týsdagur 14. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller | Jonhard Hammer
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov | Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Í Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Neyðugt við
breiðari semju
Oddagrein
Í hesum dogum ferðast embætismenn hjá
landsstýrinum kring landið við politiskum
kunningarfundum um fullveldisætlanina
hjá landsstýrinum. Tað er stórmál, sum er
á skránni, og veturin fer at vísa, hvussu
framtíðarstoða Foroya fer at vera.
Tað er komið fram, at Javnaðarflokkurin
á landsfundi í vikuskiftinum fer at koma
við sínum iskoyti til kjakið um Hvítubók -
og helst fer Sambandsflokkurin at gera
tað sama.
Tað er væl skilligt, at hesir flokkar hava
tikið sær tíð til at gjøgnumganga tilfarið í
Hvítubók, og tað er eisini sera skilagott,
at politikarar úr hesum flokkum ikki hava
lagt seg út í kjakið, áðrenn teir hava kunn-
að seg um innihaldið Hvítubók.
Í næstum verður aðalorðaskifti á tingi um
Hvítubók, og kunnu vit tá bert vóna, at
tað fer at draga saman aftur millum partar-
nar - ti fer samgongan einsamøll undir
fullveldissamráðingar við stjórnina, er stór-
ur vandi fyri, at foroyska fólkið fer í tvín-
ingar.
Tað var meðan Edmund Joensen var løg-
maður, at málið um framtíðarstoðu Foroya
var á skránni fyrstu ferð. Tjóðveldisflokkur-
in legði málið fyri tingið. Undir viðgerðini
kom eitt broytingaruppskot frá Javnaðar-
flokkinum um setan av stjórnmálanevnd,
sum skuldi greina ríkisrættarligu viður-
skiftini.
Við hond og fót striddust sambandsmenn
ímóti, ti ríkisrættarligu viðurskiftini skuldu
ikki nertast. Logmaður setti samgongu-
flokkunum (Javnaðarflokkurin var ein
teirra) stólin fyri hurðina, at varð málið
nortið varð samgonguslit.
Men tá málið hevði verið fyri í tinginum,
mátti tað í nevnd, og málið um setan av
stjórnmálanevnd varð beint í rættarnevnd-
ina. Formaður í rættarnevndini var fyrr-
verandi samfelagsrevsarin og advokat-
urin, Bjørn á Heygum. Hann gjørdi ikki
matari enn at súlta málið.
Við ongantíð at seta málið á dagsskránna
hjá rættarnevndini, datt málið burtur, tå
tingsetan var av. Ein lítið dámligur fram-
ferdarhåttur…
Betur seint enn ongantíð - kunnu vit siga,
nú Sambandsfokkurin kortini beit í grasið
og fór at tosa um dagforingar í heima-
stýrislógini. Samgongan eigur at leggja
sær hetta í geyma - og heldur royna at
finna eina breiða semju - sum fær Javn-
aðarflokkin, Miðflokkin og kanska enntá
Sambandsflokkin við. Sosialurin
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Niclas Johannesen |
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, |
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720
Sp/f Sosialurin
Bústaður: ; i
Argjavegur 26, Argir
e-mail: post Ø sosialurin.fo |
Lýsingar: lysing &sosialurin.fo |
Prent: Sosialurin
Viðmerking:
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin
Slåa manngarð um Orættvis
. meðan Helena Dam á Neystabø stákast
Tað var tragikomiskt... at
hoyra manning Tjóðveldis
floksins >viðgera< uppskot
andstødunar um at veita
teim tímaløntu dagpening
frá fyrsta sjúkradegi. Eitt er,
at teir í nov. 98 saman við
restini av samgonguni feldu
uppskotið frá andstøduni
um at avtaka lógina um kar-
ensdagar. Sama uppskot,
sum teir nú eru novddir at
taka undir við. Munurin er
helst tann, at í tí uppskot-
inum vóru tey timaløntu eis-
ini við. Tað hevur helst ver-
ið alt ov óruddiligt fyri tjóð-
veldið. Nú hevur man so
fingið lúkað tey timaløntu
burturúr, av tí at Karstin
Hansen hevur forlovað seg
við Starvsmannafelagnum.
Tað sigur Rúna Sivertsen.
Nú eru milliónirnar so mik-
ið færri at taka støðu til. Tí
tað er pening, hasi fólkini
taka støðu til og ikki mål.
Fyri ein tjóðveldistingmann
snýr tað seg ikki um rætt-
visi/Orættvisi, men at tey
timaløntu fara at kosta einar
10 mill. kr. Tað snýr seg
heldur ikki um, hvor ið tørv-
ar sjúkradagpening mest.
Tað vistu tjóðveldismenn
helst einki um at siga.
Framsøgumadur Tjóð-
veldisfloksins helt, at tað
kostaði altso einar 10 mill.
kr!!
Eg havi so mangan hoyrt
um hin >tjóðveldiskanska<
andan og havi ótolin bíðað
eftir, um nú holdið umsíðir
eisini mundi fara at koma.
Men so er ikki. Andin má
hava eitt hold at vera í, vildi
eg hildið. Løgid, sum tjóð-
veldispolitikkur hevur lynd-
ið til at vera avmarkaður til
hin bera anda og religiøsitet.
Men tað heldur líkasum
>gemyttunum< uppi.
Kanska.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur so ikki tikið til sín, at tað.
sum ikki er ringt, kann vera
gott. Imillum har, tað góða
og tað illa, rættvísi og órætt-
vísi liggur Tjóðveldisflokk-
urin og sveimar og dag-
droymir um hin stóra dagin
sum skal upprenna, tá okk-
um skal verða givið alt um-
framt. Sum so kann hann í
øllum fórum ideologiskt
vera i einihvørjari sam-
gongu, so leingi eingin 6-
rógvar hendan rúsandi
svøvnin og minnir hann á,
at viðhvort er heimurin altso
eisini av í dag. Hvat er tað
ikki stórt, at kunna lata tað
órættvís, sum liggur beint
fyri framman kámast burtur
í berum anda - flyta tað í
aðrar ferðir, sum eru lagaðar
føroyskum viðurskiftum.
Tá verður alt beinanvegin
rættvíst heilt av sær sjálv-
um.
Men órættvíst hildu teir
tað vera, tjóðveldismenn-
irnir. Ja, tig og tala ikki.
Hildu, at arbeiðsgevarar
skuldu gjalda sjúkradagar-
nar. Kortanei, segði Fólka-
flokkurin. Ikki arbeiðsgev-
arin. Tá mælti ein tjóðveld-
ismadur, at flokkarnir vóru
helst ikki so langt frá hvor)-
um øðrum. Umboð Sjålv-
stýrisfloksins helt, tað ikki
vera nakað mál í sjálvum
sær at javnseta fólk, sum
hann málbar seg.
Tá var tað, at hon kom,
Helena Dam á Neystabø. I
rættum Madeline Albrigth-
stili beyd hon sær at vera
semingskona í ti bólkinum,
sum hon sjálv hevdi sett at
endurskoða dagpeningalóg-
ina. Arbeiðið fór at verða
liðugt, so at lógin var klár
um ársskiftið. (Tey hava
havt ein fund í ár, hava vit
síðan frætt). Nú beyð hon
teimum at sessast við borð-
ið. Nakað verður dúkað og
diskað. Síggi fyri mær ev-
arska smáar sofistikeraðar
kanapéir, sum tað helst
verður leingi at metta seg
av.
Eitt er so víst. Tann cost-
benefit = analysan, sum
Fólkaflokkurin = ivaleyst
gjørdi av Tjóðveldisflokki-
num, tá samgongan varð
skipað, hevur munað teim-
um væl. Nú, tá hin stóri dag-
urin umsíðir upprennur,
Katrin Dahl Jakobsen,
tingkvinna Javnaðar-
floksins
verður spennandi at vita,
hvor ið má taka á seg costið,
og hver ið fer avstað við
benefittinum - Tjóðveldis-
flokkurin ella Fólkaflokk-
urin.
Imeðan má hin timalønti
smyrja seg við, at hann,
burtur úr allari fjøldini, nú
verður royndarkoyrdur í tí
borgarliga sannleikanum,
sum sigur, at tey í hvussu
so er mugu taka >ábyrgd av
egna livi«.
Katrin Dahl Jakobsen,
tingkvinna
Javnaðarfloksins
Eru løgtingslogir nú at samrådast um?
Í hesum døgum viðgerð
Løgtingid uppskot frá
Landsstýrinum um avtøku
av karensdøgunum. Sam-
stundis hevur andstødan
lagt fram uppskot um at av-
taka 2 teir fyrstu sjúkradag-
arnar hjá teimum timaløntu.
I fjølmidlunum hósdagin
9.9. søgdu umbod fyri
landsstýrið og løgtingid i
samgongu, at tey ikki ætl-
aðu sær at ganga andstødu-
Landsstýrið fer komandi
tvær vikurnar at skipa fyri
átta fundum kring landið,
har ætlanin er at kunna um
Hvítbók og fullveldisætl-
anina.
A fundinum fara umbod
fyri nevndirnar, sum hava
skrivað Hvítubók, at leggja
fram og greiða frá niður-
uppskotinum á meti, tí hetta
var eitt mál sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum átti og
skuldu samráðast um.
Spurningur mín er,
Er tað so, at løgtingslógir
nú eru blivin partur av sam-
ráðingaruppleggi, sum t.d.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og feløgini sum umboða
timalønt til eina og hvørja
tíð kunnu samráðast um og
seta úr gildi, um so er at hesi
støðunum av kanningu-
num.
Eftir framløgurnar ber til
at seta spurningar.
Sagt verður av løgmans-
skrivstovuni, at ið hvussu
so er eitt umboð fyri lands-
stýrið verður við á hvørj-
um fundi.
Fyrsti fundurin var á
kunnu semjast?
Ella kunnu t. d. Starvs-
mannafelagið og Fíggjar-
málastýrið semjast um at t.
d. skattalógin skal setast úr
gilldi?
Jåkup Danielsen
Kunningarfundir um Hvitubok
og fullveldisætlanina
Sandi sunnudagin.
Vegna tey sum hava
gjørt hvítubók fara Sig-
mundur Ísfeld, Jonhard El-
iassen og Bergur berg at
leggja fram og svara
spurningum.
Í gjårkvøldid var fundur
í Skúlanum á Giljanesi í
Vágum. Annars er skráin
fyri fundirnar hendan:
Mikukvøldid 15)9 í Vági,
héskvøldid 16/9 á Tvør-
oyri, sunnukvøldid 19/9 í
Klaksvík, mánakveldið
20/9 í Eysturoy, tyskvøldid
21/9 í Nordurstreymoy, og
mikukvøldid 22/9 i Havn.