týsdagur 14. september 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 173. - 14. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
e-mail: eydunØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Kurt klárur hjá
Allani Simonsen
Fótbóltur: Fyrrverandi skarprættarin hjá KÍ skoraði tey
mál, tá Sogndal styrkti um sína stóðu í uppflytingarstríð-
num
Allan Simonsen og Jógvan
Martin Olsen hava báðir
fingið boðini frá Kurt
Mørkøre, og tað er sera væl
hugsandi, at landsliðsvenj-
arin fer at senda boð eftir
álopsspælaranum í Sogndal,
tá hann seinni í hesum mán-
aðinum fer at velja teir átjan
spælararnar, sum fyrst í
næsta mánaði skulu við til
Kekkia at spæla síðsta
landsdystin í hesari EM
undankappingini.
Umstødurnar hjá mær
eru heilt ødrvisi nú, enn tå
eg rak mitt egna bakari i
Klaksvík. Eg havi góðar
stundir, og satt at siga so
kenni eg tað sum ov nóg
av tí góða, nú eg eri fulltíðar
yrkisspælari, sigur Kurt
Mørkøre úr Sogndal. Hann
býr framvegis á hotelli, men
seinni í hesi vikuni fer hann
at flyta í íbúð, og hann vón-
ar, at tað verða umstødur til
nakrar tímar um vikuna at
fáast við okkurt annað enn
at spæla fótbólt.
— Vit venja so at siga
hvønn dag, og eg venji eyka
eisini. Venjarin, málverjin
og eg arbeiða við royndun-
um móti málinum fleiri tím-
ar um vikuna, so tað hevur
ongantíð verið so nógv
venjing á skránni, sum tað
er akkurát nú, sigur Kurt
Mørkøre úr Sogndal. Men
hóast nógvu venjingina
heldur hann seg ikki vera
so væl fyri, sum hann heldur
at hann kann blíva:
- Tað eru fimm dystir eft-
ir at spæla, og eg taki hetta
sum tað upplivilsi, sum tað
er. Komandi ár fái eg heilt
frá byrjan møguleika at
venja eins nógv, sum hinir
á liðnum gera, og tá skuldi
tað verið uppaftur betri, enn
tað er nú.
Góða reklamu
fyri sær sjálvum
Kurt Mørkøre gjørdi góða
reklamu fyri sær sjálvum
sum møguligt landsliðs-
evni, tå Sogndal sunnudagin
hevdi vitjan av L/F Høne-
foss, sum varð sent til hús
við 5—1 tapi, eftir at heima-
liðið hevði verið framman-
fyri 4-0 í steðginum.
I 18. minutti skoraði hann
til 2-0, tá hann kom framum
málverjan og við høvdinum
snittaði innleggið frá nýggja
manninum á høgra vong-
verja í kassan, og minuttin
seinni skoraði hann eitt typ-
iskt miðframherja mål, tá
hann var á rætta staðnum
røttu løtuna og setti fótin
undir flata innleggi frá sama
manni, sum hevði lagt upp
til fyrra málið.
Julian Johnsson var allar
90 minuttirnar á midvøllin-
um hjá Sogndal, og — sum
vanligt — so arbeiddi hann
alla tíðina sum ein hestur
Kurt Mørkøre varð tikin av
vøllinum, tá tað restaðu
tjúgu minuttir:
Tað var lýtt, og eg var
postur, tå eg varð tikin út.
Vit spældu við góðari ferð í
1. hálvleiki, men eftir steðg-
in fór luftin úr okkum, og
tá fingu vit bara eitt mál.
Høvdu vit megnað at hildið
konsentratiónini, so ivist eg
ikki í, at vit høvdu havt
møguleikan at vunnið stórt,
sigur Kurt Mørkøre, sum
hevur verið 26 ferðir á
landsliðnum, og sum ikki
hevur spælt á landsliðnum
síðani á venjingarleguni í
Kýpros í februar/mars í
1996.
Sær væl út
Sogndal er á fjórða plássi í
næstbestu deildini. Tað eru
fýra umfør eftir at spæla,
men Sogndal hevur fimm
dystir eftir at spæla. Longu
í annað kvold skulu teir
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Kurt Mørkøre heldur fram í Noregi, har hann slepti i Føroyum, og nú er hann
aftur til reiðar at tørna út fyri landsliðið
spæla á útivolli móti botn-
liðnum úr Clausenengen, og
um teir megna at vinna, so
eru teir bara eitt stig frá
triðja plássinum, sum ber
endaspæl um eitt pláss í
bestu deildini við sær.
— Tað verður mett av
fleiri, at vit eru betri fyri,
enn fleiri av teimum, sum
vit kappast við. Oddaliðini
hittast innanhýsis í fleiri
dystum. Vit eiga Lyn, sum
er á triðja plássi, á heim-
avølli, og tað verður ikki
minst í tí dystinum, at lagn-
ar hjá okkum verður av-
gjørd, sigur ein væl upp-
lagdur Kurt Mørkøre úr
Noregi. Sjálvandi frøir tað
hann at frætta, at tað skarst
væl hjá gomlu lidfeløgun-
um í Kl i vikuskiftinum.
Kongsvinger, sum Julian
Johnsson spældi vid, áðrenn
hann i summar flutti til
Sogndal, er næstaftast i
bestu deildini, og sum tad
fer at lida longri ut å heysti
kann tað væl fara at visa
seg, at Sogndal fer at flyta
upp í bestu deildina, meðan
Kongsvinger fer at flyta
niður í næstbestu deildina.
ih
Jan Allan i døpurhuga
Fótbóltrur: Fyribils KÍ-arin, Jan Allan Miiller, fekk eitt álvarsamt tægraslit
at dragast við undir dystinum móti NSÍ sunnudagin
Høgni Mohr
Dagsins hetja klaksvíkinga,
Jan Allan Miller,
yrkisleikarin, ið KÍ
hevur leigað úr
Danmørk, var í
døpurhuga mánadagin.
Tægraslitið í
búkvøddunumm, sum
hann varð raktur av í
dystinum móti NSI
gjørdi av álvara um seg
eftir leiklok.
Mynd: Alvur Haraldsen
Jan Allan Miiller, er í døp-
urhuga. Hóast hann skeyt
tvey av málunum í lands-
kappingardystinum móti
NSI í Runavík, og átti at
fegnast við lidfeløgum sín-
um, hevur ein skaði doyvt
gleðisrómin munandi hjá tí
30 ára gamla vágbinginum.
Ein hálvur tími av fyrra
1ålvleiki var farin, tå Jan
Allan skuldi smekka til
»Oltin á miðum vølli. Í somu
øtu gelti eftir í niðastu búk-
vøddunum, og hann kendi
beinanvegin á sær, at hann
var raktur av tægrasliti.
Vágbingurin, sum KI
tevur keypt leysan úr
Svendborg, fór kortini ikki
út, men valdi at halda á-
fram, hóast tað sambært
honum sjálvum bert var við
hálvari megi.
Tægraslit vanligt
Væntandi varð Jan Allan
Miiller læknakannaður
seinnapartin í gjár, og í
stuttari viðmerking til Ítrótt-
ar-Sosialin í gjár, segði hann
seg vóna, at hann fór at
verða mettur nóg birgur til
teir tríggjar dystirnar, eftir
eru at spæla í føroysku
landskappingini. Utlitini
tykjast kortini døpur, ti
mánadagin var vágbingurin
sera nívdur av skaðanum
Tægraslit er sera vanligur
ítróttarskaði. Skaðin hendir,
tá íðkarin overvar veddar-
nar: antin tí hann toykir seg
ov langt, ella leggur ov
nógv fyri vid vøddum, ið
ikki vanliga verða nýttir
Eru veddarnir kaldir, er
nógv størri vandi fyri at
vera raktur
Fótbóltsspælara
oftast raktir av tægrasl
lærvøddunum: ser
umegin. Rúm tíð
áðrenn hin skaddi aftt
fullbirgur, og sagt veri
r]
6 1
Ká unnu ganga