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 7 Fotbolturin nýggjar karmar at virka undir Í Runavík fær fótbólturin nú ný ggjar karmar at virka undir - 1. deild hjá NSÍ verður nú partafelag JAN RASMUSSEN Sum kunnugt er nógv hent innan føroyska fótbóltin síðstu tíðina, har peningur er farin at hava ein alt stórri leiklut. Tað ræður um at hava eitt gott fíggjarligt grundarlag at byggja á fyri at vera við í oddinum. Hetta hava tey eisini ásannað í Nes Sóknar Ítróttarfelag, og tískil verður tað nú arbeitt av øllum alvi at leggja lunn- ar undir eitt smápartafelag, ið skal reka I. deildar fót- bóltin í Runavík. Hver er ætlanin? Jákup Mortensen er for- maður í NSÍ, og vit spurdu hann hvussu og hví tey eru farin til verka: Vit hava sent kunningarskriv út til 62 vinnufyritøkur í økinum, har vit siga frå okkara ætl- anum um at seta eitt små- partafelag å stovn. Hvat er so endamálið? Endamálið er, sum tað stendur í skrivi- num, at varðveita okkara frægastu fótbóltsleikarar, so at hesir ikki fara til onnur feløg. Fáa eitt gott og var- andi fíggjarligt grundarlag, og at betra um umstødurnar til at røkja tey umleið 220 bórnini frá 14 árum og yngri, sum luttaka í fótbólts- hópi í felagnum. Til hetta krevst, at vit fáa eitt tættari tilknýti til vinnuna 0.0. á økinum. Ti er ætlanin at vinnufyritøkur, privatfólk og NSI skulu seta eitt smá- partafelag á stovn, ið kemur at virka sum eitt dóttirfelag hjá verandi felag. Hetta dóttirfelagið kemur so at taka sær av |. deild hjá monnum trý tey komandi árini frå l.januar 2000 at rokna. NSI eiga helmingin Jákup sigur, at tað sita fólk í løtuni og arbeiða við, hvussu ein eventuell fíggj- arætlan kemur at síggja út. Ætlandi verður tað soleiðis, at móðirfelagið NSI kemur at eiga helmingin av parta- peninginum í smápartafel- agnum, meðan vinnufyri- tøkurnar og tey privatu eiga restina. Tað heila skal so koyra við rakstarpeningi, har vinnufyritøkurnar og tey privatu gjalda eitt fast gjald, eins og smápartafel- agið kemur at ráða yvir á- skoðarainntgkunum av heimadystunum hjá besta mansliðnum. Hesin pening- ur skal so nýtast til at gera sáttmálarnar, ið skulu varð- veita spælararnar á plássi- num. Jákup sigur, at teir nýta partafelagið, ið rekir 1. deild hjá HB, sum fyrimynd í arbeiðnum. Bonusskipan ikki nøktandi Tit hava koyrt við einari bonusskipan í ár, var tað ikki nóktandi? Nei, tað visti seg at vera alt ov torført at halda tað, ið vit høvdu av- talað við spælararnar áðr- enn verandi kappingarár. Tískil skal hetta eisini met- ast sum ein líður í, at vit royna at vinna okkara trú- virðið yvir fyri spælarunum aftur við at gera sáttmálar, ið halda. Ti nú skal tað fíggjarliga grundarlagið fáast uppá pláss. Um hetta verður ein veruleiki, so í vist eg heldur ikki í, at tað verð- ur nógv hugaligari at ar- beiða við fótbóltinum í Runavík, og at tað kemur at merkjast allan vegin nið- ureftir í deildunum. Og tað er nakað vit leggja stóran dent á her, at tað eru fyrst og fremst leikarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, ið tað skal byggjast víðari upp- á. Verða tað økt krøv? Vit siga ikki, at vit mugu fyri einhvønn pris gerast føroya meistarar næsta år, hóast vit sjálvandi fara at royna, tí tað mest týðandi er at skapa ein tryggleika undir felagnum, soleiðis at tað heila ikki bráðliga dettur niður á gólv- ið bæði fíggjarliga og ítrótt- arliga. Stovnandi aðalfundur Jákup sigur, at teir hava havt samband við nøkur av teim- um, ið teir hava sent skriv út til, og hann metir, at á- hugin er til staðar. Teir fara nú at seta seg í samband við øll hini, ið hava fingið skrivið, og vísir tað seg, at nøktandi áhugi er til staðar, so verður boðað til stovn- andi aðalfund, har uppskot til viðtøkur, fíggjarætlan o.tl verða løgd fram. Ein nevnd skal veljast, og kemur hon helst at vera mannað við fimm limum, harav NSI eigur tveir og hinir parta- eigararnir tríggjar. Jákup sigur, at tað er av stórum týdningi, at partaeigararnir (vinnufyritøkurnar) verða væl røktir og koma at siggj- ast aftur í tiltókum, lýsing- um o.g. Ein liður í hesum hevði eisini verið, at komið varð saman kanska einaferð um mánaðan, at tosa um tingini og menna samstarv- ið. Eitt samstarv sum skal hava til endamáls at fáa fót- bóltin í Runavík at náa enn longur upp tey næstu árini, og sum heild at gera tað meira hugaligt at antin ar- beiða við felagnum ella bara at standa á bakkanum og stuðla... Nósi heldur fødingardag frå 13. til 17 eina gávu frá honum. Nósa sjálvan kanst tú hitta sprelllivandi á hesum stoðum: Nordurovggjar Klaksvik Klaksvik Eiði Norðskála Leirvik Gota Fuglafjørður Fuglafjørður Saltangará Toftir Saltangarå Strendur Skála Miðvágur Sandavágur Sørvågur Sandur Skopun Sandur Suðuroy Hvalba Vágur Tvør »yri Strevmov Kollafjørdur Vestmanna Vestmanna N. Finsensgøta Hornabø SMS N. Finsensgøta Mánadagin Mánadagin Mánadagin Mánadagin Iysdagin Iysdagin Mikudagin Mikudagin Hósdagin Hósdagin Hósdagin Fríggjadagin Fríggjadagin Hósdagin Hósdagin Fríggjadagin Dagur Fríggjadagin Fríggjadagin Dagur Mánadagin Mánadagin Týsdagin Dagur Týsdagin Mikudagin Mikudagin Hósdagin Hósdagin Hósdagin Hósdagin 13 ()0 1999 13.09 1999 000 ) DO 1990 ()0 1900 00 1900 09 1990 09 19909 09 1999 09 1999 16.09.1999 D9 1990 17 ()0 1999 16.09.1999 16.09.1999 17.09 1999 7 09. 1999 7 09. 1999 13.09.1999 13.09.1999 14.09.1999 14.09.1999 15.09.1999 15.09.1999 16.09.1999 16.09.1999 16.09.1999 16.09.1999 FYROYA BANKI Klokkan . september. Kom inn og tøm tín Nósa. so fært tú 15.00-16.00 16.30 17 30 14.00-15.00 Klokkan 13.00-13 Klokkan 13.00-13 14.30-15.: 1430-15. Klokkan 30-15 30 .30-11.00 30-15 30-11 2.30-13 .30-15. 30-17 30 30 30 30 30