Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 173. - 14. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið = 15 Professionelt arbeiði av HB Fótbóltur: Ein fótbóltsdystur varir í 90 minuttir, ella eitt sindur meir, og tað liðið, sum fær flest mål, vinnur. Tað skilti HB og tí vunnu teir lokaluppgerðina móti B36 í Gundadali sunnudagin SVEINUR TRÓNDARSON Tad var við einum sera neg- ativum statistikki í hugan- um, at teir svørtu og hvítu komu til lokaluppgerð i Gundadali. 23 dystir vóru leikur undan dystinum sunnudagin og av teimum hevði árstalsfelagið bert vunnið teir fimm. Fýra vóru endaðir javnir, meðan grannarnir vóru farnir við sigrinum í 14 av teimum 23 dystunum. Eftir dystin var hetta tal broytt til 15 av 24! Tað ber illa til at koma uttanum, at tað i løtuni av álvara sær út til, at B36 hev- ur eitt sera stórt HB-kom- pleks. Fyrr í ár sá annars út til, at B36 fór at fáa bukt við hesum kompleksi, men júst tá alt sá bjartast út, broyttist og alt gjørdist kolasvart - og ikki hvitt og svart. Godar umstødur Rammurnar til dystin i Gundadali vóru framúr góðar sunnudagin. Kassameistarin í mann hava gníggjað sær hendur- nar, tí maður var farin av húsi til dystin um høvud- sstaðin. Hjá HB og við- haldsfólki teirra snúði tað seg heilt einfalt um at bjarga árinum. Leikliga er ikki komið tað sama burtur úr sum í fjør, men tað fylgir ofta við tá ein er meistari. Tí var tað av stórum týdn- ingi júst at fáa bukt við B36, tí um tað nú vil so til at B36 gerst meistari, so kunnu HB-ararnir framvegis siga, at teir vunnu báðar dystirnar móti B36. Eins og teir gjørdu í 1997 tá B36 seinast gjørdist meistari. Annars munnu menninir aftanfyri Tórsvoll hava staðið við longsli í eygunum tá teir hava hugt eftir mann- fjøldini kring Ovara vøll sunnudagin, tí har mundu vera líka nógv, sum tað vóru til dystirnar móti Estlandi og Litava - tilsamans. Har- umframt var veðrið soleiðis at ein hvorki nýttist regn- skjól ella bardunir! Sólin skein oman og nið- an, so rammurnar um lok- aluppgerðina vóru framúr. Spennandi ... Tað sást annars rættiliga skjótt. at talan var um eina lokaluppgerð. Leikararnir vóru uppsett- ir, men kortini vóru teir B36-ararnir ógvuliga varnir. Um tað var ósigurin í fyrra dystinum í ár, sum sat í hug- anum er ikki vist, men tað er avgjørt ikki óhugsandi. Spælið gekk skjótt oman og niðan eftir vøllinum, og tað var skjót umstilling frá verju til álop. Tá bólturin varð steðgaður í verjuni, so var hann sendur við fullari ferð hinvegin aftur. Ikki tí, at tað altíð var so vakurt, men til tíðir var tað vanda- mikið. So vandamikid, at verjurnar ikki rættiliga fót- aðu sær. Tá umleið eitt korter var farið var tað um reppið. at HB spældi seg igjøgnum, men Jens Kristian Hansen gjørdi seg heldur breidan og tað kostaði honum eitt gult kort. Stutta løtu eftir fór B36 í álop og hóast tað sá rættiliga vandamikið út tá Jákup á Borg smekkaði flatt innfyri úr høgru, var tað púra vand- aleyst, tí har var eingin B36- ari við. Teir stóðu allir uttan fyri brotsteigin og bidadu … Sjålvmål setti meira ferd å Tað var eftir eitt av hesum ógvusligu skiftunum í spæl- irætninginum, at HB legði seg á odda. Bólturin varð spældur eitt vet út í vinstra borð, har Magni á Lakjuni stóð. Hann trekti inn móti Egini, sum var á veg út í móti. Nino royndi av ollum alvi at fáa fatur á bóltinum, og tað fekk hann. Olukkutíð fyri hann prikaði hann bólt- in framvið Egini og í egið mál. 1-0 til HB! Tað var sum ein vátur vottur í trýni á B36 leikar- unum at teir nú vóru aftan- fyri, enn einaferð móti grannunum. Tað hevði sæð rímuliga gott út, men nú var alt farið tvørt. Og tað var tað eisini í skýlinum hjá B36 - har var sum í grøvini! Lítla løtu eftir málið fekk Magni á Lakjuni enn ein møguleika, men hann mis- brúkti, tá hann smekkaði til. Egin gjørdi seg breiðan og forðaði meistarliga fyri skotinum. Snýttir fyri brotsspark Sum so ofta er, tá slíkir tætt- ir dystir eru, so verður filma og snýtt til tað stóra gull- heiðursmerki. Soleiðis var eisini sunnudagin, og Niclas á Líðarenda hevdi úr at gera, við at skyna ímillum hvat var fríspark og hvat var filmur. Eftir eitt horna royndi John Petersen seg við einari framførslu, sum skuldi geva brotsspark. Hann legði seg. tá hann kendi ein HB-ara í rygginum, men hann bara nart hann við kroppinum. Tað var ikki brotsspark, og Niclas dømdi tað heldur ikki. Hinvegin fekk John Petersen heldur ikki kort fyri film … Kortini hildu flest øll - uttan Niclas á Líðarenda, at B36 átti brotsspark, tá Tom- islav Sivic varð feldur í brotsteignum løtu seinni. Hann steðgaði bóltinum og Hans Fróði, sum var beint í hølunum á honum, rendi armin í ryggin á honum so- leiðis at hann fór um koll. Men heldur ikki tað var dømt. Hinvegin fekk Tomi- slav Sivic heldur ikki kort fyri film … Kundi komið fleiri mål Tað var um reppið, at HB leiðslan var stórri við steðg- in. Rúni fekk ein gyltan møguleika tá Súni Fríði spældi inn fyri. HB-liðskip- arin sá ikki hvussu fríður hann var, og gjørdi tí av at smekka til fyrstu ferð. Bólt- urin fór væl omanfyri, og so var tann møguleikin burt- ur. Løtu seinni var tað kortini um reppið, at B36 fekk møguleika at javna. Sivic fekk ein rennibólt, men Bárður Johannesen, sum 6- ivað var dagsins maður i Gundadali = sunnudagin, gjørdi skjótt av og rann út á miðvellin og bjargaði HB. Løtu seinni var hálvleik- ur, og tað var kanska ikki so legið um kaffi í B36 hús- inum hevði ein løgnan smakk. Møguleikarnar høvdu verið har, men kort- ini vóru grannarnir framm- anfyri við einum máli, sum . ein B36-ari gjørdi. Ikki gott. ikki gott! Royndu men einki vildi Tá liðini komu aftur á vøllin eftir steðgin sat Jens Kristi- an Hansen eftir í skiftirúm- inum. Hvi hava vit ikki fingið uppspurt, men í hans- ara stað var Carl H . Høgn- esen komin å vøllin, men heldur ikki hann fekk loyvi til at vera vid allan hålv- leikin. Tá 25. minuttir vóru farnir smekkaði hann nøs- ina í nakkan á einum HB- ara, og so mátti hann av vøllinum. Teir svertu og hvítu høvdu eftir øllum at dóma fingið at vita, at nú skuldi tað bera ella bresta. HB skuldi trýstast til útjavnandi málið kom. HB varð trýst, men mál kom einki hóast tað mangan leikaði hart á. Tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fekk John fatur á einum inn- leggi úr høgru. Hann ivadist ikki, men tveitti seg afturå og saksasparkaði bóltin móti málinum. Tíverri fyri hann og B36 fór bólturin beint omanfyri málið. So var tann møguleikin burtur. Minni enn ein minutt seinni kundi Sivic sjálvur havt javnað tá hann fekk bóltin av baklinjuni frå Øss- uri. Sivic ivaðist tó og spældi Øssur, sum nú var rangstaddur, og so var tann møguleikin burtur. Minuttin eftir var B36 aft- ur í álopi. Bólurin varð spældur innfyri. Har fekk John fatur á honum beint uttan fyri brotsteigin. Hann tamdi, vendi og smekkaði til. Bólturin brast í yvirliggj- aran, niður í vøllin og aftur í spæl, og so var tann møgu- leikin burtur. Atta minuttir seinni fekk John enn ein møguleika, tå hann tamdi eitt innlegg úr høgru. Hann vendi sær og smekkaði til dygst við høgru stong, men ólukkutíð fyri hann hekk Bárður í leysari luft júst har, og hann helt bóltinum. So var tann møguleikin burtur! Rói - gamal men drúgvur Nu skal tað sigast, at HB var å vøllinum i seinna hålvleiki eisini. Tad gekk øgiliga striltid, at fáa nakað álop, men teir vardu meist- arliga. Tó so, tá hálvleikurin fór at halla, so sníktu teir seg fram eftir vidhvørt. Andrew á Fløtum kundi havt slókt tær B36 vónir, sum enn vóru tøkar, men hóast hann spældi seg inn um Egin, sum eins og starvsfelagin í hinum enda- num, stóð ein branddyst, so fekk hann ikki bóltin í kass- an. Nino bøtti um skaðan í fyrra hálvleiki, og bjargaði næstan á strikuni. Bárður Mortanson hevði eisini ein frålikan møgu- leika, men hann stedgadi å, og tad gav B36 møguleika at koma imillum. Tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika, koma Rói Arting á vøllin fyri Andrew á Fløtum. Onkur helt HB venjaran vera í ørviti tí Rói er gamal og ikki so skjótur longur. Tað er møguligt at so er, men tá leikurið var farið um teir níti minuttirnar gjørdi hann bart. HB fekk innkast og R6i snytti verjuna hjå B36 so Hóast tað í hesum førin- um er Jan Guttesen, sum rennur undan, Rúna Nolsøe, so vóru tað Rúni og liðfelagar hansara, sum við skilagóðum spæli gjørdu av við B36 . Teir valdu tær einfaldu loysnirnar, og tað úrslit móti einum B36 liði, sum als ikki fekk sítt spæl at hanga saman tað stóð eftir. Hann vendi brádliga og fekk innkasti við sær. Inni í brotsteiginum lat hann ikki nakran iva vera um hvor ætlan hansara var, og hann knallaði kúluna í kassan til 2-0 og við tí var allur ivi burtur. Betra liðið vann Tað er eingin ivi um, at tað var tað betra liðið. sum vann. Tað er væl møguligt, at HB liggur undir B36 á stigatalvuni, men tað sást ikki á vellinum. B36 leikar arnir hildu alt ov leingi upp á bóltin. og fingu ongantíð leikferðina upp Tá HB vendi spælinum gekk tað harafturímóti fyri seg við nógvari ferð. Altíð til nærmasta fria mann. og tað var skjótt at spæla seg frameftir á tann hátt. Ti er eingin ivi um, at áskoðararnir - um enn onk- ur er glaðari enn onkur ann- ar - fingu ein góðan dyst. Leikferðin var høg, mål- møguleikarnir vóru til fleiri mál, men av tí at teir báðir skansarnir vóru stak, stak góðir sunnudagin, so komu ikki fleiri. I vikuskiftissendingini friggjadagin tosadu Jens Kristian og Runi um dystin sunnudagin. B36 hevur skotið nógv mál, m. a. tí at teir leikað álopsfótbólt Men tað kostar í hinum end- anum. Tað staðfesti Jens Kristian eisini, og tað vísti seg eisini at vera trupulleik- in sunnudagin. Teir kláraðu ikki at haldatætt í verjuni, tá tað stóð á í hinum endan- um at fáa bóltin inn. Tí var tað fult uppiborið at HB vann B36: Egin Høgnesen - Pól Thorsteinsson. Jens Kristi an Hansen. Arnbjørn Dani elsen. Ninoslav Milenko vitc - Bjarni Prior, John Pet- ersen, Jan Guttesen, Ossur Hansen - Tomislav Sivic HB: Bårdur Johannesen Jan Dam, Hans Fr6di Hans- en, Hans å Lag, Jåkup Eli Olsen - Hallur Danielsen. Jens Erik Rasmussen, Rúni Nolsøe, Magni å Lakjuni - Súni Fríði Johannesen, Andrew av Fløtum