leygardagur 11. september 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 11. september 1999
Tænari
umborð á
Norrønu
og hjå films-
stjørnum
síða 16 og 17
MYND: JAN MULLER
Á ferð eftir miðlabreytini
FJØLMIÐLAR. Við nýggju fólka-
SC
skúlalógini, komu eisini ymsar
breytir inn um skúlagátt. Næmingar í
elstu flokkunum velja seg inn á breyt,
ið hevur teirra áhuga og eini 13 -14
eru at velja í. Ein teirra er miðla-
breytin og rættiliga stórur áhugi er at
ferðast eftir júsu hesi breytini
Dagfinn Olsen
Ikkis0 sjáldan fáa fjølmidl-
ar vitjan av skúlaflokkum,
eldri og yngri. Tá næmingar
úr 10. flokki vitja, so er vitj-
anin av meira fakligum
slag, tí umframt at forvitnir
næmingar sleppa at síggja
fjølmidlaheimin = virknan
innífrá, so er vitjanin partur
av tí leið, ið tey hava valt at
ganga í 10 flokki. Oftast er
nevniliga talan um 10. floks
næmingar, ið ganga á
miðlabreyt.
Samstarv
Næmingar hava møguleika
at velja seg inn å ymsar
breytir. Tað kann t.d. verða
heimkunnleiki, list ella
ítrótt. At royna seg á miðla-
breytini hevur stóran áhuga
millum næmingar. Í Havnar
Kommunu er tað soleiðis,
at skúlarnir samstarva
Eysturskulin, Venjingar
skúlin og Kommunuskúlin
halda til á miðlabreytini á
Eysturskúlanum og eisini er
miðlabreyt í skúlanum á
Argjum. Á henda hátt er
lættari at fáa breytina á
beinini og at ganga ynskjum
hjá næmingum á meti. Velja
bert 2 í einum skúla breyt-
ina, so er næmingatalið ov
lágt, men samstarva skúlar-
nirog leggja. saman, so er
lættari at fáa gongd á.
Breytin fyllir rættilga
stóran part av timatalvuni.
Tveir dagar eru settir av.
Mánadag og týsdag hava
næmingarnir á miðlabreyt-
ini í Havnar Kommunu 12
tímar í fjølmidlaheiminum.
Tveir lærarar taka sær av
hesum.
Dentur verður lagdur á at
læra at skriva og nýta teldur.
So við og við koma roynd-
irnar og farast kann víðari.
T.d. er ein blaðútgáva partur
av arbeiðinum.
Taka stóðu
Ætlanin við breytunum er,
at næmingar fáa eitt ødrvisi
ár og hava møguleika at
velja seg inn á breytir, ið
tey hava áhuga fyri. Soleið
is menna tey sínar sterku
síður, mótvegis kanska at
hava enn eitt ár við vanligu
lærugreinunum, harav
nógvar ikki siga øllum so
nógv
Lærararnir á fjølmidla-
breytini meta til dømis, at
næmingar læra at samstarva
og so er eisini mennandi og
spennandi at hitta fólk úr
øðrum flokkum og ødrum
skúlum. Og samstarvast
skal eisini við hesi nýggju
fólk.
Er ein ikki alt ov kræsin
10. floks næmingur, so er
helst gjørligt at finna eina
breyt at ferðast á, har ein
Spennandi
at flúgva á
Føroyalei0ini
Síða 18-19
finnur åhugaverd stød at
steðga á. Næmingarnir
mugu taka støðu til, hvussu
síðsta ár teirra í fólkaskúl-
anum skal verða innihalds-
liga.
Breytirnar eru nógvar,
eisini í veruliga lívinum, og
tað er ikki vandaleyst at
ferðast. Ein eigur heldur
ikki at undirmeta týdningin
av at finna røttu breytina.
At royna seg á miðla-
breytini hevur stóran
áhuga millum næmingar.
Hesir næmingarnir
vitjaðu á Sosialinum
herfyri