leygardagur 11. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 172 - 11.. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Ongan agoða av
granskingini
— Landsstýrismaðurin er vitandi um, at tað fer fram gengransking í Før-
oyum í dag, ikki soleiðis at granskingin sjálv fer fram í Fóroyum, men at
føroyskt blóð og føroyskar ættartalvur eru grundarlagið undir gransking
aðrastaðni í verðini. Landsstýrismaðurin hevur ikki neyvt yvirlit yvir,
hvussu umfatandi hetta er, men er vitandi um, at hetta kemur fyri, upplýsti
Helena Dam á Neystabø m.a. í svari sínum til Jenis av Rana
OLAvur Í BEiri
Aðrenn Helena Dam á
Neystabø svaraði øllum
teimum einstøku spurning-
unum frå Jenisi av Rana,
vildi hon gera vart vid, at
tað er skeivt av spyrjara-
num í viðmerkingunum at
føra fram, at roynt var at
bráðbyrja uppá gengransk-
ing í Føroyum, tá ið Helena
Dam á Neystabø heitti á
tingið at veita eina pening-
ajáttan til endamálið.
— Gengransking fór longu
tá og fer framvegis fram í
Føroyum. Men tær almennu
Føroyar eiga ikki sín lut í
hesum, sigur Helena Dam
á Neystabo.
Einki samband
Og í drúgva svarinum til teir
mongu spurningarnar hjá
Jenisi av Rana, sigur Helena
Dam á Neystabø, at henni
kunnugt hevur einki sam-
band verið ímillum al-
mennu Føroyar og islendsk-
ar myndugleikar um gen-
gransking.
— Landsstyrismanninum
kunnugt hevur samband
verid imillum føroyskar og
islendskar granskarar
viðvíkjandi = møguligum
samstarvi innan gen-
gransking. Ætlanin var her
at inndraga føroyska heils-
uverkið, soleiðis at hetta
kundi fáa ágóða av sam-
þá
starvinum.
— Landsstýrismaðurin er
vitandi um, at tað fer fram
gengransking í Føroyum i
dag, ikki soleiðis at gransk-
ingin sjálv fer fram í Før-
oyum, men at føroyskt blóð
og føroyskar ættartalvur
eru grundarlagid undir
gransking aðrastaðni í
verðini. Landsstýrismaður-
in hevur ikki neyvt yvirlit
yvir, hvussu umfatandi
hetta er, men er vitandi um,
at hetta kemur fyri.
Og víðari sigur Helena
Dam á Neystabø, at hetta
er óheppið, tí á henda hátt
fær føroyska heilsuverkið
og harvið føroyska samfel-
agið ongan ágóða av hesi
gransking. Tí = var tað á-
hugavert, tá ið føroyskir
granskarar boðaðu frá, at
íslendskir granskarar vildu
hjálpa føroyska heilsuverk-
inum at fåa slika gransk-
ing setta å stovn i Føroy-
um.
— Hetta var grundarlagid,
tå ið landsstýrismaðurin i
heilsumålum tók ta avgerð,
at føroyska heilsuverkid
átti at taka lut í nýggju
tøknini og granskingini, og
á hesum stødi sendi umsókn
til tingid um at fáa eina eyk-
ajáttan. Sjálvandi var ikki
farið í gongd við at spyrja
seg fyri uttanlands um
møguleikar fyri samstarvi,
tí landsstýrismaðurin ynskti
MT
Góðir brúkt frá
Á í Í
is. met — —>—.
á
ro } r
see ÁTENEKKYRRRRRKKEKKEKRN
HREIKKYRKEKTRKKERNI
ikki at seta nakað í gongd,
sum ikki eisini kundi gjøgn-
umførast. Tingið ynskti
sum kunnugt fyrst at fáa
teir etisku spurningarnar
nærri kannaðar, áðrenn far-
Niðrandi orðingar
Og til Jenis av Rana, sigur
Helena Dam á Neystabø, at
tað skal gerast greitt, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum
ið varð í gongd. Møguleik- ikki altíð er av somu
in hevur tiskil ikki enn verið = áskoðan sum Jenis av
fyri at byrja uppá tað sam- Rana.
starv, sum annars stóð okk-
um í boði.
Ongar samráðingar
Og viðvíkjandi spurningi-
num, um Føroya Landsstýr-
ið, tvs. stjórnin í Føroyum,
varð kunnað um fyrsta upp-
skot íslendinga um sam-
starv, vísir Helena Dam á
Neystabø á, at ongar form-
ligar samráðingar vóru um
samstarv
Landsstyrismadurin
hevði tó fullan kunnleika til,
at føroyskir granskarar
høvdu samband við gransk-
arar í Íslandi, og at teir tos-
aðu um møguleikan fyri
einum komandi samstarvi,
um so var, at grundarlag
varð í Fóroyum fyri hesum.
Landsstýrismaðurin varð
kunnaður um, at íslending-
ar, um so var, at føroyingar
fingu tilvega grundarlag
fyri samstarvi, vóru sinnaðir
at hjálpa føroyingum.
Hendan kunnleika lands-
stýrismansins vórðu hinir
landsstýrismennirnir
kunnaðir um.
— Landsstýrismaðurin
hevði td. ongantíð loyvt
sær at víst slíka vanvirðing
fyri eini avgerð, tikin á
fólkaræðisligum grundstødi
í einum demokratiskum
tingi, sum tað íslendska
Altingið, sum spyrjarin ger,
tå hann umtalar avgerð Al-
tingsins so niðrandi, sum
hann ger í viðmerkingum
sínum til henda fyrispurn-
ing, tá hann sigur: „at vit
ikki enda í somu eyðmýkj-
andi støðu sum grannar
okkara fyri vestan, har tað
eydnaðist kapitalinum at
„ræna arvin“, hesa ogn alra,
íslendingum til lítlan sóma
og ivasama trygd.“
— Tað skal upplýsast, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum er
vitandi um, at føroyskir
granskarar hava samband
vid granskarar i Islandi, her-
undir eisini granskarar å
DeCode, sigur Helena Dam
á Neystabø m.a. í drúgva
svari sínum til Jenis av
Rana.
Kristiliga Sangkórið venur aftur týskvoldið
Komandi tyskvøld fer
Kristiliga Sangkórið aftur
undir regluligu venjingar-
nar. Vant verður í KFUM
tyskvøld klokkan 20, sigur
Hanus Joensen, sum kór-
leiðari. Hann letur heilsa, at
øll eru væl komin - eisini
nýggir sangarar.
— Teimum nýtast ikki at
boða frá áðrenn - bert at
móta, sigur hann.
Kristiliga Sangkórið, sum
er út við hálvthundrað ára
gamal, syngur føroyskar og
norðurlendskar sálmar og
sangir.
TOYOTA CARINA TOYOTA COROLLA
1.6 XLI 1,6 LUNA L/B
Skrås.: 29-05-95 BE Skrás.: 16-00-08
Km.: 41.000 SE km.:30.000
Prísur: 108.000 RL Prisur: 140 600
Garanti:* Garanti:**
TOYOTA TOYOTA CARINA
STARLET 1.3 XLI 1.6 XLI L/B
Skrás.: 16-07-96 Skrás.: 02-10-96
Km.: 38.000 Km.: 40.000
Prísur: 72.600 Prísur: 120.600
Garanti:* Garanti:*
A HONDA CIVIC
1.3 TERRA 1.4 SEDAN
krá Skrás.: 11-12-96
Skrás.: 09-10-97 Se
Km.: 19.000 eg
Prisur: 109 600 Prisur: 105.600
Garanti:**
FORD FIESTA 1.3
MAZDA 323 DIESEL
Skrás.: 13-02-96 Skrás.: 01-06-98
Km.: 9.000 Km.: 34.000
Prísur: 79.600 Prísur: 124.600
Garanti:*
KIA CLAURUS OPEL CORSA 1.4
Skrás.: 16-04-98 Skrás.: 28-04-98
Km.: 11.900 Km.: 19.000
Prísur: 115.600 Prísur: 98.600
GN
FORD KA OPEL CORSA 1.2
Skrás.: 17-03-97 Skrás.: 18-09-98
Km.: 30.000 Km.: 8.300
Prísur: 72.600 Prísur: 98.600
Garanti:*
OPEL ASTRA TURBO
TOYOTA HILUX
DIESEL EXTRA CAB 4X4
Skrás.: 25-06-96 Skrás.: 08-05-96
Km.: 91.000 Km.: 66.000
Prísur: 108.600 Prísur: 119.600
Garanti:*
175.000
TOYOTA HIACE DIESEL | 88-08-31
10.000
TOYOTA HIACE DIESEL | 87-05-27 15.000
TOYOTA CAMRY 1.8 XL | 87-06-23 200.000 10.000
OPEL ASCONA 87-07-22 172.000 | 9.000
TOYOTA CAMRY 1.8 DX | 86-06-27 ; 183.000 | 4.000
SUBARU 1.8 GL 88-05-20 4.000
OPEL KADETT 89-02-12 | 65.000 | 7.000
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr verða
seldir við BRUKTBILAVATTAN
” TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrsta skrás.dato
ne
Vegurin Langi-188 Hoyvík-TIf. 313040