Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 173. - 14. SEPTEMBER 1999 tidindabladid = >='* 11 The Polar Passage Year 2000 Expedition: TuriD KJØLBRO Í summar løgdu teir fýra umborð á Olgu, The Polar Passage Year 2000, inn á Havnarvág, ávegis til Ís- lands og Grønlands. Teir nógvu og áhaldandi trupul- leikarnir við bátinum frá byrjan av, gjørdu, at tveir av manningini, sjálvur Rob- ert Peary, ið er upphavs- maðurin til ferðina, og am- erikanarin og Føroyavinurin Joel Cole, gjørdu av at fara av - f øllum førum å hesum sinni. Teir settu stórt spurn- artekin við tryggleikan á bátinum; umframt hildu teir tað vera óðamannaverk at royna at sleppa til Eystur- grønlands so seint á árinum. Joel Cole er framvegis tals- maður fyri ferðina, og í gjár fingu vit soljóðandi bræv. - Teir komu til Íslands. Á - Manningin umborð á Olgu hevur bíðað í Íslandi í ein mánað. Góður norðuratlantiskur sjómansvísdómur sigur, at eingin fer við smábáti út á opið hav eftir hálvan august. Men Anders og Frederik vóna at sleppa avstað ein av fyrstu dógunum, skrivar Joel Cole, talsmaður fyri ferðina, í tíðindabrævi Ein lítil dagsferð, og í síðsta mánaði komu teir, ið eru eftir umborð á The Polar Passage Year 2000 Expe- dition inn á Hafnafjørð í Ís- landi. Teir sigldu til Íslands um nåttina, høvdu gott veð- ur á ferðini og sjógvurin var til vildar. Eftir, at teir høvdu fylt tangarnar vid bensini fyrstu ferð, vildi eini mot- orurin ikki í gongd aftur. Teir gjørdu tí av at sigla spakuliga við einum motori, og meðan Frederik royndi at finna ein útveg, skifti Anders onkrar eykalutir. Eftir øllum at dóma var tað júst tað, sum skuldi til, tí motorurin fór í gongd aftur og teir hildu leiðina fram til Íslands. Síðstu fáu kilometrarnar av ferðini var meiri ferð sett á motorin orsakað a grunna sjónum. Hugskotið aftan fyri hesa avgerðina var, at um teir tóku í botn, var tað betri um tað var við einum motori enn við tveimum. Harður streymur Eftir at hava sovið í tvær nætur, etið og hvílt, fóru Frederik og Anders umborð á Olgu, og síðani løgdu teir aftur til brots fram við ís- lendsku strondini, fram við Vestmannaoyggjunum, runt nesið við Keflavík og inn í Keflavík og Reykjavík. Tá ið teir rundaðu suðurvestur endan á Íslandi. upplivdu teir tað Anders kallaði „tann ógvusligasta streymin hig artil““. Aldurnar skoladu um borð og teir kom seint fram Men so skjótt teir vóru komnir inn í sjálva Reykja- víkina, var sjógvurin meiri róligur og ferðin gekk skjót- ari. Eftir ein lítlan steðg í Keflavík, vóru teir til reiðar at gera eina roynd at koma til Danmarkarstrætið, sund- ið ímillum Grønland og Ís- land. Hetta er tann longsti teinurin á ferðini, og orsak- að av einum hørðum suður- vestur streymi og møgulig- um ísflókum framvið strondini á Grønlandi, var hetta eisini tann vandamesti teinurin. Anders og Frederik fyltu tangarnar, gjørdu bátin klår- an sum so ofta fyrr, og løgdu so frá landi. Teir sigldu nógvar tímar í stórari aldu. Vindur og sjórok gjørdu, at nógvur sjógvur kom umborð. Tá ið báðar elektronisku | pumpurnar gingu fyri, máttu teir undir at oysa við einum plastílati. Teir høvdu bert lagt 80 kilo- metrar aftur um seg í fýra tímar, og tí gjørdu teir av at venda við aftur til Íslands. Ein gløgg avgerð, tá ið hugsað verður um, at tað hevði tikið teimum í minsta lagi 30 tímar við verandi ferð. Upp aftur størri trupulleikar Tá 10 teir komu aftur til Is- lands, fingu teir trupulleikar við øðrum motorinum. Tann 43. dagin, eftir at ferðin byrjaði, uppdagaðu teir, at vatn var komið í maskin- una. Tann 46. dagurin varð brúktur til at kanna mask- inuna, og teir gjørdust bilsn- ir og kløkkir, tá ið teir sóu, at ein stong var brotin, at metalpetti vóru inni í mask- inuni, og at eitt stempul var fast. Teir roknaðu seg fram til, at vatn blandað saman við olju og gassi, var komið inn í maskinuna og hevði volt henda skaðan. Seinni um dagin lurtaði ein mek- anikari eftir maskinuni og honum dámdi ikki tað hann hoyrdi. Dagin eftir vórðu teir greiðir yvir, at maskin lutirnir máttu skiftast út og at hetta arbeiðið kundi ikki gerast uttan at lutirnir vórðu sendir úr Fraklandi til Dan- markar og síðani úr Dan- mark til Íslands. Ikki tykk- um at siga, fóru Anders og Frederik aftur í íbúðina, sum stóð teimum í boði frá båtaverksmidjuni, ið hevði Olgu undir hond, og teir drukku burtur sorgirnar í Vodka og øli. Eina viku seinni komu lutirnir og arbeiðið kundi byrja aftur. Sum áður gekk arbeiðið við bátinum skjótt, og báturin er nú siglingar- klárur. Hetta millumbilið hevur Frederik verið á ferð ígjógnum Ísland fyri at finna fornlutir, sum hava samband við heimlandið Grønland. Frederik, sum er ein amatør fornfrødingur, frøddist hvørja ferd hann greiddi mær frå gomlum, fjarum bistødum, sum hann hevði funnið fram til fram vid grønlendska sjóvarmál- an. Síðani báturin er gjørdur aftur, hava Frederik og And- ers bíðað eftir góðum veðri Góður norðuratlantiskur sjómansvísdómur sigur, at eingin fer við smábáti eftir hálvan august út á opið hav. Men Anders og Frederik vóna at fáa ein møguleika ein av næstu døgunum. Og nú, eftir meiri enn ein mán- að í Íslandi, bíða teir fram- vegis. Atlantis gevst Biografurin i Atlantis gevur hall or- sakað av vantandi áhuga og skuldin i húsinum er stór, tí steingir Atlantis í Klaksvík fyribils JOHN JOHANNESSEN Tá vikan er av, slóknar per- an í filsmvisaratOlinum í At- lantis fyri seinastu ferð - fyribils. Felagið, ið rekur húsið er illa fyri fíggjarliga og undirtøkan fyri biograf- inum er lítil og eingin. Tí ætlar nevndin sær at stein- gja biografin fyribils, so sleppast kann undan at koma í stórri skuld. Kostnaðarmikil umvæling Leif Eliasen, dagligur leið- ari í Atlantis, harmast um støðuna, men sigur, at eftir hansara tykki er tað skila- best at steingja biografin áðrenn stødan gerst enn verri. Hann vísir á, at fel- agið hevur eina ógvuliga stóra skuld at dragast við, og fyrr enn ein loysn um, hvussu skuldin skal gjaldast er funnin, opnar biografurin ikki aftur. Ein av orsøkunum til stóru skuldina hjá Atlantis er umbyggingin av húsin- um, sum varð framd fyri tveimum árum síðan. Í fíggjarætlanini varð kost- naðurin av umbyggingini mettur at vera um eina millión, men veruleikin gjørdist, at figgjarætlanin varð sprongd við tveimum Skjótt verður kalt í Atlantis... Biografurin letur aftur síðst í milliónum. Leif Eliasen sigur, at feiri feløg standa í rað at fáa pen- ing rindaðan, ið Atlantis skyldar teimum, og tí er skilabesta loysnin at stein- gja meðan loysn verður funnin á trupulleikanum. Tiltøk úr Norðurlandahúsinum Dagligi leiðarin í Atlantis veit ikki nær biografurin op- nar aftur, men hann sigur, at ætlanin ikki er, at húsið skal liggja heilt deytt, hóast vikuni biografurin steingir. Ætlan- in er nevniliga at gera avtalu við Norðurlandahúsið, so- leiðis, at tey tiltøk, ið eru í Norðurlandahúsinum, eisini koma til Klaksvíkar. Her hugsar hann um tónleika- framførslur, mótasýningar Mynd: John Johannessen og annað líknandi. Nevndin í Atlantis fer at hava fund í næstum, har av- gjørt verður, hvussu trupul- leikin skal loysast, og vén teirra er, at biografurin ikki verður stongdur longri enn ein mánað.